Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-11, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. november 2008síða 5

‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 tíðindi Nr. 217 - 11. november 2008 Formaðurin í Føroya Fiskimannafelagi, Jan Højgaard, hevði ikki verið keddur um Smyril Line fór av knóranum. – Skipið er als ikki hóskandi at sigla um okkara leiðir. Tað hevði verið betri fyri limirnar hjá okkum, um skipið fór av knóranum, og fólkini fóru við øðrum reiðaríið, sigur Jan Højgaard NorrøNa­ bjargiNgiN Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Áðrenn løgtingið samtykti at seta partapening í Smyril Line, kom eitt mótmælis­ skriv frá ymiskum fakfeløg­ um. Eitt av hesum var Før­ oya Fiskimannafelag, sum hevur umleið 100 limir tengdar at Smyril Line. ­ Eg meti ikki, at skipið er egna at sigla um okkara leiðir, tað hevði rigga best í Miðalhavinum. Við hasum skipinum er Smyril Line eitt falittfyritakandi. Tað hevur eisini verið ein trupul­ leiki, at fólkið ikki følir seg virt umborð. Tí valdu vit at skriva undir skrivið, sigur Jan Højgaard. Hann leggur afturat, at fólk verða á onkran hátt trýst í land, tí Smyril Line uppfinnur nýggj heiti og størv, har fólk ikki longur trívast í starvinum hjá sær. ­ Tað virkar sum, at mann roynir at trýsta føroyingarnar í land, og vit kunnu ikki tulka tað øðrvísi enn, at har hevur verið ein duld dags­ skrá, sum gongur út uppá at geva fólkinum minni løn og harðari arbeiði. Tí hevði tað helst verið betri um Norrøna fór, so kundi eitt annað reiðarí, við einum betri skip­ ið kunna givið manningini betri kor, greiðir hann frá, og leggur afturat, at fólkini umborð, helst ikki høvdu mist nakað av inntøkum, um skipið fór á heysin, tí tey høvdu fingið løn í nakrar mánaðir og síðani komið í eitt betri starv aðra­ staðni. Annað skip hevði komið Jan Højgaard er ein av teim­ um, ið metir, at nýtt reiðarí hevði komið at røkja ferða­ fólkasigling, um Smyril Line fór av knóranum. ­ Eg hevði onki sam­ vitskubit fingið, um fólkini vóru koyrd í land, tí eg eri fullvísur í, at annað reiðarí hevði komi, har somu fólk­ ini kundu fingið starv. So eg meti ikki, at limirnir hjá okkum høvdu mist nakað sum helst og høvdu eisini fingið tað betri í longdini, fortelur formaðurin í fiski­ mannafelagnum. Hinvegin dugir hann eis­ ini at síggja nakrar fyrimun­ ir við, at tað almenna er meira við í Smyril Line. ­ Eg rokni ikki við, at tað almenna fer at ganga við til summi ting umborð, og eg rokni eisini við, at umboð fyri manningarfeløgini verð­ ur við, tá teir fara at umskipa felagið. So tað kann vera, at fólkini fáa tað betri, sigur Jan Højgaard. Leiðslan hevur roynt ­ Stóri trupulleikin hjá okk­ um hava verið millumleið­ ararnir, og vit hava tosað við leiðsluna í Smyril Line um støðuna. Áðrenn Andras Róin fór, royndu vit eisini at finna útav nøkrum ting­ um, og tað hjálpti. Men tað eru nógvir av limum okkara, ið detta niðurímillum, so tað er ikki gott fyri okkum at hava fólk í eini fyritøku, har etikkurin ikki er í ordan, greiðir formaðurin frá. Vísa strategi Jan Højgaard metir seg ikki hava forbrotið seg móti lim­ um sínum, við at skriva und­ ir mótmælisskrivið saman við øðrum fakfeløgum. ­ Onkuntíð má mann vera eitt sindur diplomatiskur og vísa strategi. Okkara fremsta uppgáva er sjálv­ andi at tryggja limir okkara sum best, men mann skal vísa eitt sindur av strategi, og eg meti ikki, at fólkini høvdu mist nakað, um tey vóru koyrd í land, sigur for­ maðurin í Føroyar Fiski­ mannafelag. Fiskimannafelagslimirnir umborð á Norrønu eru í høvuðsheitum