týsdagur 11. november 2008síða 4
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
tíðindi
Nr. 217 - 11. november 2008
Í stórfingnari
hólmgongu í Miðla
húsinum í gjár
kvøldið royndu Jan
Christiansen og
Heðin Mortensen av
øllum alvi at draga
seinastu atkvøðurnar
inn um stokkin
Kommunuval
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Í gjárkvøldi høvdu Føroya
fólk møguleikan at fylgja við
meðan fyrrverandi borgar
stjórin og sitandi 2. varaborg
arstjóri, Jan Christiansen,
umboðandi
andstøðu
og
sitandi borgarstjóri, Heðin
Mortensen, umboðandi sam
gongu, vórðu sendir í krovið
á hvørjum øðrum í einum
heitorðaðum stríði um at fáa
seinastu atkvøðurnar í skjátt
una.
Miðlahúsið var fullsett,
umframt at hólmgongan
varð varpað beinleiðis á
Rás2, og tískil var talan um
nógvar møguligar atkvøður,
ið enn kundu hálast í land.
Lagt var tí upp til lívligt
orðaskifti millum báðar
stríðshanarnar úr Fólka
flokkinum og Javnaðar
flokkinum.
Lagt varð út við skørpum
spurningi, har teir skuldu
greiða veljaranum frá, hví
fólk ikki skuldu velja hin
partin.
Síðan var farið til eitt
evni, ið fyllir rættiliga nógv,
nevnliga fíggjarpolitikkurin
hjá Tórshavnar Kommunu.
Heðin
Mortensen
legði
doyðin á at kósin má hald
ast, tí at setta kósin er góð,
meðan Jan Christiansen
langaði út at kósin má broyt
ast, so at skipið ikki siglir
niður í avgrundina. Tøl og
prosentir vórðu vend á
høvdið og snarað fleiri
ferðir eftir vild, soleiðs sum
møguleiki eisini altíð býðst
við hagtølum.
Trý er gandatalið
Tá teir báðir stríðshanarnir
vórðu lidnir at venda og
snara fíggjartølunum, fingu
teir eitt gylt høvi at vísa á
trý mál, teir ynskja at frem
ja, verður annar teirra
borgarstjóri.
Báðir komu teir inn á
fíggjarpolitikkin, har Jan
Christiansen lovaði varnan
fíggjarpolitikk,
meðan
Heðin Mortensen lovaði at
halda fram við somu kós.
Eisini lovaðu teir ein
mæltir at betra munandi um
korini hjá musikkskúlanum.
Ásannandi at har eisini eru
nógvir veljarar, ið hava tætt
tilknýti so ella so til musikk
skúlan, hevði eisini verið
óhugsandi, at annar teirra
slakaði á tí økinum. So vítt
so gott.
Í triðja og seinasta punkti
num valdu teir báðir tó tveir
heilt ymiskar veljaraskarar
at fríggja til.
Meðan Jan Christiansen
fríggjaði til ungdómin og
argjafólk við eini ítróttarhøll
á Argjum, valdi Heðin
Mortensen at fríggja til
tann eldra veljaraskaran við
at lova munagóðar útbygg
ingar á eldraøkinum.
Smurdu tjúkt uppá
Væl av valagni varð grýtt út
til fiskarnar, og yvirhøvur
var trivnaðurin hjá borgar
unum
settur
í
hásæti.
Bústaðarpolitikkurin
var
uppi at venda, og meðan
Heðin Mortensen royndi at
vissa veljaran um at gongd
var í málinum, og at
kommunan bert bíðaði eftir
bústaðarpakkanum hjá sam
gonguni,
ásannaði
Jan
Christiansen
at
okkurt
sjálvandi má gerast við mál
ið, men ávaraði samstundis
móti at kommunan fór at
inn sum aktivur byggiharri
við teirri grundgeving, at
har kommunan hevði verið
byggiharri seinastu fýra
árini, gjørdist kostnaðurin
nógv hægri enn upprunaliga
ætlað.
Ungdómurin fekk eisini
sín part av valagninum, og
kvøldtilboðini til ungdóm
in, serliga í Hoyvík og á
Argjum, skulu betrast mun
andi, um farast skal eftir
orðunum
hjá
teimum
báðum
borgarstjóraevnu
num.
Kollfirðingar fingu lovað
grundstykki í hópatali, og
Heðin Mortensen fór so
langt sum at lova trupulleik
an loystan fyrst í nýggja ári
num, verður tað upp til
hann.
Miðbýurin fekk eisini sín
part, og stríðið fór so langt
sum at snúgva seg um
parkeringspláss, sentimetr
ar og einkultar handils
gluggar.
Spurningar úr salinum
vóru eisini nakrir í tali og tá
standurin á býarbussunum
fekk ákoyringar, vóru stríðs
hanarnir skjótir at taka
undir við spyrjaranum og
lova batar.
Endað varð við einum
spurningi úr salinum um
skattaprosentið, og báðir
vóru teir samdir um at
skattaprosentið ikki skal
hækkast, og Jan Christiansen
segði at skattaprosentið enn
tá tolir at verða lækkað við
einum prosenti.
Samanumtikið
smurdu
teir tjúkt uppá og grýttu
nokk av valagni út til veljar
an, ið enn ikki hevði gjørt
av hvar krossurin skuldi
setast.
Nógv fólk lýddu á í Miðlahúsinum, hóast hólmgongan eisini varð varpað út beinleiðis á Rás2
Seinasta hálið áðrenn valið
Jan Christiansen fríggjaði til ungdómin og argjafólk við
Ítróttarhøll á Argjum...
... meðan Heðin Mortensen fríggjaði til eldri veljaraskaran við
lyfti um betri bústaðarmøguleikar
Heðin Mortensen stóra undirtøku
til borgarstjórasess
Síðan sunnukvøldið klokkan 21.30 hevur Sosialurin á heimasíðu sínari havt eina internetkanning
koyrandi, har spurt verður »Hvør skal verða borgarstjóri í Havn?«. Veljast kann millum fýra valevni,
nevnliga Heðin Mortensen úr Javnaðarflokkinum, Jógvan Arge úr Tjóðveldi, Jan Christiansen úr
Fólkaflokkinum og Høgna Mikkelsen úr Sambandsflokkinum. Á middegi í dag høvdu 4195 fólk verið
inni á heimasíðuni at greitt atkvøðu, og kundi niðurstøðan ikki verið greiðari. Sitandi borgarstjórin,
Heðin Mortensen, fær dygga undirtøku frá veljarunum, og hava 50,5 prosent valt Heðin Mortensen.
Nærmast honum er Jan Christiansen við 19,8 prosentum, tætt fylgdur av Jógvan Arge við 19,1
prosentum. Aftastur er Høgni Mikkelsen við sløkum 10,5 prosentum. Havast skal tó í huga at henda
kanningin hevur stórar óvissur og hevur einhvør møguleika at velja.