Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-10, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. november 2008síða 32

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

32 Nr. 216- 10. november 2008 Andlát og jarðarferðir Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Simona Djurhuus úr Froðba, búsitandi í Hanst­ holm, andaðist hósdagin, 94 ára gomul. Jarðarferðin verður týsdagin klokkan 13 úr Hanstholm kirkju. Andlát og jarðarferðir Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, sum vístu samkenslu, tá Fía Svabo Lützen Tórshavn doyði og varð jarðað. Vit takka Sonju Klein, presti, fyri vøkur orð. Takk til øll, sum sendu blómur, kransar og peningagávur til Deild 5 á Landssjúkrahúsinum. Tøkk øll tit mongu, sum fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Fyri tey avvarðandi Bjørg og Knút v. fam. Hósdagin 30. Oktober kl.15.00 var móttøka inni á Steinamørk í Søldafirði, har hugnaligu sjónvarpshølini eru innrættaði. Tað var nýggja Kristiliga sjónvarps­ rásin IKTUS, sum hevði bjóðað inn. Borðreitt var við ymiskum søtum, sum hoyrir til eina móttøku: kaffi, te, sodavatn, køkur, bollar og karamellir. Heilt greitt var tað kortini, at tað, sum hevði týdning undir móttøkuni var ikki tað søta, sum vit kunnu koyra inn í munnin, men heldur tað, sum vit fáa inn ígjøgnum eyguni. Hendan dagin byrjaði tað almenna virksemi hjá sjón­ varpsrásini IKTUS, sum er ein rás, sum burturav fer at senda kristiligt tilfar, so sum møtir, fyrilestrar, and­ aktir, upplestur, bíbliulestur, tónleik, konsertir, filmar, samrøður, kjaksendingar, náttúrusendingar, barna­ sendingar, ungdómssend­ ingar og mangt annað. Tey fara at leggja seg eftir at senda mest møguligt av før­ oyskum tilfari. Longu nú hava tey nakað av tilfari liggjandi, bæði av møtum og samrøðum. Hetta kemur at verða sent ein av fyrstu døgunum. Tey fara eisini at lýsa við eini sjónvarpsskrá. Niðast á breddanum á sign­ almyndini á sjónvarps­ skýggjanum verður lýst við komandi sendingum. Tey hava valt at brúka 2000 ára gamla kristna fiska­ merkið, sum teirra búmerki við undirheitinum IKTUS, sum eisini er navnið á rásini. At tey fyrstu kristnu valdu sær fiskin sum felagseyðkenni komst óivað av, at Jesus valdi sær fiskimenn sum sínar fyrstu fylgisneytar, og hann segði við teir, at frá nú av eru tit menniskjafiskimenn. Tað er hetta, sum er endamáli við sjónvarpsrásini IKTUS, nevniliga at leggja út á fólka­ havið og kasta netið og “fis­ ka” menniskju fyri Kristus. Við eini sjónvarpsrás sum hesari hevur alt Guds fólk í Føroyum fingið atgongd til eitt andaligt veiðiamboð, eitt “fiskinet,” sum fevnir um stórar partar av landin­ um, og sum vónandi um ikki so langa tíð vil fevna um alt landið og enntá út í heim á alnótini. Tvørkirkjulig Støðin hoyrir ikki til nakra ávísa samkomu ella kirkju, men ynskir at verða eitt amboð, sum allar samkomur kunna gera brúk av. Tey á Iktus uppmuntra samkomur og kirkjur at sláa seg saman um at gera íløgur í upptøku­ tól og sjálvi taka møtir, Guds­ tænastur og annað upp, sum síðani kann verða sent á rásini hjá Iktus. Svenning av Lofti kemur at vera vertur við eini regluligari sending, har hann kemur at hava samrøður við fólk úr ymisk­ um samkomum – eitt slag av andaligum talk