polakkar, danir, sviar og føroyingar. NorrøNa­ bjargiNgiN Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Peter Holm, stjóri í Smyril Line, sigur seg ikki kenna nakað til, at fólk verða trýst í land av Norrønu og avnoktar blankt, at nøkur duld dagsskrá er við ar­ beiðsfólkunum har. ­ Eg kann illa fyrihalda meg til tað, sum hevur ver­ ið, men eg vil sjálvandi hava eitt so gott arbeiðs­ pláss sum gjørligt fyri okk­ ara arbeiðsfólk. Tað hevði jú gjørt tað trupult at hava virksemi, um vit ikki fingu arbeiðsfólk til skipið, greið­ ir Peter Holm frá. Hann leggur afturat, at tað er satt, at loypandi broytingar alla tíðina verða gjørdar umborð, fyri at effektivisera virksemi, men tað er ikki nakað, ið fer at steðga nú. ­ Mann má eisini minnast til, at talan er bæði um eitt farmaskip og eitt hotel, ið skulu rekast, og tað má mann fyrihalda seg til, tá mann leggur arbeiðsupp­ gávur, men eg meti, at vit veruliga royna at hava góð­ ar arbeiðsumstøður hjá fólkunum umborð. Vit hava til dømis kunnað arbeiðsfólk okkara fyrst í allari tilgongdini, sum nú hevur verið, sigur stjórin. Stjórin í Smyril Line greiðir eisini frá, at tað ofta hevur verið ein trupul­ leiki at fáa føroyingar um­ borð, men tað ber eisini til at fáa dugnaligar útlend­ ingar. Í tí sambandi leggur hann afturat, at tað á ongan hátt er nøkur duld dagsskrá at fáa føroyingarnar í land, og leggur afturat, at hann ikki kann úttala seg um ting, sum eru hend fyrr, men hann bara kann gera tað so gott sum gjørligt í framtíðini. Um skipið sjálvt metir Peter Holm seg ikki kunna siga so nógv. ­ Eg eri ikki førur fyri at úttala meg skipstekniskt, og tað er Jan Højgaard helst heldur ikki, men tað hevur víst seg, at skip okk­ ara veruliga klárar seg sum farmaskip í løtuni. Vit hava eisini tikið havnirnar har baldrut er burturúr, við til dømis at taka Ísland burtur úr um veturin og heldur sigla oftari til Esbjerg. So til frakt er skipið væl egna í løtuni, greiðir Peter Holm frá. Betri um Norrøna fór Vit virða okkara arbeiðsfólk Jan Højgaard, formaður í Føroya Fiskimannafelag, hevði ikki sæð tað sum nakran miss, um hansara 100 limir umborð á Norrønu mistu starvið. Hann metir, at annað starv hevði verið klárt til teirra Jan Højgaard hldur tað vera skeivt at bjarga Norrønu við almennum pengum Kommunubygnaður skal umskipast Í hesi vikuni mannar Annika Olsen, landsstýriskvinna í innlendismálum, nevnd, sum á ólavsøku næsta ár skal vera liðug at gera uppskot til nýskipan í kommunubygnaðinum, ið hevur til endamáls at geva øllum økjum í landinum møguleika fyri at mennast í javnvág. Ætlanin við umskipanini er at flyta tey økir, sum kunnu flytast til kommunurnar, og soleiðis fáa eitt greitt uppgávu­ og ábyrgdarbýti millum land og kommunur. Fíggjarliga ábyrgdin skal fylgja avgerðarrættinum. Uppgávurnar verða loystar, so tær eru fullgóðar samfelagsbúskaparliga, men so nær borgarunum, sum til ber. Uppgávur, ið verða lagdar út, skulu kommunurnar vera førar fyri at røkja sjálvstøðugt. Kommunala umskipanin skal vera ein samlaður pakki, hvørs endamál er at skipa eitt greitt uppgávu­ og ábyrgdarbýti millum land og kommunur, har kommunurnar skulu umsita tað, sum kommunalu eindirnar sjálvstøðugt eru førar fyri at umsita. Nevndin, sum verður sett at gera uppskot, verður mannað við fólkum úr viðkomandi stjórnarráðum, umboðum fyri kommunurnar og serfrøðingum. Hon skal skjótast til ber og í seinasta lagi á ólavsøku 2009 gera uppskot um kommunueindir, millumkommunala javningarskipan, raðfesting av greiðum uppgávu­ og ábyrgdarbýti millum land og kommunur, blokkstuðul og eftirmeting.