Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-10, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. november 2008síða 31

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 216- 10. november 2008 konufólkini, ið í størstan mun hava sett seg á hesi størv. Um tað er tað mentanarliga, umsorganarliga og uppalingarliga innihaldið, ið dregur – ella um tað er tryggleikin við einum almennum/kommunalum starvi, ið dregur – er so ein góður spurningur, ið átti at verið kannaður Møguliga hevur tað nakað at gera við, at í farnum tíðum umsat kvinnan í stóran mun uppaling og umsorgan, meðan maðurin var í fjøllunum, í bjørgunum og á havinum. Tað er sera sannlíkt, at starvspreferansurnar hjá kvinnum í dag eru ein avspegling av teimum normum, ið gjørdu seg galdandi í siðbundna landbúnaðarsamfelagnum. Almenn ella privat mentan? Men ikki øll mentan verður alment framleidd. Mentan er eisini marknaðar- ella sivilsam- felagstengd. Hugsið bara um skótaliðini, ítróttarfeløgini, samkomurnar, sangkórini, sjón- leikarafeløgini, hornorkestrini, rockorkestrini, bindiklubbarnar (eg ivist tó í hvussu nógv tit binda, tá tað kemur til stykkis) og allar hinar fríviljaðu felags- skapirnar, ið taka sær av at framleiða mentan. Og hugsið um listafólkini, rithøvundarnar, tónleikararnar, designararnar, fyrilestrarhaldararnar og øll hini, ið selja mentan sambært marknaðartreytum. Tit hava kanska longu upp- dagað, at tann marknaðartengda mentanin stendur munandi veikari enn tann almenna/ kommunala og tann sivilsam- felagsliga. Og hetta av góðum grundum. Sivilsamfelagsliga mentanin verður gjørd fríviljað, t.v.s. at peningur verður vanliga ikki kravdur fyri arbeiðið. Hetta gongur sjálvandi bara so leingi undirtøka er fyri arbeiðnum og eldsálirnar kenna, at tær fáa onkran ikki-peningaligan ágóða afturfyri ómakin. Almenna/ kommunala mentanin verður hinvegin goldin gjøgnum almennar kassar, so har ber væl til at hava eitt stabilt útboð – so leingi skuldin ikki fer upp um eina álíkning... Men marknaðartengda mentanarútboðið krevur ein ávísan marknað. Og jú fleiri fólk búgva á einum staði, tess størri mentanarútboð vil man fáa. Sjálvandi hjálpir tað eisini, um talan er um eitt ríkt stað. Jú størri og ríkari staðið er, tess størri er tann potentielli mentanareftir- spurningurin. Man kann sjálvandi eisini ímynda sær støð, har áhugin fyri at keypa privatar mentanartænastur ikki er serliga stórur, men fyritreytin fyri einum stórur mentanarútboði vil undir øllum umstøðum vera ein stórur mentanareftirspurningur. Fyri at fáa live-tónleik, er neyðugt at hava eitt spælistað, og fyri at eitt spælistað kann bera seg, er neyðugt at fólk koma og lurta. Og um fólk ikki koma at lurta nóg ofta – kanska tí Gekkurin er so ótrúliga spennandi – so er ikki grundarlag fyri spælistaðnum, og harvið vil tað ikki vera grundar- lag fyri live-tónleiki… Bygdir við stórbýar­ ambitiónum Men Fuglafjørður – og øll onnur støð í Eysturoy – er eitt lítið stað við einum avmarkaðum eftir- spurningi eftir mentan. Og sjálvt um øll Eysturoy verður tikin sum ein eind, so er talan framvegis um eitt lítið øki. Um man vil hava eitt øki við einum sterkum mentanarligum profili, er tað tískil neyðugt at satsa upp á at styrkja ta almennu/kommunalu mentanina og ta sivilsam- felagsligu mentanina. Eg nevndi fyrr, at bygdafólk í dag eru at meta sum býarfólk, og hetta merkir, at bygdafólk eisini gjarna vilja konsumera borgarliga býarmentan. Tað er sjálvandi fullkomiliga ógjørligt at royna at matcha støð sum Keypmannahavn ella London, men minni kann eisini gera tað. Og her er tað vit koma inn á kommunala mentanarpolitikkin. Nógvar kommunur hava ásannað, at tað ikki longur einans eru góðir arbeiðsmøguleikar, ið draga fólk til, men eisini góðir frítíðarmøguleikar. Hóast tit ivaleyst kenna, at tit arbeiða alla somlu tíðina, so er støðan tann, at tit hava nógv meiri frítíð enn tykkara forfedrar høvdu. Mentan – men hvat slag av mentan? Av hesi orsøk er ein sterkur mentanarpolitikkur avgerandi fyri framburðin hjá hesum suburbanu forstaðarkommunu- num, ið Fuglafjørður eisini telist millum. Her er neyðugt at satsa breitt. Alt frá barnaansing og skúlum til ítróttaranlegg og mentanarhús hava týðning. Men mentan verður framvegis sæð sum luksus – sum tað leskiliga, men í grundini óneyðuga kremið á kommunalu køkuni. Skal tað sparast, so verður fyrst hugt eftir mentanarliga ”fløtaskúminum”. Summar smærri kommunur nýta enntá ikki meiri til mentan enn tað lógarfest neyðuga. Og um pengar skulu brúkast til mentan, so skulu teir helst brúkast til ítrótt – allarhelst fótbólt. Tað hevur víst seg, at í nógvum kommunum í Eysturoy eru tíggjutals miljónir farnar niður í fótbóltsvallir hesi seinnu árini – millum annað