Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-10, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. november 2008síða 22

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 [ Nr. 216 - 10. november 2008 ] Við einum framúr stríðsavriki og framúr málmansspæli eydn­ aðist H71 at verða fyrsta liðið hetta kappingarárið, sum sendi VÍF av vøllinum við ongum Hondbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Hóast árið enn er ungt, so stóð nógv á H71 undan dyst­ inum móti VÍF sunnudagin. Við tveimum tapum í fyrstu fýra dystunum høvdu hoy­ víkingar ikki veruliga ráð at tapa, tá VÍF vitjaði. Og enn var so eingin, sum hevði vunnið á VÍF hetta kappingarárið. Í so máta gjørdust hoy­ víkingarnir teir fyrstu, og tað var eisini í lagi, at tað endaði við heimasigri. Breiddin týðandi VÍF var uttan sjúka Sámal Joensen og skadda Jóan Paula Høgnesen, og hetta skuldi vísa seg at fáa stóran týdning fyri dystin. Tað bar nevnliga við sær, at breiddin hjá VÍF ikki var nóg stór til ein dyst, sum yvir allar 60 minuttirnar gjørdist rættiliga intensur. H71 kundi í nógv størri mun skifta út, soleiðis at spælararnir eisini fingu neyðugu hvíldina, so hvørt sum minuttirnir gingu, var tað eitt alt meira slitið VÍF­ lið, sum royndi at halda fast í mótstøðuni. Hartil merkti saknurin í Sámali Joensen eisini, at sera stórur partur av ábyrgd­ ini í álopsspælinum kom at hvíla á Áka Olsen, sum kanska ikki skoraði, men sum støðugt var maðurin, sum við hóttanum og roynd­ um gav rúm til viðspælarar. Ikki minst var hetta sjón­ ligt miðskeiðis í seinna hálvleiki. Fyrst hevði Áki hvílt seg á beinkinum í ein­ ar 10 minuttir, har vest­ menningarnir bert skoraði ta einu ferðina. Innkomin setti hann alt fyri eitt meira gongd á hjá gestunum, men orkan var við at ganga undan, og tí rakk hetta ikki allan vegin á mál. Frálíkir málverjar Sjálvur dysturin var fyri tað nógva hampuliga rótutur. Í verjuni stóðu liðini hampu­ liga væl, men alt ov ofta vórðu bóltar tveittir burtur í álopsspælinum. Og tá talan eisini var um tveir framúr væl upplagdar málverjarar, so varð talið av skotnum hildið á einum so lágum støði, sum tað sjáld­ an sæst í eini toppuppgerð. Ikki minst hevði Levi Nybo eitt sera høgt støði gjøgnum stóran part av dystinum, meðan Eli Müller í hinum endanum hevði hug at seta heingilás á málið í løtum av dystinum. H71 er við Ofta hevur trupulleikin hjá H71 verið, at liðið ikki hev­ ur staðið nóg væl í avgerandi løtunum av dystinum. Tekin vóru um tað sama, tá teir seinastu 30 sekundini undan steðginum tveittu tvey­mála leiðslu burtur, og gjøgnum seinna hálvleik vóru eisini løtur, har alt ov nógvir bóltar vórðu tveittir burtur. Frálíka málverjaspælið frá Levi bar tó við sær, at hetta seinasta ikki kostaði ov nógv, og so vórðu tað ístaðin hoyvíkingar, sum hildu høvdið kalt seinastu løtuna. Halgir Dahl Olesen ristist ikki tað minsta, tá hann við brotskasti sendi í meskarnar til 22­20 við 20 sekundum eftir. Sigurin ber við sær, at H71 væl og virðiliga er við í kapprenningini um finalu­ plássini, har tað nú bert eru tvey stig upp til VÍF, sum enn situr á oddasessinum, men nú við bara einum stigi niður til StÍF. Álopið koyrdi ikki John Zachariassen er ein av teimum, sum nú aftur er at síggja á besta liðnum hjá VÍF eftir steðg í