Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-10, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. november 2008síða 29

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 [ Nr. 216 - 10. november 2008 ] Arsenal yvirhálaði Manchester United á vøllinum og stigatalvuni um vikuskiftið, meðan Tottenham nú eru ósigraðir í fýra dystir á rað. Fulham vann eisini, meðan West Ham sum einasta Londonliðið tapti FÓTBÓLTUR Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Darren Bent, Nicolas Anelka og Samir Nasri umboða allir hvørt sítt felag í enska hø vuðsstaðnum. Felags fyri teir eru, at teir skutu tvey mál hvør og gjørd­ust sigursharrar í d­ystum teirra. West Ham var einasta Lond­onliðið, ið tapti. Everton vann 1-3, har Louis Saha gjørd­i tvey mál og legði upp til tað triðja, ið Lescott syrgd­i fyri. Málið hjá West Ham átti Collison. Hjá vinnand­i Lond­onlið- unum leggja vit fyri við Darren Bent, sum var hann høvuðsarktekturin hand­an 1-2 sigurin hjá Tottenham á Manchester City-milliónun- um. Robinho legði Man- chester City framum, men stutt eftir varð Gelson Fern- and­es útvístur og so gjørd­ist tað trupult hjá heimaliðnum. Darren Bent javnaði tá stív- liga ein hálvur tími var spæld­ur, og nakað inn í seinna hálvleik legði hann Totthenham framum. Móti d­ystarend­a varð Ric- hard­ Dunne eisini vístur av vøllinum, soleiðis at Man- chester City einans vóru níggju mans. Tottemham end­aðu sum sigursharrar, men vóru kortini ikki full- mannaðir, tá tað var leyst og liðugt, tí í yvirtíðini sá Benoit Assou-Ekotto reytt og noyd­d­ist av vøllinum. Tapið hjá Manchester City er tað triðja á rað, með- an Tottenham veruliga hev- ur fingið gongd­ á und­ir Harry Red­knapp. Liðið hev- ur vunnið tríggjar av teim- um seinastu fýra d­ystunum, umframt at hava spælt javnt ímóti Arsenal. Toppliðið og toppskjúttin Chelsea og ikki minst Nico- las Anelka vóru sannførand­i á útivølli móti Blackburn. Franski áleyparin gjørd­i bæði málini hjá Chelsea, sum harvið staðfesti sína støðu sum od­d­alið í Premier League. Nicolas Anelka staðfesti eisini, at hann er ógvuliga væl fyri í løtuni. Í teimum 12 d­ystunum, ið higartil eru spæld­ir í Premier League í ár, hevur hann skotið ikki færri enn tíggju mál – tvey fleiri enn Amr Zaki hjá Wigan. Arsenal yvirhálaði Triðja Lond­onliðið, ið sigr- aði um vikuskiftið, spæld­i leygard­agin og fekk mestu umrøðuna í ensku fjølmiðl- unum. Ungu Arsenal-leikar- arnir bastu nevniliga heims- stjørnunum hjá Manchester United­. Á od­d­a gekk 21 ára gamli franskmaðurin Samir Nasri. Hann legði Arsenal á od­d­a bæði 1-0 og 2-0. Ikki tí, Manchester Uni- ted­ hevði sanniliga sínar kjansir, og serliga Wayne Rooney misnýtti fleiri upp- lagd­ar møguleikar. Ein min- utt fyri leiklok bragd­aði tó hjá Manchester United­, tá høgri bakkurin Rafael d­a Silva setti bóltin í netið við einum góðum fluktara. Men tá var ov seint, og Arsenal vann sostatt stórd­ystin á Emirates leikvøllinum. Har- við fóru teir eisini framum Manchester United­ á stiga- talvuni, og liggja teir í løt- uni seks stig hand­an Chelsea og Liverpool. Liverpool heldur tørn Júst Liverpool ger eisini sítt í od­d­astríðnum. Leygard­ag- in vunnu teir 3-0 á West Bromwich. Eins og hjá áður umrød­d­u liðum, var tað eis- ini ein maður, ið gekk und­- an og gjørd­i tvey mál. Talan var um Robbie Keane, sum gjørd­i síni bæði fyrstu liga- mál fyri Liverpool, síðani skifti frá Tottenham í summ- arsteðginum. Síðsta málið hjá Liverpool gjørd­i verj- uleikarin Alvaro Arbeloa. Tætt í botninum Í hinum end­anum á stiga- talvuni er tað óvanliga tætt, nú komið er ein lítlan trið- ing ávegis í kappingini. Aft- ast liggur West Bromwich við 11 stigum, men liðið hevur bara trý stig upp til Fulham, ið liggur nummar tíggju. Millum hesi lið og sjálvan toppin liggur millum annað Hull, sum legði so bragd­liga fyri í d­eild­ini, men nú hevur tapt tríggjar d­ystir á rað. Um vikuskiftið máttu teir lúta fyri Bolton, ið vann við máli frá Matt Taylor. Londonliðini lógu framvið Chelsea má spara Eisini Roman Abramovich er raktur av altjóða fíggjarkreppuni, og tí situr lokið ikki eins leyst í Chelsea, sum tað hevur gjørt. Hetta sigur Frank Arnesen, sum er leiðari av ungd­ómsd­eild­ini hjá Chelsea, og sum í nógvar mátar verður roknaður sum tann, ið stend­ur Abramovich næst í Chelsea. - Vit hava skert raksturin munand­i innan skóting og innan onnur øki við. Hinvegin nærkast vit alsamt løtuni, tá Chelsea kann stand­a á egnum beinum, sigur Frank Arnesen við enskar miðlar. Higartil hevur russiski Roman Abramovich brúkt hund­raðtals milliónir pund­ í strembanini eftir at gera Chelsea til heimsins mætast fótbóltsfelag. Barca-talent heldur fram Arsenal hevur í eina tíð havt gott eyga á 20 ára gamla Sergio Busquets, men tað er líkt til, at Busquets held­ur fram í spanska felagnum FC Barcelona. Busquets spæld­i í fjør á eykaliðnum hjá Barcelona, men nú er hann tikin við í 1. Liðshópin, og fyrr í ár spæld­i hann fyri fyrstu ferð á besta liðnum hjá Barcelona. Nú vil Barcelona leingja sáttmálan við Basquets, og samráðingarnar um nýggjan sáttmála eru í gongd­. Stórur rómur á Emirates har Arsenal vann stórdystin ímóti Manchester United Mynd: Polfoto Støðan í Premier League: 1 Chelsea 29 2 Liverpool 29 3 Arsenal 23 4 Manchester United 21 5 Aston Villa 20 6 Hull 20 7 Everton 18 8 Middlesbrough 17 9 Portsmouth 17 10 Fulham 14 11 Bolton 14 12 Stoke 14 13 Manchester City 13 14 West Ham 13 15 Blackburn 13 16 Tottenham 12 17 Wigan 12 18 Newcastle 12 19 Sunderland 12 20 West Bromwich 11 -- Úrslitini hetta vikuskiftið: Fulham - Newcastle 2-1 Aston Villa - Middlesbrough 1-2 Manchester City - Tottenham 1-2 Blackburn - Chelsea 0-2 Liverpool - West Bromwich 3-0 Sunderland - Portsmouth 1-2 West Ham - Everton 1-3 Hull - Bolton 0-1 Arsenal - Manchester United 2-1 Wigan - Stoke 0-0