mánadagur 10. november 2008síða 28
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
[ Nr. 216 - 10. november 2008 ]
Sylla aftur á blettinum
Seinasta leikumfar fekk Amed Davy Sylla debut hjá FC
Amager, og hann skuldi bara nýta hálvan tíma á vøllinum,
áðrenn hann hevði skorað sítt fyrsta mál fyri nýggja felagið.
Um vikuskiftið fekk hann so møguleikan frá byrjan, tá ið FC
Amager hevði vitjan av botnliðnum, Lolland Falster Alliancen.
Eftir hálvum tíma legði Sylla FC Amager á odda 1-0, meðan
Daniel Udsen stutt fyri hálvleik økti til endaliga úrslitið, 2-0 til
FC Amager, sum við sigrinum lyfti seg av
niðurflytingarplássinum.
Áhugað í eykamálmanni
Tottenham, Arsenal og Everton eru áhuga í at keypa eykamálmannin
hjá Wolverhampton, sum spælir í næstbestu ensku fótbóltsdeildini.
Evnaríki Wayne Hennessy, sum er 20 ára gamal, hevur mist plássið á
liðnum, tí halda stóru feløgini í Premier League, at tey kunnu keypa
hann. Men venjarin hjá Wolverhampton vil ikki selja eykamálmannin,
sum hevur sáttmála við Wolverhampton til 2012.
Í løtuni er spenning
urin størstur um
plássini beint undir
SÍ, sum hevur togað
seg fýra stig frá restini
Flogbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tað verður ikki lætt hjá hin-
um liðunum at taka SÍ aftur
í fremstu kvinnudeildini í
flogbólti.
Um vikuskiftið vann SÍ
sætta sigurin av seks møgu-
ligum, og at tað stóð nógv á
hesaferð, so prógvaði hetta
eisini styrkina á liðnum.
Dráttur beit nevnliga væl
og virðiliga frá sær, tá tær
vitjaðu í Sørvági. SÍ tók
sær tey bæði fyrstu settini,
men tær sluppu ikki at
kanna sær bitin fyri gestu-
num.
Dráttur togaði seg nevn-
liga væl aftur, og tær
noyddu eisini SÍ út í fimta
og avgerandi settið, men
her vóru tær á heimaliðnum
tó ov sterkar.
Togan um silvur
Tað bar við sær, at SÍ veru-
liga fekk slitið seg leyst í
oddinum, og tó at kappingin
enn er ung, so hava tær
longu vunnið sær ein góðan
fyrimun.
Men stríðið um plássið
undir teimum er framvegis
knallhart. Mjølnir, Dráttur
og Fleyr hava øll átta stig
eftir fyrstu seks dystirnar,
og í løtuni tykjast innanhýsis
uppgerðirnar millum hesi
at fáa alstóran týdning.
Og tað fær tað helst eis-
ini, um somu lið onkurs-
vegna kunnu skala SÍ.
Næstu royndina eigur Fleyr,
sum tekur ímóti SÍ komandi
vikuskiftið.
Fleyr royndi at
svara aftur, men
fuglfirðingar sýndu
gott spæl, tá teir
vunnu sín fyrsta sigur
Flogbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Bert ein dystur varð spældur
í fremstu mansdeildini í
flogbólti um vikuskiftið.
Hesin var í Havn, har ÍF
kom vann síni fyrstu stig
hetta kappingarárið.
Fuglfirðingar verða rokn-
aðir millum heitastu FM-
biðlarnar í ár, og tað eydn-
aðist teimum eisini at vinna
dystin í Havn, hóast avrikið
var heldur sveiggjandi.
Í løtum varð Fleyr nevn-
liga spælt niður og norð,
men tá ÍF ikki megnaði at
halda
dampinum
uppi,
kundu vertirnir eisini taka
sær eitt av settunum. Men í
longdini fingu teir tó ikki
gjørt tað stóra við mótstøð-
una.
StÍF-Neistin 19-32 (11-14):
Neistin kom ígongd
Kvinnurnar hjá Neistanum hava enn
ikki sannført í ár, men sunnudagin vístu
tær nakað av tí, sum skal til fyri at røkka
oddinum
Hondbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Skuldi Neistin fylgja við hinum oddaliðunum, so vóru
treytirnar púrasta greiðar. Dysturin á Skála móti StÍF
skuldi vinnast.
Og tað var eisini heilt skjótt, at bláu gestirnir komu
á slóðina. Fyrstu lítlu løtuna leypa Neistin avstað, og
tann munin, sum tær tá vunnu, royndu tær at halda fast
um allan vegin.
Tað var tó ikki fyrr enn eftir steðgin, at tað veruliga
skrædnaði. Neistin royndi at leypa avstað alt fyri eitt,
og seinastu løtuna av dystinum kom munurin veruliga
til sjóndar. StÍF hevði tá slept vónini um at skapa
nakað av spenningi, meðan Neistin hinvegin veruliga
fann sær spæligleðina fram, soleiðis at tær øktu mun-
andi um munin seinasta korterið.
Við sigrinum er Neistin nú aftur ájavnt Tjaldrinum á
triðja plássinum. StÍF er framvegis næst niðast í deild-
ini.
StÍF-Neistin 19-32 (11-14)
10 min: 2-6
20 min: 7-11
40 min: 14-21
50 min: 17-26
Málskjúttar
StÍF: Ninna K. Johansen 6(1), Fríðrunn Danielsen
5(1), Poula D. Olsen 3, Bára Berthelsen 3, Sólfríð
Christiansen 1, Rebekka Justinussen 1
Neistin: Anja Heinadóttir 10, Trine Mayland 8,
Nicoleta R. Hansen 5, Heidi Maria Akselsen 4, Elin
Staksund 2, Annika Ljósstein 2(1)
Brotskøst: StÍF 4, Neistin 2
Útvísingar: StÍF 2, Neistin 3
Dómarar: Andreas F. Hansen & Eyðun Samuelsen
FAKTA um dystin
ÍF á talvuna
SÍ vann oddadystin
Úrslitini
Eik-ligan, kvinnur
Fleyr-ÍF
3-1 (25-22, 17-25, 30-28, 28-26)
SÍ-Dráttur
3-2 (25-23, 25-21, 19-25, 21-25, 15-10)
TB-Mjølinr
0-3 (12-25, 22-25, 20-25)
Eik-ligan, menn
Fleyr-ÍF
1-3 (17-25, 25-19, 23-25, 13-25)
Fuglfirðingar hava millum annað styrkt um liðið við
Rúna Weihe, sum nú aftur spælir í heimligu kappingini
Mynd: Álvur Haraldsen
Saman við Drátti og Mjølni stríðist Fleyr um sessin beint undir SÍ. Í so máta hevur Fleyr týðandi
uppgávu, tá tær taka móti SÍ komandi vikuskiftið
Mynd: Álvur Haraldsen