týsdagur 11. november 2008síða 2
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
tíðindi
Nr. 217 - 11. november 2008
Fá vilja ganga við
til, at ein stór plakat
ella lýsing er tað, ið
avgerð hvørjum teirra
atkvøða gagnar, men
tað vísir seg, at allar
lýsingar ávirka á
onkran hátt. Árið í ár
er ikki nakað frávik,
tá hugsað verður
um plakatir, men
rákið hevur við sær,
at lýsingarherferðin
eisini gongur fyri seg
á alnótini
Býráðsval
Bergur Johannesen
bergur@sosialurin.fo
- Hóast eg ikki heilt minnist
hvussu tað var síðst, so havi
eg kensluna av, at fleiri
lýsingar
eru
at
síggja
hesuferð. Valevnini hava
eisini gjørt meira burturúr,
lýsingarnar eru størri og
líkjast teimum, sum eru at
síggja til løgtingsval, sigur
Kári Durhuus.
Hinvegin
metti
Øssur
Wintereig, tíðindamaður, at
í Havnini merkist valið eins
nógv sum seinast. Tó tyktist
tað honum, sum tað hevur
verið heldur tamt um restina
av landinum. Frá støðum
sum Runavík og Klaksvík,
har stór útskifting kann
væntast, hevur verið lítið at
hoyrt.
- Eg havi upplivað, sum
til hvørt val, at eg eri koman
at kenna fleiri nýggj andlit
og nøvn, orsakað av stórum
plakatum,
sigur
Øssur
Wintereig. Serliga eru tað
tey nýggju og ungu fólkini,
ið koma til sjóndar. Hesar
lýsingarnar gera, so fólk
byrja at spyrja hvørji hesi
eru og hvørjum tey standa
fyri. Men hvussu nógvar
atkvøður ein plakat gevur
er sera ivasamt, greiðir
hann frá.
Ymiskt er eisini hvussu
lýsingarnar verða móttiknar.
Til dømis nevnir Øssur
Wintereig,
at
fleiri
av
plaktum
Fólkaflokksins
ikki fullu í hansara smakk,
- Svørtu litirnir, myrku
myndirnar, myrki teksturin,
tær
eru
beinleiðis
óhugnaligar. Á summum
øðrum er so at siga øll
valskráin
skrivað
við
smáum stavum, so tað als
ikki ber til at lesa, tá man
koyrir framvið. Men summi
andlit tó hava verið sera
sjónlig, sjálvandi Heðin
Mortensen, Jógvan Arge og
Ella Müller, sum hevur
plakatir, heilt øðrvísi enn
hini í Fólkaflokkinum, hava
verið lætt at fáa eyga á,
sigur Øssur Wintereig.
Um júst hetta slagið av
lýsingum hevur verið nakað
øðvísi í ár, vóru teir báðir
Kári Durhuus og Øssur
Wintereig á einum máli
um, at tað var nakað tað
sama sum undanfarin ár.
Flutt valstríð
Tó er tað er ein sannroynd,
at fleiri og fleiri valevni
nýta
aðrar
vegir
enn
prentaðar lýsingar í síni
herferð. Miðlaheimurin er
kollveltandi nógv broyttur
seinastu árini og neyðugt er
at vera alla staði. Hann
metti tað ikki bera til at siga
hvar lýsingarnar muna best,
tí møguleikarnir eru so
fjølbroyttir. Fleiri og fleiri
valevni,
serstakliga
tey
yngru, nýta samskiftistól
sum MySpace og Facebook,
har tað ber til at raka júst
ynskta málbólkin og eisini
raka persónligt.
- Í dag er tað nógv
torførari, tí ofta kunnu
veljararnir svara aftur og
seta spurningar, valevnini
mugu
alla
tíðina
vera
tilreiðar. Hóast broytingin
kundi tikið nakað av orkuni,
ið annars hevði farið til
plakatir, so tykist hetta ikki
at vera støðan, greiðir Kári
Durhuus frá.
Týdningarmikið
Spurnartekin er ofta sett
við, hvussu stóra ávirkan
lýsingarnar í veruleikanum
hava, men tað er eingin ivi
um at tær eru eitt hent
amboð hjá valevnunum.
Kári Durhuus vísir á, at tað
er
umráðandi
hjá
valevnunum at byggja sítt
trúvirði upp.
- Lesarabrøv, kjak og
upplýsing um síni mál, tað
hevur eina styrkjandi virkni
at vera sæddur.
Øssur Wintereig ivaðist
ikki í, at tað hevði týdning
at valevnini nýta plakatirnar
til at gera vart við hvørjum
lista tey verða at finna á.
- Avmarkaða valdið hjá
kommununum
ger,
at
munurin á flokkunum er
lagt frá so stórur, sum hann
er til eitt nú løgtingsval.
Hjá
summum
er
tað
týdningarmikið at gera vart
við hvørjum lista tey eru á,
tildømis sá eg eina av
Heðini Mortensen, har tað
stóð við stórum »er á lista
C«.
Til hvørt val verða plakatir við lyftum, andlitum og stavum hongdar upp í hópatali, men ivasamt er, um hetta er besti hátturin at gera vart við seg.
Mynd: Jens Kristian Vang
Plakatirnar hava sín týdning
Mekanikari søkist
Tlf. 520522
dekkar alt
Mekanikari søkist til Pitstop í
Hornabø at byrja beinanvegin.
Sveinabræv og koyrikort er krav.
Møguligt er at arbeiða flekstíð.
Góð løn til rætta
umsøkjaran.
Áhugaði kunnu
ringja á tlf. 590009
723 atkvøtt fyrsta tíman
Eftir at valstøðini í Tórshavnar Kommunu hava verið opin í
ein tíma, hava longu verið 723 fólk verið inni á gátt og greitt
teirra atkvøðu, hetta skrivar heimasíðan hjá Tórshavnar
Kommunu, www.torshavn.fo. Umframt hetta hava 516 atkvøtt
við brævatkvøðu. Í 2004 vóru 732 fólk fyrsta tíman og hetta
er næsthægsta talið nakrantíð fyri tíðina millum 10-11 á
kommunuvali. Mest vóru hendan tíman í 2000, heili 771 fólk.
Gongur eftir sama leisti, sum fyri fýra árum síðan, verða flest
fólk í valhølinum seint út á seinnapartin. Millum klokkan 16-
18 kommuvalsdagin í 2004 atkvøddu 2.800 fólk. Nógv bíða tó
til seinastu løtu, upp undir tá valstøðini lata aftur klokkan 20.