mánadagur 10. november 2008síða 33
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 216- 10. november 2008
33
At skriva minningarorð um
ein, sum ein hevur fylgst
við og hevur havt samfelag
við, bæði til gamans og
álvara, upp gjøgnum barna-
ungdóms- og manndómsár-
ini, fellur ikki lætt, men eg
ynski at royna at festa á
blað nøkur orð um mín
kæra vin.
Tung vóru boðini eg fekk
hendan morgunin, tá elsti
sonur okkara ringir og
sigur, ”Babba, Jóa er deyð-
ur.” Tað var sum at alt steðg-
aði upp, stóð sum negldur
mitt á gólvinum eina góða
løtu, hugsaði við mær
sjálvum, tað kann ikki
passa, tað er minni enn eitt
døgn síðan, eg tosaði við
hann, men spakuliga rann
veruleikin upp fyri mær,
settist
hugtungur
niður,
royndi at rista hetta av mær,
tí tað kendist so veru-
leikafjart og ikki er lætt at
siga, hvat fer ígjøgnum eins
høvur eina slíka løtu.
Jóa var úr Syðrugøtu,
næðstelstur av fimm sytskj-
um, sonur Mariu hjá Sáru
og Eiðis Hans Jacob, og
Esmar,
hjá
Lenu
og
Jóannes á Lakjuni.
Eg skuldi havt allar for-
treytir fyri at skriva eina
langa grein, tí at heim
teirra var tað staðið har í
bygdini, sum eg kom oftast
inn á vitjan. Frá smádreingi
av og allan vegin upp ígjøg-
num ungdóms- og mann-
dómsárini, var næstan ikki
dagur, at eg ikki var á gátt
hjá teimum, væl at merkja
tá eg var heima, tí arbeiði
mítt bleiv eisini á sjónum.
Eg helt, at tað møguliga
bleiv eitt sindur lættari at
samla tankarnar um at
skriva, tá ein tíð var frálið-
in, men so er ikki.
Tað er ikki ein dagur,
hvar hugurin ikki reikar
aftur til tíðir, ið vit høvdu
saman. Vit fylgdust upp
gjøgnum skúlaárini í Gøtu
skúla, mentust sum ung-
lingar, fóru til skips, vóru
saman við fleiri skipum og
bátum, men tað kom eisini
fyri, at vit ikki vóru við
sama skipi; men vóru vit
so heima í senn, vóru vit
næstan altíð saman.
Árini 1973-1974 gekk
Jóa á skiparaskúla í Havn.
Tá hann var liðugur, fór
hann at sigla sum stýrimað-
ur við ymiskum skipum,
m.a. við Orion, Jupiter og
Beinir.
Jóa fekk sær konu úr
Fuglafirði, Gudny, dóttir
Judith og Grias Ellings-
gaard. Tey fingu trý børn,
Esmar, Guðrið og Anna
Mariu, og tey kundu gleð-
ast saman við fýra ommu-
og abbabørnum.
Tey fyrstu árini búðu tey
í Fuglafirði, fluttu so út til
Gøtu í barnaheimið hjá
Mariu, mammu Jóa, og
búðu har til tey fluttu í síni
egnu hús, sum tey høvdu
bygt uppi í Tungu.
Lagnan er ikki altíð líka
mild, tað máttu Jóa og
systkini eisini sanna. Eftir
drúgva sjúkralegu doyr
mamma teirra 19. mars
1993, og longu tann 19.
apríl sama ár doyði pápi
teirra, sostatt var bert ein
mánaði
ímillum.
Sum
verða man er slíkt sera
hugstoytt, tá sorgin og sakn-
urin kemur, og ein kanska
hugsar, hví hendir hetta
meg ella okkum.
Men eg hugsi, at Skap-
arin hevur lagt hetta í okk-
um, at vit rokna ikki við, at
vit sjálvi verða rakt, fyri at
vit ikki skulu stúra framm-
anundan.
Abbi Jóa var bóndi, eftir
hann tók pápi Jóa við fest-
inum, og nú stóð so elsti
bróðurin Frits til at festa,
men hann ynksti at Jóa
skuldi hava festið eftir
pápan. So statt gjørdist Jóa
bæði sjómaður og bóndi,
men hann hevði góða hjálp
í
systkinabarni
sínum
Jóhan, sum røktaði fyri
hann. Eftir at Jóa í fleiri ár
hevði siglt sum stýrimaður,
serliga
við
nótabátum,
gjørdist hann skipari, og
var hann millum annað
skipari á Finni Fríða (fyrrv.
Nýborg) og Tróndi í Gøtu,
har hann var, til nú hann
andaðist 15. august bert 56
ára gamal.
Tað er við kenslum, sum
ikki kunnu sigast, at eg
royni at festa hesar reglur á
blað. Eg minnist so mangar
løtur saman, har ið tosað
bleiv um alt møguligt, um
hvussu familjukærur hann
var, og hvussu hann elskaði
síni kæru. Hann hugsaði
ikki bert um dagin í dag,
sjálvt um vit bert eiga ein
dag í senn, nei hann hugsaði
frameftir. Minnist einaferð
hann segði, at hann ætlaði
at lata sonin Esmar yvirtaka
festið. Spurdi hann, um
hann longu var keddur av at
vera bóndi. Nei, segði hann,
men Esmar hevur góðan
hug til seyð og jarðarbrúk,
og hann hevur góð evnir,
kanska eitt sindur bráður og
fortur, men tað skal nokk
fara av honum við tíðini, og
eg ætli mær ikki at vera ein
forðan, men loyva honum
at byrja, meðan hann er
ungur.
Soleiðis
var
hugsunarháttur
hansara
millum annað. Og hetta
angraði hann ikki, tí Esmar
sveik ikki tað álit, sum
pápin hevði á honum.
