mánadagur 10. november 2008síða 36
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
36
Nr. 216- 10. november 2008
tíðindi
Stjórin í Fiskavirking
hevur bjóðað suður
oyingum at keypa
flakavirkið í Vági fyri
30 milliónir
Kreppufundur
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Suðuroyingar hava nú fing
ið at vita frá Fiskavirking,
at teir eru vælkomnir at
keypa flakavirkið í Vági
fyri 30 milliónir.
Tað varð upplýst á kreppu
fundi, sum arbeiðarafeløgini
í Suðuroy skipaði fyri í
Vági í gjár, um vánaligu
støðuna í Suðuroy.
Við á fundinum vóru eis
ini umboð fyri bý og bygda
ráð í oynni, landsstýrisfólk
og landsstýrisfólk.
Á fundinum tosað um,
hvat kundi gerast við støð
una í Suðuroy, har arbeiðið
er munandi minkað, serliga
hetta seinasta hálva árið,.
Flakavirkið í Vági hevur
staðið stilt í at kalla seks
vikur, samstundis sum bæði
Føroya Tele og Føroya
Banki hava sagt fólki upp.
30 milliónir á borðið
Fundarfólk siga fyri Sosial
inum, at á fundinum upp
lýsti borgarstjórin í Vági, at
hon hevði verið í samband
við stjóran í Fiskavirking
og tað endaði við, at stjórin
bjóðaði
suðuroyingum
flakavirkið í Vági til keyps
fyri 30 milliónir.
Kirstin Strøm Bech, borg
arstjóri í Vági, sigur, at hon
hevur verið í sambandi við
nevndarformannin í Fiska
virking at vita, hvørjar ætl
anir, fyritøkan hevur við
virkinum í Vági.
Nevndarformaðurin
vísti til stjóran og í samrøðu
við meg fríggjadagin, varð
ein prísur upp á 30 milliónir
fyri virkið í Vági, nevnt,
sigur hon
Men tað fyriliggur so ong
in ætlan um tað, leggur hon
afturat.
Hon staðfestir, at Vágs
Kommuna ætlar ikki á nakr
an hátt at leggja Fiskavirking
fótonglar í vegin fyri virk
seminum í Vági.
Men sjálvandi hevur tað
størsta áhugan hjá komm
ununi, at fáa at vita, hvørjar
ætlanir, fiskavirking hevur
við virkinum í Vági, tí tað
hevur so stóran týdning fyri
fíggjarstøðuna hjá Vágs
Kommunu.
Má takast upp
Kirstin Strøm Bech sigur,
at býráðið fegnaðist um, tá
ið fiskavirking fekk gongd
aftur á virkið í Vági og at
tað besta hevði verið, at
arbeiðið á virkinum varð
varðveitt.
Tað var rættiliga nógv
arbeiðið á virkinum alla tað
fyrstu tíðina, men seinastu
vikurnar hevur onki verið.
Men klárar Fiskavirking
ikki at hava virkið í Vági
ígongd, er tað ein spurningur
um, hvat so skal henda, um
Fiskavirking er sinnað at
lata onnur sleppa framat
virkinum.
Men so er tað tann sein
asti trumfurin og tað er, at
Virkið
hjá
fiskavirking
stendur á grund, sum er
leigaður frá kommununi.
Og kommunan hevur fyrr
róð framundir at siga sátt
málan upp, so at fiskavirking
má taka virkið niður, so at
onnur kunnu fáa atgongd til
grundøkið.
Tann spurningurin er ikki
aktuellur í løtuni, men kem
ur ikki gongd á aftur, er
hetta ein spurningur, sum
býráðið noyðast at taka
upp, sigur Kirstin Strøm
Bech.
Vit eru ikki úti eftir, at
fiskavirking
skal
selja
virkið í Vági, men er áhugi
ikki fyri at hava tað opið,
má tann spurningurin eisini
takast upp, sigur Kirstin
Strøm Bech.
Vit hoyra meiri um fundin
um støðuna í Suðuroy í
seinni bløðum.
