týsdagur 11. november 2008síða 6
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
tíðindi
Nr. 217 - 11. november 2008
Klædnainnsavning í FK handlunum leygardagin
- Hevur tú klæðir ella skógvar í hampuliga góðum standi liggjandi heima, sum tú ikki brúkar? Ella bøkur, lutir ella
annað, ið tú hugsar um at tveita burtur? Í staðin fyri at koyra tað út, so kanst tú geva okkum tað, sigur Reyði Krossur.
Reyði Krossur Føroya skipar komandi leygardag saman við FK-handlum kring landið fyri innsavning av klæðum,
bókum og lutum. Við takksemi tekur Reyði Krossur Føroya ímóti brúkiligum klæðum og skóm, ið verða seld á
loppumarknaði ella send út í verðina sum neyðhjálp. Pengarnir frá sølini av klæðunum fara serliga at verða brúktir til
at hjálpa menniskum í vanlukkuøkjum og til einsamøll, sjúk og onnur ið líða. Í sambandi við innsavningina av klæðum
og skóm fara hjálpararnir frá Reyða Krossi Føroya at taka ímóti lutunum við FK-handlarnar (undantikið í Sandavági) í
upplatingartíðini leygardagin tann 15/11 frá klokkan 10.00 til 16.00. Klæðini mugu vera rein og heil. Skógvarnir skulu
eisini vera reinir og hava lítið slit.
Børn og ung
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Ein umfatandi donsk kann-
ing, sum varð almannakunn-
gjørd fríggjadagin vísir, at
ungdómar, sum gambla,
ella spæla um pengar, trív-
ast nógv verri enn onnur
ung.
Greiða
niðurstøðan
í
kanningini er, at ungu
gamblararnir eru meiri eins-
ligir og eru oftari tunglyntir.
Tey ungu hava lægri sjálvs-
álit og vánaligari bindindi í
skúlanum,, har tey eisini
fáa nógv minni frá hondini
enn vinfólkini.
Í kanningini verður eisini
staðfest, at ungu spælifugl-
arnir verða oftari happaðir,
ella at teir sjálvir happa onn-
ur. Harumframt brúka teir
nógv fleiri stimbrandi evni,
so sum rúsdrekka og rús-
evni, hash og siggarettir,
umframt at teir oftari eru
kriminellir.
Danska Center for Ung-
domsforskning hevur gjørt
kanningina um ung og
gambling, og vit ivast ikki
í, at úrslitið eisini kann flyt-
ast yvir á føroyskan ung-
dóm. Sum øllum kunnugt,
er tað eisini sera vanligt
millum ung í Føroyum at
spæla um pengar, bæði á
netinum og heima hjá hvørj-
um øðrum.
Foreldrini vita onki
Herfyri vísti ein onnur kann-
ing, sum danska gransking-
arstovninum SFI, ella Soci
alforskningsinstituttet,
gjørdi, at omanfyri 30.000
donsk ung í aldursbólkinum
12-17 ár spæla so ofta um
pengar, at tey hava ein
óhepnan spæliatburð og eru
í álvarsligum vanda fyri at
fáa ludomani.
Í nýggju kanningini, sum
varð
almannakunngjørd
fríggjadagin, er tað sami
bólkur av ungum sum verð-
ur kannaður, men hesaferð
við tí fyri eygað, at kanna
óhepnu avleiðingarnar av
gambling
við
atliti
til
Poker og online-spøl stj
Ung, sum spæla um pengar, eru
í stórum vanda fyri at enda í mis
nýtslu og kriminaliteti, og tey
hava ofta álvarsligar sálarligar
trupulleikar at dragast við. Hetta
vísir ein nýggj og umfatandi kann
ing av 30.000 donskum ungdómum,
sum ofta spæla um pengar í poker
og onlinespølum. Men helmingurin
torir ikki at tosa við foreldrini um
tað...
Hóast kanningin um ung og
gambling er donsk, er ongin
ivi um, at úrslitið eisini
kann flytast yvir á føroyskan
ungdóm, ið sum kunnugt
eisini spæla um pengar, bæði
á netinum og heima hjá
hvørjum øðrum