mánadagur 10. november 2008síða 20
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
[ Nr. 216 - 10. november 2008 ]
Stigbendið
kortini
Tað er ikki í lagi, tá kjaftaslit og hálvgum
harðskapur verða revsað á sama hátt á
vøllinum
klumma
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Fyrsta eftirmetingin av júst lidna kappingarárinum í
fótbólti var á skránni um vikuskiftið.
Ikki óvæntað var tað her sjálv kappingarskipanin,
sum fekk mestu umrøðuna. Og tað var sum so eisini í
fínasta lagi, nú veðrið eftir nøkur góð ár gav ilt av
sær.
Eitt evni, sum tó ikki fekk umrøðu hesaferð, er
skipanin við gulum kortum, sum eisini hevur verið
nevnd onkra ferð í ár.
Tí tað er ikki í lagi, at eitt gult kort er eitt gult kort
og annars punktum. Við verandi skipan verður eingin
munur gjørdur á teimum brotum, sum føra til gulu
kortini. Við øðrum orðum vil tað siga, at tey føri, har
dómarin ivast í, um talan er um gult ella reytt, ella har
ivamálið er, um brotið yvir høvur er til gult, verða
revsað eins hart.
Og tað nýtist ikki nøkur serligt støddfrøðislig skipan
til fyri at økja um rættvísi í hesum. Ein skipan, har
gulu kortini verða graduerað – stigbend – í til dømis
tríggjar flokkar, er sum so nóg mikið. Síðani kundu
stig verið givin fyri hetta, eins og stig eiga at gevast
fyri reyðu kortini, og so kunnu leikbannini raka, tá
ávíst stigatal verður nátt.
Fleiri ferðir hevur verið frammi, at bissarnir sleppa
ov væl á vøllinum. Ein slík skipan vil kanska ikki hava
við sær, at hesir verða tiknir úr spælinum – og tað er
heldur ikki meiningin. Men tað vildi havt við sær, at
hesir verða revsaðir harðari enn teir, sum »bara« eru
eitt sindur ólátaðir á vøllinum.
Sum er verður longu munur gjørdur á, hví spælarar
fáa reytt kort, og hví skal tann munurin ikki eisini
galda fyri tey gulu?
Terje Joensen úr Oynd
arfirði var um viku
skiftið við til at vinna
bronsu í sonevndari
endurancekoyring á
Silverstone
motorítrótt
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Terje hevur hetta seinasta
árið roynt at bitið seg fastan
í enskum motorítrótti, og
hóast tað enn er langur
vegur til toppin, so hevur
gongdin avgjørt verið á
heilt góðari leið.
Eftir at hava koyrt eitt
kappingarár hevi Terje gjørt
av, at hann skuldi venda
nøsina móti Føroyum í
september, men tá hann
varð biðin um at koma á
endurance-lið í sonevnda
Supersport-flokkinum, var
hann ikki seinur at taka av.
Fingu góða hjálp
Seinasta kappingin í hesum
flokkinum var á víðgitnu
Silverstone-breytini, og her
gekk framúr væl.
- Hesaferd fingu vit
serkøna hjálp fra einum,
sum eitur Steve Jordan, ið
eg eri komin at kenna hetta
seinasta árið. Hann er so-
nevndur suspension-specia-
list, og er uppgáva hansara
fyrst og fremst at optimera
set-up’ið á súkkluni. Hartil
var Mike Edwards – sum er
eitt stórt navn innan motor-
ítróttina – eisini partur av
liðnum, og teir báðir vóru
sera
góðir
stuðlar
hjá
okkum, sum koyrdu, sigur
Terje Joensen.
Og góðu ráðini góvu
eisini úrslit. Í innleiðandi
koyringini gjørdust Terje og
liðfelagarnir nummar 20,
men eftir nógvar harðar
tímar á súkkluni leygar-
dagin, endaði alt við einum
triðja plássi og har við eisini
einum plássi á podiunum,
har menn sum Schumacher,
Hamilton og Senna eisini
hava staðið.
Langur vegur eftir
Persónliga er hetta besta
úrslitið, sum Terje hevur
nátt, men hóast væl nøgdur,
so er hann skjótur at stað-
festa, at tað enn er langur
vegur eftir á mál.
