Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-11, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. november 2008síða 3

‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 tíðindi Nr. 217 - 11. november 2008 tíðindi Tað kom lítið og onki burtur úr kreppufundinum í Vági sunnudagin um arbeiðsloysið í Suðuroy Kreppufundur Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo - Vit fingu ongi ítøkilig lyfti, so tað var eitt sindur skuffandi. Tað var kenslan, sum Arn- fríð Hentze í arbeiðskvinnu- felagnum, Fjallbrúður í Vági, raggaði sær til húsar við, eftir kreppufund sunnu- dagin. Arbeiðarafeløgini í Suð- uroy høvdu kallað komm- unalpolitikarar og lands- politikarar á fund í Fram- tíðini í Vági sunnudagin at umrøða vánaligu støðuna í Vági, har arbeiðsloysið rættiliga er farið at gera um seg. Stóra flakavirkið hjá Fiskavirking í Vági hevur staðið mest sum stilt í einar seks vikur og nú hava bæði Føroya Tele og Føroya Banki eisini sagt fólkið upp í Suðuroy. Við á fundinum í Vági vóru bæði løgtingslimir fyri Suðuroy og umboð fyri landsstýrið, men Arnfríð Hentze staðfestir, at lítið ítøkiligt kom burtur úr, fyri ikki at siga púra onki. - Tað einasta, politikarar vildu lova okkum, var at virka fyri, at gera ALS skipanina betri, so útgjaldið kundi hækkast. - Tað kann so vera tað nóg gott í sær sjálvum, men er so ikki annað enn ein koddi at sova víðari á, tí tað skapar onki virksemi. Ongi lyfti Fundarfólkið tosaði annars bæði um hugskotið at gera ein serligan Suðuroyargrunn og eina vakstraravtalu fyri Suðuroy, sum skal menna oynna. Hetta eru ætlanir, sum hava verið umrøddar í fleiri ár nú, men hóast fleiri lands- politikarar hava boðað frá síni vælvild, hevur tað víst seg at ganga ógvuliga strilti at vísa tað í verki, tí veru- leikin er, at púra onki er hent á hesum øki. Arnfríð Hentze sigur, at lagið er vánaligt í Suðuroy, tí nógv fólk hava nú bara ALS at dúva upp á. Tey, sum eru í fiskavirkis- skipanini hjá ALS, hava havt ógvuliga lítið arbeiði og sostatt fáa tey tilsvarandi lítið úr ALS og tað merkir, at tað eru heilt nógv fólk, sum ikki hava meir enn einar 1000-1500 krónur um vikuna at liva fyri. Onki ítøkiligt Heldur ikki Kirstin Strøm Bech, borgarstjóri í Vági, heldur tað kom so nógv ítøkiligt burtur úr. - Vit tosaðu mest um, at ALS skipanin var ikki nøkt- andi og eg fekk ta fatan, at politikararnir eru sinnaðir at bøta um skipanina, hóast teir ikki beinleiðis lovaðu tað. - ALS er gott í eini neyð- støðu, men tað týdningar- mesta er at fáa virksemið í oynna og ALS spakar ikki nógv arbeiði og tað ber ikki til at liva av ALS restina av lívinum, leggur hon aftur- at. - Vit tosaðu eisini um nógv umrøddu vakstrarav- taluna, men har kom onki ítøkiligt burtur úr, sigur Kirstin Strøm Bech. Og ein stórur trupulleiki í Suðuroy er nettupp tann, at tað er ikki so nógvur vága- úsur peningur í oynni at gera íløgur fyri. Ein maður skal nú í rættin, har hann er ákærdur fyri at hava gjørt seg kynsliga inn á tvær kvinnur, sum vóru so illa fyri, at tær vóru ikki førar fyri at verja seg neyðtøKa Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Ein ungur maður skal nú í rættin, har hann er ákærdur fyri í tveimum førum at hava gjørt seg kynsliga inn á tvær kvinnur, sum vóru so illa fyri, at tær vóru ikki førar fyri at verja seg. Í hesum sambandi er hann ákærdur fyri at hava skaffa sær samlegu við tvær kvinnur, sum lógu og svóvu og tí ikki fingu vart seg, sig- ur Linda Margrethe Hessel- berg ákæri. Báðar hendingarnar fóru fram í Klaksvík of fyrru ferðina var síðsta summar og aðru ferðina var nú í vár. Løgreglan fekk frænir av hendingini, tá ið ein maður varð meldaður fyri at havt samlegu við eina kvinnu, sum var so lin, at lá og svav og sostatt ikki var før fyri at verja seg. Tilburðurin fór fram eftir eitt morgunball. Málið var umrøtt í fjøl- miðlunum og eftir tað gjørdi eisini ein ung genta vart við seg og boðaði frá, at hon hevði verið úti fyri tí sama, eisini frá sama manni. Seinni varð ein maður í tjúgunum tikin til avhoyr- ingar, men hann noktaði seg sekan. Síðani hevur løgreglan kannað málið og nú er tað so gjørt av at reisa ákæru í báðum førunum. Maðurin er í fyrra lagi ákærdur fyri í tveimum førum at hava skaffa sær samlegu við kvinnur, sum vóru so móðar og so ávirkaðar av rúsdrekka, at tær ikki vóru førar fyri at verja seg. Ì hesum føri lógu báðar kvinnurnar og svóvu, tá ið tær vóru fyri áganginum. Í øðrum lagi er hann ákærdur fyri annan kynsligan ágang ímóti kvinnunum. Harðasta revsing fyri slíkt lógarbrot er fongsul í fýra ár. Linda Margrethe Hessel- berg sigur, at maðurin játtar, at hann hevði samlegu við kvinnurnar, men hann tví- heldur um, at hetta var sjálv- boðið. Sostatt noktar hann fyri, at hetta skal vera hent ímeðan tær vóru í eini slíkari støðu, at tær ikki fingu vart seg. § 218. Stk. 2. Den, der skaffer sig samleje uden for ægteskab med en person, der befinder sig i en tilstand, i hvilken den pågældende er ude af stand til at modsætte sig handlingen, straffes med fængsel indtil 4 år § 224. Bestemmelserne .......finder tilsvarende anvendelse med hensyn til anden kønslig omgængelse end samleje Revsilógin FAKTA Suðuroyingar fingu ongi lyfti Arbeiðarafeløgini í Suðuroy kallaðu politikarar til fundar sunnudagin at tosa um arbeiðsloysi í Suðuroy, men lítið og onki ítøkiligt kom burtur úr. Her er tað Hergeir Nielsen, løgtingsmaður, sum hevur orðið Gjørdi seg kynsliga inn á sovandi kvinnur Jensina Olsen og Lisbeh Nebelong á turné í Týsklandi og Jútlandi Í hesum døgum eru Jensina Olsen og Lisbeth Nebelong á turne saman. Nordisk informationskontor í Flensborg stendur fyri hesum tiltaki. Lisbteh Nebelong hevur skrivað tvær bøkur, ið hava Føroyar sum tema. Hon fer at lesa brot úr bókunum »Når engle spiller Mozart« og »Færø blues«. EIsini fer hon at siga frá arbeiði sínum, sum rithøvundi. Jensina Olsen hevur júst givið út fløguna »Eitt sindur av tí bláa«, sum hon hevur smíðað løg og orð til. Hon fer at siga frá sangum sínum og spæla løg úr nýggju fløguni.