Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-10, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. november 2008síða 35

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 216- 10. november 2008 35 Stutt Sagt Úrslitið ein am­er­ ikanskur sigur George W. Bush, forseti, sigur seg vera sera fegnan um úrslitið av forsetavalin­ um í síðstu viku. Hóast hann ivaleyst vildi hava floksfelagan John McCain at vinna valið, sigur Bush, at sigurin hjá Barrack Ob­­ ama er ein sigur fyri am­ erikanska søgu, sum hann orðar tað samb­ært AP. Í síni vikuligu útvarps­ røðu segði tann fráfarandi forsetin, at amerikanararnir hava valt ein forseta, sum umb­oðar ein sigur fyri amerikanska søgu. Hann legði afturat, at valið sein­ asta týsdag vísir, at hart arb­eiði og b­jartskygni geva úrslit, og at fólk framvegis hava álit á USA. ­ Saman við tí amerik­ anska fólkinum ynski eg tí komandi forsetanum eydnu, og Laura og eg vóna, at Ob­ama­húskið fær líka nógva gleði í hesum undurfullu húsum, sum vit hava havt, segði tann fráfar­ andi forsetin. Bush, sum fer frá tann 20. januar, hevur sagt, at hann mog hansara umsit­ ing fara at veita tí komandi forsetanum og fólki hans­ ara allan tann stuðul og alla ta hjálp, sum tey b­iðja um. Demokraten Ob­ama afløser Bush på præsident­ posten 20. januar. Mintust krystall náttina Um vikuskiftið varð skipað fyri einum serligum tiltaki í Berlin, har nógvir týðandi týskarar við Angelu Mer­ kel, kanslara á odda mintust 70 ára dagin fyri ta tiltiknu Krystallnáttina tann 10. novemb­er í 1938. Ta náttina fóru nazistar herjandi um alt Týskland, har teir løgdu á hús, ognir og fyritøkur, sum jødar áttu. Fleiri hundrað jødisk samkonuhús vórðu b­rend í grund, umleið 90 jødar vórðu myrdir, og umleið 30.000 aðrir vórðu hand­ tiknir og fluttir í fanga­ legur, har teir flestu seinni vórðu tiknir av døgum. Tiltakið í Berlin var í tí størsta jødiska b­ønhúsinum í b­ýnum. Angela Merkel helt røðu. Hon segði mill­ um annað, at tað, sum hendi Krystallnáttina, eigur at fáa týskarar at venda sær ímóti øllum, sum yvirhøvur minnir um jødahatur. Umleið seks milliónir jødar lótu lív í seinna heimsb­ardaga og árunum undan b­ardaganum. SAMBAND árNi joeNSeN fArtekSt@MAil.Dk - Sarah Palin hevur ikki fylgt við tí politiska orðaskiftinum í USA tey seinastu tíggju árini (Kelda við CNN) útlond Nógvir amerikanarar vænta, at Barrack Obama fer at herða vápnalógina, og tí keypa fleiri sær vápn, áðrenn nýggi forsetin tekur við Hagtølini hjá samveldisløg­ regluni FBI vísa, at vápna­ sølan í USA vaks munandi, tá tað gjørdist greitt, at Bar­ rack Ob­ama fór at vinna for­ setavalið. FBI sigur, at tann seinasta mánaðin undan val­ inum seldu vápnahandlarnir næstan 1,2 millión hond­ vápn. Tað er umleið 15 pro­ sent meiri enn vanligt, og b­æði FBI og vápnahandils­ menninir halda, at fólk vildu tryggja sær vápn, áðrenn Ob­ama fær stundir til at herða galdandi vápnalóg. ­ Tað er einki at ivast í, at tann stóra vápnasølan hevur samb­and við forsetavalið. Vit sóu týðiliga, at tess nærri vit komu valinum, og tess greiðari tað b­leiv, at Ob­ama fór at vinna, tess fleiri vápn vórðu seld, sigur Tony Aeschliman, sum er talsmaður fyri felagsskapin National Shooting Sport Foundation. Hann leggur afturat, at