eitt ár. Fram til sunnudagin hevði eisini gingið eftir ánni, men tapið ímóti H71 var ein lítil strika í rokningini í so máta. ­ Vit klára ikki veruliga at fáa gongd á álopsspælið. Í verjuni standa vit væl, og teir koma als ikki til ov nógv mál. Men Levi hevur nakrar góðar bjargingar fyrstu løtuna, og so stríðast vit alla tíðina fyri at koma upp á slætt. Og tað kostar nógvar kreftir. Ikki minst tá vit í dag máttu vera tveir spælarar fyriuttan, tó at hetta ikki skal vera nøkur umbering. Men við átta stigum fyri fimm dystir eru tit væl fram­ vegis har, sum tit vilja vera? ­ Sjálvandi, men vit høvdu avgjørt ætlað okkum tey bæði stigini í dag eisini. Men sæð burtur frá tí, so hevur tað gingið sera væl. Geisturin á liðnum er sera góður, og tú sært eisini, at teir ungu, sum í fjør sluppu at búnast, nú veruliga taka ábyrgd á seg. Og so mugu eldru bara geva eitt sindur av rutinuni hjá okkum, sigur John Zachariassen. -mørk Nógvir nervar Annar av venjarunum hjá H71, Birgir Hansen, helt eftir dystin, at nervarnir høvdu verið nógvir hjá hansara monnum. ­ Vit vistu, at hetta var ein dystur, sum vit ikki høvdu ráð at tapa, og tað merktir eisini dystin til tíðir, tí har vóru nógvir nervar. Men tað gjørdist ein tættur og øgi­ liga spennandi dystur, og kanska var talan í so máta um ein virðiligan toppdyst. Men hvat gjørdi so, at tit akkurát høvdu tað, sum skuldi til hesaferð? ­ Ein faktorur var í øllum førum breiddin hjá okkum. Vit kundu skifta meira út gjøgnum dystin, og tí høvdu vit helst meira orku seinasta partin av dystinum. Við seks stigum eru tit nú bara tvey stig frá VÍF og oddasessinum. Tað er væl eisini eitt pláss millum tey bæði fremstu, sum tit fara eftir? ­ Tað er tað heilt víst. Vit hava sum mál, at vit skulu í aðra finaluna, og helst skulu vit røkka báðum, sigur Birgir Hansen. -mørk Skála-spælari til KÍ Erland B. Danielsen skal næsta kappingarár spæla fyri KÍ. Tað skrivar fjepparasíðan hjá KÍ. Erland B. Danielsen er U19 landsliðsspælari, og hann varð fleiri ferðir í farna kappingarári millum teir bestu í dysti hjá Skála. Nú leitar Erland sær nýggjar avbjóðingar, eftir at Skála flutti niður í 1. deild, og hann hevur gjørt avtalu við KÍ um næsta kappingarár. Claus mátti lúta Eitt mál kom í dystinum millum Blackpool og Ipswich í næstbestu ensku fótbóltsdeildini um vikuskiftið. Málið fekk Ipswich, og harvið máttu Claus Bech Jørgensen og liðfelagarnar taka til takkar við ongum stigi. Claus Bech Jørgensen byrjaði á liðnum hjá Blackpool, men hann varð skiftur út eftir 66 minuttir. Blackpool er nummar 15 av 24 liðum í deildini. H71-VÍF 23-20 (11-11): VÍF fall í Hoyvík H71-VÍF 23-20 (11-11) 10 min: 4-3 20 min: 8-6 40 min: 13-13 50 min: 18-17 Málskjúttar H71: Halgir Dahl Olesen 10(5), Janus Sørensen 3, Esbern Patursson 2, Bárður Brimvík 2, Danny Syhler 2, Regin Joensen 2, Poul Kjartan Dam 1, Niels Viggo Niclasen 1 VÍF: Agnar Joensen 6(4), Niels Andreasen 5, Áki G. Olsen 3, Jákup Suni Andreasen 2, John Zachariassen 1, Rúni Joensen 1, Sámal J. Djurhuus 1, Karl Johan Djurhuus 1 Brotskøst: H71 5, VÍF 4 Útvísingar: H71 2, VÍF 1 Dómarar: Rúni Gunnarsson & Ragnar Simonsen FAKTA um dystin Hoyvíkingar stríddust fyri lívinum allan dystin, og tað úrslit móti dystarenda, tá teir runnu frá oddaliðnum Mynd: Álvur Haraldsen