Jóa var altíð klárur at
hjálpa og geva øðrum burt-
urav, tí sum hann átti.
Mangur við mær kann
takka honum fyri troyst og
stuðul.
Vit kendu báðir til lívs-
ins harða skúla við heims-
ins freistingum, men tað
størsta av øllum og tað sum
hevur týdning í hesum lívi
og ikki minst í ævinleik-
anum, komu vit eisini at
kenna. Hettar, at eiga frið
við Gud ígjøgnum Jesusar
fullgjørda verk á Golgata.
Gudda og Jóa fluttu
oman í barnaheim hansara
at búgva, tá foreldur hans-
ara vóru deyð, og høvdu
tey gjørt húsini í stand, so
har var alt blivið sera snoti-
ligt.
Nú komið er inn í okto-
ber mánaða, tá hesar reglur
verða skrivaðar, og skurð-
fjøllini blíva gingin, reika
hugsanir mínar til tær
mongu mongu løtur, har
vit stóðu lið um lið og
flettu, við hvørt einsamallir,
aðrar tíðir fleiri, løtur sum
standa prentaðar í sinnið.
Eisini eftir at vit fluttu til
Danmarkar
at
búgva,
høvdu vit samskifti millum
heim teirra og okkara, og
mangt gott hava vit notið
av gávumildni teirra. Ong-
antíð fari eg at gloyma
hendan
mannin,
sum
gjørdist mín kærasti vinur.
Til tykkum, systkin hans-
ara, Frits, Petur, Sonja og
Hans Jákup, Harrin signið
tykkum og styrki tykkum.
Gudda, Esmar, Guðrið
og Anna Maria, tit hava
mist ein kæran mann og
pápa sum elskaði tykkum,
og abbabørnini ein abba
sum elskaði tey. Men
minnist til, at Hann, sum
sendi boð eftir Jóa og tók
hann heim í dýrdina til Sín,
eisini hevur samkenslu við
tykkum í sorg tykkara,
Harrin Jesus, sum hevur
lovað at verða við okkum
allar dagar líka til enda
tíðarinnar, Hann vil eisini
troysta og styrkja tykkum.
Við hesum fátøku orðum
ynski eg at lýsa frið yvir
minnið um mín kæra vin
Jóa.
Sámal
Minningarorð um mín góða vin
Jóannes (Jóa) Mikkelsen
f. 24/12-1951 - d. 15/8-2008
nøvn
Bert ein lítil heilsan,
elskaða omma Kirstin
Danielsen úti í Grøv
í Klaksvík fyllir 85 ár
tann 13. november
2008
Orð eru so fátøk, tá ið vit
skulu siga nakað um teg
omma.Tú ert ein ímynd av
góðsku, kærleika, eymleika
og øllum tí góða, sum menn-
iskjan burdi havt sett sær
sum mál í lívinum. Høvdu
øll verið sum tú, so sá heim-
urin annarleiðis út í dag.
Vit minnast øll systkini,
hvussu gott tað var at koma
inn til tín, líka mikið, hvørja
tíð á degi,- og fingu hendan
vælsmakkandi matin úr tín-
um kønu hondum, óansæð
heitt ella kalt, borðreitt við
alskyns góðgæti, sum bert
tú visti, hvat ið okkum
dámdu. Enn tann dag í dag
nýta vit gott av hesum! Tús-
und, túsund takk omma!
Sum heilt lítil – og størri,
tá ið vit høvdu spælt, svom-
ið, fangað síl í Gravará ella
komu av fótbóltsvøllinum
móð, svang, plaskvát og
køld, hvussu gott og trygt
og fjálgt tað var, at tú tók
hond um okkum. Altíð ein
góðan bita, síðani klæðini
av og undir dýnuna hjá tær
at heita okkum. Tá ið vit so
vaknaðu aftur, tá vóru klæð-
ini bæði rein, turr og heit at
fara í. Mangan hava vit
minst aftur á hetta tíðar-
skeiðið í okkara lívið.
Her er so nógv at greiða
frá elskaða omma og vit
kundu hildi áfram, men alt
hetta rúmast ikki í einum
vanligum vikublaði, tían-
verri.
Títt lív hevur mangan ver-
ið strævið. Tú sat sum
einkja bert 36 ára gomul
við trimum smádreingjum
og hóast ringar tíðir, so
valdi tú ikki at gifta teg aft-
ur, men heldur at taka tær
av synunum í tínari lítlu,
hugnaligu og fjálgu smáttu
úti í Grøv. Tað má næstan
vera eindømi. Har hevur
altíð verið onkur inni á gólv-
inum, bæði smá og stór og
tú hevur stákast við tínum
góða mati og hetta hava vit
eisini fingið okkara ríka
part av.
Nú, tá ið tú rundar tey 85
árini, øll hesi árini, tú hevur
litið Harranum í hendur,
kanst tú líta aftur um bak
og síggja, at tínar farleiðir
vóru tær røttu og bestu.
Hetta ásanna vit ommubørn-
ini eisini.
Vit skulu takka tær fyri
alt vælsignilsi frá tær omma
og gleða okkum til nógv,
nógv ár afturat saman við
tær. Og vit ynskja, at Harrin
signar teg í ríkiligt mát!
Hjartaliga tillukku omma!
Joan, Thorvald, Atli
og Karstin
Kirstin Danielsen 85 ár
Dagurin
10. oktober. Luther.
Sjálvandi ikki komin í
álmanakkarnar sum
halgimenni, men
dagurin er í luthersku
kirkjuni settur sum
minningardagur hansara.
Hann varð borin í heim
10. november 1483 í
Eisleben í Týsklandi.