- Hetta var sjálavndi ser-
ligt, men tað er framvegis
langt upp til næstu bólk-
arnar, sum eru
British National Super-
sport og British Superbikes,
har kappast verður móti
teimum bestu í Bretlandi.
- Og eg havi í øllum
førum nóg mikið at hugsa
um. Motorsúkklurnar eru
sera hart tunaðar, og tí er
slitið stórt, tá koyrt verður.
Nú verður so farið undir at
taka allan motorin sundur
og skifta tað, sum skiftast
skal. Ætlanirnar hjá liðnum
fyri 2009 eru mest sum
liðugt lagdar, og nú eri eg
ígongd við at fáa nakrar
stuðlar. Her niðri havi eg
longu fingið nakrar, men
nóg mikið er tað als ikki.
Heima í Føroyum skal eg
enn einaferð veita eina stóra
tøkk til Andersens Beding,
sum hevur verið ein trúgvur
stuðul, og vónandi eydnast
tað mær eisini at fáa onkrar
stuðlar afturat, nú eg komið
heim fyri veturin, sigur
Terje Joensen.
Vann bronsu á
Silverstone
Ferðin er øgilig, tá koyrt verður í Supersport-flokkinum, men sjálvur vil Terje sleppa enn longur á
leið innan motor-ítróttina
Svendborg á
uppflytingarplássi
Tað gongur strúkandi hjá Svendborg í løtuni. Púra
óvæntað liggja teir nú til uppflyting í næstbestu don-
sku deildina. Tað var greitt, tá Julian Johnsson og lið-
felagarnir koppaðu eykaliðnum hjá AaB seinnapartin í
gjár. Gestirnir vunnu 2-1, og sigursmálið fall, tá seks
minuttir restaðu av dystinum. Julian Johnsson, sum var
liðskipari, var á miðvøllinum allan dystin. Eisini
Aarhus Fremad, við Krzyzstof Popczynski sum venj-
ara, vann sín dyst í gjár. Teir vunnu við tveimum mál-
um móti einum á útivølli móti Blokhus FC. Svendborg
FC liggur í løtuni á øðrum plássi við 25 stigum, eitt
minni enn oddaliðið, sum er eykaliðið hjá OB. Aarhus
Fremad er á sjeynda plássinum við 20 stigum.
Christian Høgni skoraði
AB misti eitt fet í oddastríðnum, tá Christian Høgni
Jacobsen og liðfelagarnir bara fingu eitt stig á heima-
vølli móti Frem. Dysturin endaði 1-1. Á vitjandi
liðnum vóru millum annað Atli Danielsen og Jón Rói
Jacobsen, og teir kunnu frøðast um, at liðið nú ikki
hevur tapt seks ferðir upp í slag. Christian Høgni
Jacobsen sendi heimaliðið á sigurskós, tá eitt gott
korter restaði av dystinum. Men í seinastu løtu javn-
aði Weibel til endaliga úrslitið. AB er í løtuni á fjórða
plássinum við 23 stigum. Frem liggur sum nummar
níggju við 16 stigum.
Barry skal ongan veg
Miðvallarspælarin Gareth Barry var á veg til Liverpool í summar, men
feløgini samdust ikki um prísin, og nú sigur venjarin hjá Aston Villa,
Martin O’Neill, at Barry sleppur ongan veg, tá flytingarvindeygað
letur upp aftur í januar. - Vit hava ongantíð verið áhugaðir í at selja
Barry fyri at vinna nógvar pengar, tí so høvdu vit selt hann í summar.
Vit ætla, at hann skal halda fram í Aston Villa, sigur Martin O’Neill
við Daily Star.
Stóri misti í oddanum
Lyngby er við í toppinum í næstbestu donsku fótbóltsdeildini,
men um vikuskiftið taptu teir toppdystin ímóti Viborg 3-2.
Henrik Larsen, fyrrverandi landsliðsvenjari í Føroyum, er
venjari hjá Lyngby, og mátti viðurkenna tap, tá Viborg skoraði
til 3-2 í yvirtíðini av dystinum sunnudagin. Lyngby liggur nú
nummar 3 í 1. deild við 27 stigum. Herfølge er fremst við 30
stigum, og Viborg nummar 2 við 28 stigum.