mánadagur 10. november 2008síða 13
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 216- 10. november 2008
13
Javnaðarflokkurin hevur
altíð havt nøkur virðir í
samfelagnum, sum okur
hava prioriterað sera
frammaliga.
Tað eru tey sosialu og
menniskansligu virðini,
virðini fyri hvørjum eins
tøkum borgara.
Okur hava sæð stór fram
stig í Tvøroyrar Kommunu
tey seinastu fýra árini.
Eitt tað størsta er ústykk
ingin í Heiðatrøðini, og fer
hetta at gera møguleikan
hjá fólki at keypa sær
grundstykki í einum
náttúruvøkrum umráði.
Økið er barnavinarligt, tí
her verður lítil ferðsla,
blindvegur er, so her kunnu
ungar familjur við børnum
seta búgv í tryggum
umhvørvi.
Afturat hesum er økið
sett av, har okur ætla at
byggja senioríbúðir og íbúð
ir við góðum atkomumøgu
leikum til m.a. fólk við
skerdum førleika. Her verð
ur hugsað um tann íbúð
arpakkan, sum landsstýris
maðurin í almanna/heilsu
málum fer at leggja fram.
Hetta eru ikki bert tank
ar, men handlingar, sum
fara at geva tilkomnum/
eldri fólkum møguleikan at
flyta í eina minni íbúð, tá
ið hús teirra verða ov tung
at halda. Eisini verður atlit
tikið til at trivnaðarøki er á
staðnum við ymiskum hent
leikum, bæði til gamans og
álvara.
Onnur mál, sum m.a. eru
nádd á sosiala økinum
hetta valskeiðið:
• Sosial deild sett á stovn.
• Samstarv um barnavernd
artænasta við Sumbiar,
Hovs, Fámjins. og Hvalb
iar kommunu. (Vágur og
Porkeri hava tikið seg
burturúr samstarvinum.)
• Samstarv fingið í lag við
kommunurnar í Sumba,
Hovi, Fámjin og Hvalba
um sosiala deild.
• Sambýlið tikið í brúk til
gleði fyri búðfólk og
starvsfólk.
• Kommunan er við í NSR
tænastuni.
• Mattænasta til pensionistar.
• Umsorganartænasta.
• Lektiucafé.
• Ungdómshús.
• Frítíðarskúlin er víðkaður
frá 24 plássum til 40 pláss.
• Barnatannarøkt sett í
verk.
• Systkinafrádráttur er far
in at virka, fyri at nevna
nøkur dømi!
Men jeg eri ikki ferdigur.
Visiónirnar eru:
Eldrasentur, vitjanartæn
asta, serstovnur, stuðuls
stovnur, nýggj spælistova,
bert fyri at nevna nøkur
innan sosiala økið.
Okra endamál er: at tað
skal verða gott at búgva í
Tvøroyrar Kommunu.
Vel rætt!
Vel Jens Johannesen,
javnaðarlistin C
Til Tvøroyrar eru øll vælkomin!
Allir politisku flokkarnir
ynskja musikkskúlanum alt
gott. Teir fegnast allir um
tey góðu úrslit musikk
skúlin hevur havt. Tónleika
lívið blómar sum aldri áður
og føroyingar gera seg
galdandi í tónleikakapp
ingum bæði her og har.
Tónleikur er høgt virðis
mettur og tá ið okkurt høvi
er, halda øll, at tað er gott
við tónleiki til at seta dám
á átakið. Ung spæla til
konsertir í hópatali, og tað
er eyðsæð at hettar eru øll
sera glað og stolt um.
Tað er tí ilt at skilja,
hvussu tað ber til, at allur
hesin jaligi viljin, øll hesi
rósureyðu orðini ikki hava
haft nakað ítøkiligt við
sær. Teir karmar, sum
musikkskúlin hevur at
virka í, eru út av lagi
vánaligir. Øll vita tað, tað
hevur verið alment frammi,
hvussu vánlig hølini í
Skansastovu eru og hvussu
trongligt tað er á Frúutrøð.
Hvussu ber tað til at
einki er hent? Hava øll hesi
føgru orðini einki uppá
seg?
Okkum tørvar politik
arar, sum tora og duga at
síggja framtíðina fyri sær,
sum standa við síni orð og
sum duga at síggja møgu
leikarnar í, at øll børn í
Tórshavnar Kommunu fáa
møguleikan at fáa frálæru í
tónleiki og at tað almenna
tónleikastøðið verður
hækkað. Politikarar, sum
innan hettar økið tora at
fara til verka.
Latum okkum leggja alt
tað keðiliga og troyttandi
grenji afturum – musikk
skúlin hevur prógvað sítt
virði á nógvum økjum við
betri úrslitum enn nakar
hevði ímynda sær. Tónleik
urin í Føroyum ger um seg
eisini í útlondunum.
Hugsi tykkum, hvat vit
politikarar, tónleikalærarar,
foreldur og børn saman
kundu útint, um vit høvdu
karmarnar. Ein íløga verd
at gera við vissu fyri
stórum vinningi!
Gev atkvøðu tína til
fólk, sum tú ert vísur í tora
at gera orð til verunleika.