Flakavirkið í Vági til sølu
fyri 30 milliónir
Á fundinum í Vági í gjár, var álvarsama støðan í Suðuroy til viðgerar
unga Tjóðveldi
tíðindaskriv
Ungdómsráð:
Unga Tjóðveldið heldur tað
verða týdningarmikið at
ung verða hoyrd og at farið
verður frá at serfrøðingar
innan ungdóm verða hoyrd,
heldur
enn
ungdómurin
sjálvur.
Hetta skal gerast við at
stovna eitt ungdómsráð,
sum er mannað av umboð
um úr fólkaskúlunum í
kommununi, umframt ein
um miðnámsskúlanæmingi.
Miðnámsskúlanæmingurin
skal hava til endamáls at
samskipa arbeiði og bein
leiðis samstarv skal verða
millum ungdómsráðið og
Føroya Ungdómsráð.
Nevndin skal verða eitt
beinleiðis talirør hjá teimum
ungu í kommununi og til
Býráðið. Gjørligt skal verða
hjá
fólkaskúlanæmingum
og miðnámsskúlanæming
um í kommununi at senda
uppskot til ungdómsráðið,
sum ungdómsráðið síðan
tekur støðu til og leggur
fram fyri býráðnum um
meiriluti er fyri tí.
Hetta krevur tó, at býráðs
limir eru opnir fyri at taka
uppskot frá næmingum til
eftirtektar og ikki minst at
taka uppskotini í álvara.
Musikkskúli skal
byggjast saman við
Marknaðargilsdeplinum
Unga Tjóðveldið heldur at
okkara tónleikarar hava ikki
nøktandi umstøður og tískil
hevði tað verið upplagt at
Tórshavnar býráð tók upp
samrøðu við landsmyndug
leikarnar til tess at fáa hølir
til ein musikkskúla í Markn
aðargilsætlanunum. Eisini
skal tað vera við í ætlan
unum at møguleikar verða
hjá teimum, ið ikki eru
næmingar á musikkskúlan
um, at læna høli at venja í
ella at hava framførslur í.
Viðurkenna sína vitan
Vit halda tað verða týdning
armikið, at okkara fólka
valdu viðurkenna at tey ikki
eru alvitandi, og við hesum
í huga leita sær til fólkið og
til tær submentanir, sum
eru í kommununi, til tess at
hoyra hvat hesi hava á
hjartanum. Vit í Unga Tjóð
veldinum hava nógv sam
band við ung fólk, ið ikki
trívast í Føroyum av ymsum
orsøkum, og vanligt hevur
verið at hesi fólk ongantíð
verða hoyrd. Tí skulu okk
ara býráðslimir taka sær
stundir til at seta seg saman
við umboðum frá ymsum
samfelagsbólkum, til tess at
fáa kunning um teirra ynski
og teirra tørvir.
Umrøddu samfelagsbólk
ar / submentanir kunnu t.d.
verða tónleikarar, listafólk,
fólkaskúlanæmingar
og
annars ung, ið eru virkin á
ymiskan hátt.
Eitt nú í Espo kommunu í
Finnlandi hava politikarar
verið í barnagørðum og
frítíðarskúlum, har tey hava
spurt børnini, hvat tey
ynskja í teirra gerandisdegi
har, og hava tey góðar og
úrlslitaríkar
royndir
av
hesum. Hetta prógvar, at
fólkaræði virkar til fulnar,
líka niður til 4 ára aldurin.
Ókeypis barnaansing fyri
ungar familjur
Unga Tjóðveldið vil virka
fyri, at øll barnaansing í
kommununi verður ókeypis
fyri foreldrini. Hetta merkir
at
kommunan
yvirtekur
gjaldið, sum í dag liggur á
foreldrunum fyri at hava
børnini ansaði, og at hetta
verður fíggjað av íløguparti
num hjá kommununi sum
ein sosial íløga. Í dag gjalda
foreldur umleið 20 mió. til
kommununa fyri barnaans
ing, og er ætlanin at henda
útreiðsla framyvir verður
borin av kommununi. Hetta
fer at gera tað meira eggj
andi fyri ungar familjur at
seta búgv í Tórshavnar
kommunu, og er hetta sam
stundis ein lætti hjá ein
støkum uppihaldarum.
Valskrá hjá Unga Tjóðveldinum fyri Tórshavnar Kommunu