mánadagur 10. november 2008síða 21
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
[ Nr. 216 - 10. november 2008 ]
FSF hevði leygardagin
saman við fótbólts
feløgunum eftir
metingarfund fyri
kappingarárið
2008. Á fundinum
kom millum annað
fram, at kappingin
í ár hevur verið
ov long, og at hon
má styttast. Hildið
verður fram við 27
leikumførum, men
ætlanin er at hava
kappingarársenda
longu fyrst í oktober
FÓTBÓLTUR
Pætur Albinus
patur@sosualurin.fo
Leygardagin vóru umboð
fyri 14 fótbóltsfeløg møtt
upp á eftirmetingarfund hjá
FSF, har tey saman við fót
bóltssambandinum
eftir
mettu kappingarárið 2008.
Kappingin í ár hevur verið
rættiliga
buldraslig,
har
millum annað spæliloyvi,
videomál og avblástir dyst
ir hava sett síni merki. Á
fundinum komu tó nógv
góð hugskot fram um at
bøta um hetta, og tað fegn
ast Sveinur Tróndarson, for
maður í kappingarnevnd
FSFs, um.
Nógv hugskot
Fundurin varð hildin í FSF
húsinum við Tórsvøll, og á
fundinum varð kjakast dúg
liga.
Hetta var ein góður
fundur, har feløgini sluppu
at vera partur av kjakinum
og komu við frálíkum hug
skotum. Tað er gleðiligt, at
feløgini møta upp til ein
slíkan fund, tí tey eru við
til at gera dagsskránna
meira
áhugaverda.
Vit
kunnu sjálvandi halda, at
alt er gott, men feløgini
hava eina aðra hugsan, sig
ur Sveinur Tróndarson, for
maður í kappingarnevndini
hjá FSF.
Sveinur peikar á, at tað er
sera umráðandi hjá FSF at
hava javnt samskifti við
feløgini. Vit spurdu hann,
um teir so bara hava ein
eftirmetingarfund
eftir
hvørt kappingarár.
Nei. Forsetin hevur ver
ið úti hjá feløgunum fyri at
hoyra ymsar røddir og tosað
um ymiskt. Feløgini eru
sjálvandi eisini altíð væl
komin at ringja, so tað er
eingin trupulleiki, sigur
Sveinur og staðfestir enn
einaferð, at samskiftið mill
um feløgini og FSF er sera
umráðandi.
Stytt kapping
Eftir avblástu formuladyst
irnar ímóti endanum av
kappingarárinum, hevur ver
ið nógv tosað um at stytt
kappingina,
soleiðis
at
møguleikin fyri vetrarveðri
er minni. Sum nú er endar
kappingin seinasta viku
skifti í oktober, og breið
semja var á fundinum um,
at hetta ikki var nøktandi. Í
ár hava fleiri miðvikudystir
verið á skránni, og hetta
hevur eftir øllum at døma
riggað væl.
Tað hevur riggað væl at
leikt dystir eitt nú mánadag
og fríggjadag, serliga í
Eysturoy,
har
dystirnir
liggja tætt at hvørjum øðr
um, sigur Sveinur.
Vit spurdu hann, hvussu
kappingin nú kann styttast
enn meiri, soleiðis at hon
ikki endar seint í oktober.
Hetta viðførir, at tað
vera fleiri miðvikuumfør
og at kappingin verður
meira pressað. Landsdystir
og evropeisku kappingarnar
eru eisini á skránni, so har
eru fleiri ting at taka atlit
til, sigur Sveinur.
Á fundinum var eisini
breið semja um, at summar
steðgurin ikki skal avtakast.
Luttakararnir hildu tað vera
upp á sítt pláss, at leikararnir
fingu ein lítlan steðg, so
teir
ikki
fullkomiliga
brunnu út í hørðu skránni.
Enda fyrst í oktober
Nógv bendir á, at fótbólts
kappingarnar 2009 enda
fyrst í oktober ístaðin fyri
seinast í mánaðinum. FSF
fer seinast í hesum mánað
inum at senda eitt uppskots
skriv út til feløgini, sum síð
an kunnu gera viðmerkingar
til hetta. Høvuðsmálið verð
ur at fáa eina styttri kapping,
har kappingarársbyrjan verð
ur í apríl og kappingarárs
endi fyrsta vikuskifti í okt.
Okkara uppgáva at fáa
slíkt uppá pláss. Tað eru
altíð slík ting, tá ið kapp
ingin er farin afturum. Okk
ara uppgáva er at fáa tingini
so góð sum yvirhøvur tilber,
og syrgja fyri at tað verður
gjørt í samstarvi við feløg
ini, so tey føla at tey hava
eina ávirkan á tað, sum vit
gera. Vit fara sjálvandi ikki
bara at gera sum tey siga,
men taka atlit til hetta, sigur
Sveinur Tróndarson og torir
næstan at lova okkum, at
kappingarárið 2009 ikki
varir longur enn til fyrsta
vikuskifti í oktober.
Greiðari reglugerðir
Málið um fyrrverandi B71leikaran, Magnus Olsen, skuggaði yvir
Formuladeildina við byrjanina av kappingarárinum. Hann vildi sleppa at
leika við B36, men drúgt stríð stakk seg upp ímillum feløgini bæði og FSF.
Okkurt bendi á, at reglugerðin fyri sokallaðar áhugaleikarar ikki var nóg
greið, og hetta skal nú betrast. Arbeiðið er í gongd. Starvsnevndin er farin
undir at dagføra áhugaleikarareglugerðina, og hon má vera liðug 27.
november, tá ið flytingarvindeygað hjá leikarunum aftur letur upp, sigur
Sveinur Tróndarson. Hetta verður tó ikki nakað lætt arbeiði, har FSF sjálvt
kann seta reglugerðina. Vit mugu eisini taka atlit til UEFA og FIFA, og fáa
arbeitt teirra reglugerðir inn í okkara reglugerðir. Tær mugu samsvara,
staðfestir Sveinur.
FSF-útbúgvingar væl í gongd
FSF hevur í ár skipað fyri fleiri útbúgvingum til leiðarar og hjálparfólk hjá
feløgunum kring landið. Talan hevur verið um venjaraútbúgvingar,
leiðaraútbúgvingar og dómaraútbúgvingar. Hetta hevur verið fyri at fáa øll før
fyri at leiða eitt felag, lyfta støðið og gera tað lættari hjá feløgunum, soleiðis at
tey hava fólk at røkja tær ymsu uppgávurnar, sigur Sveinur. Útbúgvingarnar eru
bygdar í fleiri stigum, har eitt nú dómaraskeiðið byrjar við einum grundskeiði. Í
flestu førum hava starvsfólk á økinum hjá FSF hildið skeiðini, men íblástur
hevur eisini verið fingin frá serkønum fólkum úr útlondum.
Stytta nú um
Formuladeildina
Kappingarnevndin hjá FSF fekk um vikuskiftið høvi at hoyra hugsanina hjá feløgunum um kappingarleistin. Nú er setningurin at
kvetta av kappingarendanum, uttan at hetta tó skal merkja færri enn 27 dystir
Mynd: www.football.fo