show. Móttøkan Væl av fólki var komið á gátt at heilsa upp á innbjóðarnar og nógv vóru blómutyssini við tilhoyrandi góðynskjum. Vit fingu øll høvi at heilsa upp á Randi og Petur Jac­ob­ sen og familju teirra, sum eru stigtakarar til hetta stóra nýbroti í føroyska fjøldmiðla­ heiminum. Tað er dótturin, Anja, sum er væl kend frá dagligu bíbliulestrunum á Rás 2, sum er settur leiðari og ábyrgdari av nýggju rás­ ini. Anja bjóðaði øllum væl­ komnum, samstundis sum hon bjóðaði einum og hvørj­ um at bera eina heilsu fram. Móttøkan var live, t.v.s. at hon varð send beinleiðis í televarpinum. Tað vóru fleiri, sum brúktu høvi at koma við eini heilsu, m.a. Svenning av Lofti, Jógvan á Lakjuni, fyrrv. mentamálaráðharri. Rúna Sivertsen, Poul Jóhan Djurhuus, stjórin á tele­ varpinum og 91 ára gamli Klaksvíkingurin Jógvan Gerða líð, og hesar heilsur vórðu sendar beinleiðis út í luftina. Stuðul Rásin kemur ikki at verða drivin handilsliga, sum merkir, at tey koma ikki at hava handilsligar inntøkur. Stigtakarnir vóna og trúgva upp á, at samkomur/kirkjur, fyritøkur og einstaklingar taka væl undir við nýggja átakinum og seta sær fyri í hjartanum at stuðla rásini við regluligum gávum. Tey, sum ynskja at verða fastir stuðlar, kunnu stovna fastar mánaðarligar flyting­ ar í peningastovnunum ella nýta heimabankan. Hugsa ikki, at upphæddin er ov lítil. Føstu gjøldini kunnu t. d. vera 50 kr. 75 kr. 100 kr. 125 kr. 150 kr. 175 kr. 200 kr. o.s.v. Við nýggju rásini hevur tann kristni áhugabólkurin í Føroyum fingið eitt tilboð, sum hann aldri áður hevur havt. Tí eiga vit at taka væl ímóti hesum nývunna møgu­ leika við dyggum stuðli og breiðari nýtslu. Um onkur vil vita meiri um hvussu ein kann stuðla Iktus, er ein vælkomin at seta seg í samband við rás­ ina á tlf: 507710 ella T­post: anja@iktus.fo ella skriva til: Iktus, c­/o Anja Hansen, Landsvegur 9 fo­511 Gøtu­ gjógv. Heimasíðan: www. iktus.fo Iktus er ein free­to­air rás, sum merkir, at tú skal ikki nýta kort og er ókeypis at síggja. Poul Jóhan Djurhuus Gjaranes@post.olivant.fo Nú sendir nýggja sjónvarpsrásin Iktus Hósdagin 6. november fylti Agnar Nielsen í Vestmanna 80 ár Agnar er vestmenningur, sonur Sannu Aagaard úr Leirvík og Jens Nielsen úr Vestmanna. Hann bleiv útbúgvin skipstimburmaður í 1949 og var bedingsmeistari á skipasmiðjuni í Vestmanna frá 1958­65 og stjóri á Vest­ manna Skipasmiðju frá 1972­81. Eisini arbeiddi hann sum kavari frá 1966­ 72. Agnar var løgtingsmaður í 20 ár, hann umboðaði sam­ bandsflokkin í Norður­ streymoy og var løgtingsfor­ maður frá 1978­79 og frá 1989­90. Hann var formaður í nevndini fyri Tryggingar­ sambandið Føroyar frá 1980­84. Hann sat í Føroya kirkjustjórn í 25 ár og sum umboð í Norðurlandaráð­ num í 10 ár. Eisini hevur hann verið virkin í kirkju­ og missiónsarbeiðinum í Vestmanna, og sat hann í mong ár í stýrinum fyri missiónshúsið í bygdini, var limur í kirkjuráðnum og deknur. Agnar hevur eisini verið virkin innan Blá Kross frá ungum árum av, hann í mong ár formaður í lands­ nevndini hjá Bláa Krossi í Føroyum. Agnar giftist við Lilly, f. Poulsen, úr Vági, tey fingu 9 børn. Eftir at konan Lilly andaðist, giftist Agnar upp­ aftur við Claru Borgarlíð úr Havn, sum andaðist í 2003. Agnar Nielsen 80 ár