Lærararáðsnevndin
Tórshavnar Musikkskúla
Bernhardur Wilkinson
Gudmund Mortensen
javnaðarlistin C
Jens
Johannesen
Verkið sigur meiri enn orðini
Vit skulu í gongd við at
planleggja ella byggja
skúlar á miðnámsstøði, á
bachelorstøði og á
mastersstøði. Vit skulu
eisini byggja næminga
heim, so allir føroyingar
kunnu fáa holla utbúgv
ing í Havn og ikki altíð
verða noydd av landinum,
tað skal verða teirra egna
val, um tey lesa í Havn
ella í Oxford
Vit hava sæð, at býurin
Akureyri á Norðurlandi
num í Íslandi, sum er sama
stødd sum Havnin, hevur
havt universitet síðani
1987. Har eru 1.400 les
andi, ið húsast í nýmótans
bygningum, sum eru gjørd
ir til endamálið at lesa og
granska í. Vit hava havt
fróðskaparsetur nú í nógv
ár, og hevur okkara uni
versitet bara vánalig og
óegnaði høli at vera í. Vit
eiga at gera eitt arbeiði
fyri, at universitetið fær
hóskandi karmar at vera í,
og um landsstýrið ikki fær
uppí lag, skal Tórshavnar
komuna sjálv byggja nýtt
universitet og leiga lands
stýrinum hølini.
Skúlaøkið sum heild skal
mennast, og hýsast í
nýggjum egnaðum hølum.
Mann kann leggja aftur
at, at kommunan eisini
kundi bygt umsitingar
bygningar til Landið at
leiga, tá Landið nú ikki
fær uppí lag at byggja
sjálvt. Vit sóu eitt pínligt
dømi herfyri, tá ið tann
pinkulítli løgmaðurin
blásti seg upp og gjørdi
okkum øllum og mest sær
sjálvum fyri skommum í
tí sokallaða skrivstovu
málinum í Tinganesi.
Vit mugu koma burtur
úr amatørtilgongdini til
stovnan av skúlum. Hetta
skal galda fyri alt frá fólk
askúlum, miðnámsskúlum
og ymsar fakskúlar og
upp á universitetsstig.
Sum náttúrligur partur
av øllum hesum skulu
sjálvandi esini verða bygd
næmingaheim fyri tey, ið
koma aðrastaðni frá ella
ikki kunnu búgva heima.
Raðfestingar á fíggjarætl
anini skulu gerast í sam
svari við hesum, so arbeitt
verður miðvíst yvir eitt
áramál fyri at røkka
hesum málsetningum.
Býurin og skúlarnir
arkitektur
Listi E
albert Isfeld
Norröna er ikke velegnet
til vintersejlads på Nord
atlanten. Mange passag
erer flyver hellere om
vinteren, sejlturen er for
ubehagelig og for dyr.
Shetland Bergen
Skotland har altid givet
underskud og der er ikke
blevet handlet i tide for at
lukke dem.
Om vinteren sejler
Norröna overvejende med
fragt, men det er urentabelt
skibet har for megen over
flødig vægt som koster olie.
Der har været for mange
udskiftninger i ledelsen.
På grund af de dyre
billetpriser, er det ikke
dyrere at flyve, hvis man
lejer en billig bil.
2 færger som "Smyril"
(færgen mellem Tórshavn
og Suðuroy) ville være
mere økonomisk og drift
sikker. Den ene kunne sejle
Esbjerg Tórshavn og den
anden Tórshavn Island.
De kunne alt efter årstid
sejle en eller to gange om
ugen. Om sommeren
kunne Skotland og Bergen
eventuelt inddrages i
sejlplanen.
Esbjerg er mere velegnet
end Hanstholm. Den ligger
mere centralt for den
største del af den danske
befolkning og for Europa.
Færgerne behøver ikke
at være linere med over
drevet luksus. Et cafeteria
med billige priser og enkle
men gode kabiner, vil de
fleste være tilfredse med.
Kort og godt en eller to
driftsikre passagerfærger
med rimelige priser.
Flere gange har Norröna
været i alvorlige vanskelig
heder. En gang hvor motor
en stoppede, var den lige
ved at kæntre. (ifølge et
besætningsmedlem) Den
er alt for højt bygget til at
klare de ofte stærke storme
i Nordatlanten.
Forslag til en mere rentabel drift
Porkeri
erIk
ChIstensen
Boð eru nú komin frá
Heilsumálaráðnum, at
settur verður heilsuverk
stjóri sum kemur at taka
ræði av leiðsluni á Klaks
víkar Sjúkrahúsi.
Teir sjúklingar sum
hildu, at niðurleggingin av
kommunulæknavaktini í
Norðuroyggjum varð endin
á javna álopinum á sjúk
lingatrygd í Norðuroyggj
um noyðast tíverri út í enn
størri vónloysi. Nú verður
leiðslan á Klaksvíkar
Sjúkrahúsi eisini tikin av
ræði.
Settur verður nú ein
heilsuverkstjóri í Heilsu
málaráðnum, sum skal taka
sær av starvsfólkamálum,
fíggjamálum, hølisviður
skiftum, rakstri og annars
hava rætt til at taka stig
innan øll øki á Klaksvíkar
Sjúkrahúsi.
Tað vil siga, at hesin
heilsuverkstjóri kemur at
loysa úr starvi og seta
starvsfólk á Klaksvíkar
sjúkrahúsi, hann kemur at
taka avgerð um játtanina til
Klaksvíkar Sjúkrahús og
hava myndugleika til at
flyta peningin til annað
sjúkrahús, um hann heldur
tad vera betri. Hann kann
niðurleggja kanningar og
viðgerðir, og hann skal
taka sær av rakstrinum á
Klaksvíkar Sjúkrahúsi.
Her verður onki eftir til
leiðsluna á Klaksvíkar
Sjúkrahúsi at taka sær av,
og verður hon sostatt broytt
til eina skrivstovu undir
stjóranum.
Eg kenni tað sum mín
rætt og plikt at kunna
borgarnar um hetta.
Leiðslan á Klaksvíkar Sjúkrahúsi tikin av ræði
yvirlækni
Jákup
petersen
viðmerkingar