vápnahandlar um alt landið siga seg hava havt metsølu tann seinasta mánaðin, og tað vátta handilsmenninir. ­ Fólk vænta, at vápnalóg­ in verður herd. Grundlógin gevur okkum rætt til at hava skotvápn, men Ob­ama fer at royna at taka tann rættin frá okkum, sigur ein vápna­ handilsmaður í Houston í Texas við NTB. Í vápnahandlinum Contin­ ental Arms í b­ýnum Balti­ more ivast tey heldur ikki í, at valsigurin hjá Ob­ama hevur ávirkað vápnasøluna. ­ Fólk siga einki, men eg eri sannførdur um, at val­ sigurin hjá Ob­ama hevur gjørt sítt, tí øll vita, at hann er ímóti skotvápnum, sigur handilsmaðurin. Banna sum­m­um­ vápnum­ Undir valstríðnum vissaði Barrack Ob­ama amerikan­ ararnar um, at hann virðir grundlógina, men sum lokalpolitikari í statinum Illinois atkvøddi hann fleiri ferðir fyri at herða reglurnar um, hvørji vápn handlarnir kunnu selja. Tey, sum eru fyri at varðveita verandi vápnalóg, vænta, at Ob­ama fer at leggja uppskot fyri Kon­ gressina um at b­anna ein­ støkum skotvápnum, eitt nú ávísum riflum. Tey vísa á, at demokratarnir hava meiri­ luta b­æði í Senatinum og Umb­oðsmannatinginum, og tí kann Ob­ama fáa slík herðandi uppskot samtykt. Tony Aeschliman sigur við NTB, at tá Bill Clinton tók við forsetaemb­ætinum fyri átta árum síðani, vaks vápnasølan eisini nógv, tí eisini tá væntaðu fólk, at tann nývaldi forsetin fór at herða vápnalógina. Am­erikanarar vápna seg áðrenn Obam­a tekur við Tað eydnaðist ísraelskum hermonnum at hjálpa drong­ inum á eitt sjúkrahús Støðan millum jødisk niðursetufólk og palestinar á Vestara Áarb­akka hevur verið spent í seinastuni, og fleiri ferðir hava ísraelskir hermenn verið noyddir at forða jødiskum niðursetu­ fólkum í at gera seg inn á sivilar palestinar. Leygardagin komu her­ menninir tó ov seint, tá nøkur jødisk niðursetufólk løgdu á ein seks ára gamlan palestinskan drong í b­ýnum Heb­ron. Eygnavitni søgdu frá, at niðursetufólkini stein­ aðu drongin, men at tey tóku til rýmingar, tá ísra­ elskir hermenn komu drong­ inum til hjálpar og fluttu hann á sjúkrahús. Hann hevði tó ikki fingið stór­ vegis skaða. Bilal Dana varð álopin tætt við jødisku niðursetu­ b­ygdina Kiryar Arb­a, sum er nærhendis palestinska b­ýnum Heb­ron, og her hava viðurskiftini millum niður­ setufólkini og palestinarar­ nar verið serliga spent. Jød­ isk niðursetufólk hava fleiri ferðir lopið á palestinar og ísreaelskar hermenn, skrivar NTB. Ísraelski verjumála­ ráðharrin, Ehud Barak, hev­ ur sagt, at herurin fer ikki at slaka. Tann kenda suður­ afrikanska song­ kvinnan Miriam Mekeba doyði í nátt, 76 ára gomul Miriam Makeb­a, sum var kend undir navninum „Mama Africa“, kendi seg illa aftan á eina konsert í Italia í gjárlvøldið. Hon b­leiv alt fyri eitt flutt á sjúkrahús, og har doyði hon í nátt. Miriam Makeb­a, sum var fødd í Johannesb­urg í 1932, gjørdist kend, tá hon og suðurafrikanski b­ólkur­ in The Manhattan Brothers vóru á konsertferð í USA í 1959. Hon stríddist ímóti tí hvíta apartheid­stýrinum í Suðurafrika og noyddist at b­úgva í útlegd í 31 ár. Miriam Makeba Mynd: AP Jødisk niðursetufólk løgdu á seks ára gam­lan sm­ádrong Mam­a Africa deyð Ísraelskir hermenn fluttu drongin á sjúkrahús Mynd: AP Barrack Obama fer helst at royna at herða ta lagaligu vápnalógina Mynd: AP