vegna herdu krøvini hjá UEFA. Men tað er greitt, at hetta má taka pengar frá øðrum møguligum íløgum í samfelagnum. Tað er ikki tí at tað er nakað galið við fótbólti. Ein fótbóltsvøllur er eitt framúr spælipláss, har børn kunnu savnast og renna bæði frustratiónir, hormonir og kaloriur av sær. Spurningurin er bara um íløgurnar í fótbóltin eru farnar ov vítt. Er tað veruliga rætt, at smápláss sum Fugla- fjørður, Gøta, Streymnes og Eiði nýta so nógvan pening til at tryggja fáum úrvalsspælarum møguleika at spæla í Formula- deidini? Man kundi gjørt so nógv annað fyri hesar pengarnar, ið kundi komið so nógvum fólki til góðar. Hvussu við einum ung- dómshúsi? Hvussu við mentanar- húsinum? Hvussu við eini viðalund við spæliplássi? Hvussu við gongurásum í høgunum? Man kann so mótmæla og siga, at tað ikki er nóg nógvur áhugi fyri slíkum. Men eg spyrji tykkum so: hvussu veit man tað? Kennir kommunan borgaran? Ein trupulleiki er, at kommun- urnar vita ikki hvat borgararnir vilja hava. Mentanarpolitikkur gongur fyri tað fyrsta út upp á at liva upp til lógina og harnæst at nøkta bráðfeingis tørvir, ið mega stinga seg upp. Í triðja føri snýr tað seg so um at prioritera millum tey ynski, ið teir mest ágangandi og hartrópandi áhugabólkarnir seta fram. Men at spyrja borgararnar hvat teir halda seg hava tørv á – tað verður als ikki gjørt. Onkur nøgdsemiskann- ing hevur verið gjørd, men tað finnast ongar kanningar av hvørjar fatanir borgararnir hava av tí góða lívinum. Tað hevði verið ynskiligt, um kommunur í størri mun nýttu orku til at savna inn systematiska vitan um lívs- formarnar og lívsstílarnar hjá sínum borgarum. Tað kundi verið at kommunurnar settu starvsfólk, ið sjálvi høvdu førleika fyri at stíla fyri slíkum kanningum. Tað kundi eisini verið, at kommunu- felagið hevði ein tilknýttan persón, ið kundi gera slíkar kann- ingar fyri kommunurnar. Tað kundi eisini verið Fróðskapar- setrið ella Granskingardepilin fyri Samfelagsmenning, ið stóð fyri slíkum kanningum. Tí hvat er leikluturin hjá kommununum? Sjálvandi eru kommunurnar stovnar, ið skulu loysa nakrar konkretar uppgávur. Men harumframt eru kommunur- nar til fyri at skapa ein nærleika millum borgaran og tað almenna. Her er tað, at kommunurnar svíkja so dyggiliga. Samskiftið millum kommunur og borgarar er út av lagi vánaligt. Fáar komm- unur hava yvirhøvur ein trivnaðar- stjóra ella trivnaðarleiðara. Og uppaftur færri kommunur hava ein kunningarleiðara. Tað tykist viðhvørt sum suksekriteriið hjá kommununum er, at borgararnir bara ikki skulu gera ov nógv vrøvl. Men kommunurnar kunnu eisini vera tilelvandi og ikki einans renna aftan á borgarunum. Kommunurnar kunnu skapa karmar fyri at fólk síggja nýggjar møguleikar á mentanarøkinum. Kommunurnar kunnu vera við til at økja um mentanarligu tilvitskuna í lokalsamfelagnum. Betri samskifti millum borgarar og kommunu Tað, at kommunurnar ikki miðvíst sýna áhuga fyri hvussu borgararnir fata tað góða lívið, ger at kommunustýrislimirnir og teir sterkastu áhugabólkarnir seta seg á kommunalpolitikkin. Millum teirra, ið hava ringt við at koma til orðanna eru tit konufólk, ið nú enn einaferð hava tikið stig til at stilla upp á einum felags lista her í Fuglafjarðar kommunu. Seinast fingu tit einans eitt umboð, og tað er at vóna, at fleiri kvinnur verða valdar inn á hesum sinni – ikki einans fyri kvinnulistan, men eisini á flokslistunum. Nú er Fuglafjørður ikki ringast fyri á mentanarliga økinum. Her er eitt mentanarhús, ið kann brúkast til mangt og hvat. Men tað ræður um at fáa nýggju ”mentanar- og menningar- deildina” hjá kommununi upp at virka best gjørligt. Eg skal ikki avgera fyri tykkum hvørji ting fuglfirðingar eiga at prioritera á tí mentanarliga økinum, men eg vil heita á tykkum um at styrkja sambandið millum borgarar og kommunu munandi. Tað er neyðugt fyri trivnaðin í kommununi, at fólk hava eina kenslu av at tey verða hoyrd og at kommunan ikki einans eru nøkur løgin fólk, ið sita og klandrast í teirra egnu lítlu verð – rópa ókvæmisorð eftir hvørjum øðrum ella hvat man annars kann uppliva í einum kommunustýri. Tað besta við at fáa fleiri kvinnur inn í kommunustýrið er ikki, at tit hava betri meiningar enn menninir. Tað besta er, at fólkið verður breiðari umboðað, umframt at tað verður skapt ein øðrvísi og meiri avbalanserað politisk mentan. Vónandi verður ikki tørvur á einum Kvinnulista til komm- unuvalið 2012. Vónandi verða tit kvinnur tá valdar inn gjøgnum flokslistarnar. * Greinin er ein fyrilestur hildin hóskvøld 6. novembur á valfundi hjá Kvinnulistanum til býráðvalið í Fuglafirði 2008. Greinin inniheldur element av ironi og skemti, og lesarin verður vinarliga biðin um at hugsa um hetta. mentanarpolitikkur tíðindi 31