týsdagur 11. november 2008síða 7
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 217- 11. november 2008
7
tíðindi
Taka eisini ímóti
klædnatilfari
Reyði Krossur Føroya tekur leygardagin harafturat við takk
semi ímóti klædnatilfari at brúka til klútar. Tað kann vera
bummullsevni, til dømis brúkt seingjaklæðir, Tshirts v. m.
Vit ynskja tó , at lutirnir eru sorteraðir – klútar fyri seg – og
klæðir og skógvar fyri seg. Reyði Krossur Føroya tekur
leygardagin eisini ímóti slíkum, sum kann seljast á loppu
marknaði og í endurnýtslihandli okkara tó undantikið
møblar. Lutirnar vilja vit gjarna hava í pappkassum. Harum
framt vilja vit fegin hava øll sløg av bókum.
Ráðstevna um yrkisútbúgvingar
Í morgin, mikudagin, skipar Mentamálaráðið fyri útbúgvingarráðstevnu á Hotel Føroyum. Lands
stýriskvinnan í Mentamálum hevur sett eina nevnd at endurskoða føroysku yrkisútbúgvingarnar og
skipanina av hesum. Í nevndini sita umboð fyri Mentamálaráðið, Yrkisdepilin, vinnuskúlarnar og fyri
vinnuna. Ráðstevnan á Hotel Føroyum er liður í hesum endurskoðanararbeiði. Hon er ætlað øllum
teimum, sum á ein ella annan hátt varða av og hava áhuga í yrkisútbúgvingunum og skipanini av
útbúgvingunum, millum annað yrkisnevndir, lærupláss og arbeiðsgevarafeløg. Helena Dam á Neystabø,
landsstýriskvinna í skúlamálum, fer at seta ráðstevnuna. Harafturat fara Egil Guðmundsson, skúlastjóri
á tekniska skúlanum í Reykjavík, Bente Søgaard, seniorráðgevi í vaksnamannaútbúgvingum (VOX)
í Noregi, Hans Th. Hjort, ráðgevi í námsfrøði á Århus Business College, og Eyðun Gaard, formaður
í endurskoðanarnevndini, at hava framløgur. Fundarstjóri verður Jan Mortensen. Ráðstevnan, sum er
almenn og ókeypis, byrjar klokkan 10.00 og verður væntandi liðug klokkan 15.00.
sosialu viðurskiftini.
Í kanningin siga tey ungu
seg mistrívast á fleiri økj
um. Eitt nú er helmingurin
av teimum 1617 ára gomlu
í døprum huga ella kenna
seg tunglynt. Eisini er tað
hugstoytt at síggja, at helm
ingurin av teimum 30.000
ungu í kanningini, siga seg
ikki kunna tosa við for
eldrini um trupulleikan.
Lívið á bíðistøðu
Hesa myndina kennir Bene
dicte Ejlers, sosiologur og
deildarleiðari fyri Center
for Ludomani í Keypmanna
havn aftur. Hvønn dag møt
ir hon ungdómum, hvørs
tilvera er tikin av ræði av
gambling.
Lívið hjá teimum ungu
kemur í eina álvarsliga bíði
støðu, har tey missa sam
bandi við vinfólk og frítíðar
ítrív. Hetta er sera vanda
mikið, tí tað er júst í ung
dómsárunum, at tey skulu
menna seg persónliga og
skapa ein samleika. Vit
møta fleiri, sum í roynd og
veru hava verið burturfrá í
fleiri ár, og sum nú mangla
hesi árini í menningini.
Hetta kann hava álvarsligar
samfelagsligar avleiðingar
við sær eisini, tí sambært
kanningini, er talið av ung
um, sum dragast við hesar
trupulleikarnar ovurhonds
stórt. Tí er tørvurin á fyri
byrging eisini risastórur,
sigur
Benedicte
Ejlers,
sosiologur, millum annað í
viðmerking til kanningina.
Vandamikil poker-
og onlinespøl
Kanningin frá Center for
Ungdomsforskning vísir, at
poker kann vera sera vanda
mikið, tí meiri enn helming
urin av teimum ungu, sum
javnan spæla poker menna
ein óhepnan spæliatburð.
Fjórði hvør 1617 ára gamal
danskur
drongur
hevur
roynt at spæla um pengar í
poker.
Sambært kanningini økja
onlinespøl eisini um vandan
fyri at blíva bundin av
pengaspæli. Tá tey ungu
einaferð hava roynt at
gambla á netinum, øktist
vandin fyri at enda við ein
um óhepnum spæliatburði
tríggjar ferðir. Av teimum
ungu undir 18 ár, sum hava
gambla online seinasta mán
aðin, hava heili 59 prosent
longu útvikla eina óhepnan
spæliatburð vísir kanning
in.
Granskingarleiðari, Jens
Christian Nielsen, frá Cent
er for Ungdomsforskning
sigur soleiðis:
Onlinespølini eru ser
liga vandamikil, tí tey
ganga skjótt fyri seg og ein
kann hava fleiri spøl koyr
andi í senn. Eisini finnur tú
skjótt útav, um tú hevur
vunnið ella tapt. Tá verða
tey ungu sitandi framman
fyri skíggjan fyri at seta
fleiri spælipengar í, so tey
kunnu vinna tað mista inn
aftur.
Ágangandi
marknaðarføring
Seinastu árini hevur Center
for Ludomani fingið alt
fleiri áheitanir frá fólki,
sum eru vorðin bundin av
onlinespølum. Har ivast tey
ikki í, at orsøkin er, at at
gongdin er so nógv lættari
og marknaðarføringin sera
ágangandi.
Tað er óhugnaligt at
síggja, hvussu væl marknað
arføringin
riggar,
sigur
Benedicte Ejlers.
Gjaldskort, netbanki
og hevikort økja
um vandan
Kanningin vísir eisini, at
lætta og skjóta atgongdin til
pengar er við til at økja um
vandan hjá teimum ungu.
Tey ungu 1217 ára gomlu,
sum longu hava ein óhepnan
spæliatburð, hava í nógv
størri mun enn onnur ung
atgongd til hevikort, net
banka og gjaldskort. Tí
hava tey eisini nógv lættari
atgongd
til
pengarspøl,
vísir kanningin.
Herferð skal upplýsa
Stóra talið av ungum gambl
arum og álvarligu avleiðing
arnar av hesum eru eisini
orsøkin til, at donsku stovn
arnir Center for Ludomani,
Børns Vilkår, Semandus og
DR nú fara undir eina stóra
herferð, sum hevur fingið
heitið GAMBLER. Enda
málið við herferðini er at
broyta óhepna spælihug
burðinum
hjá
teimum
ungu.
Nú fara vit av øllum
alvi at kunna um vandan,
og at geva teimum ungu
nøkur amboð, so tey kunnu
venda gongdini og menna
ein betri spæliatburð, for
klárar Benedicte Ejlers.
ala ungdómin
Kanningin, sum eitur
»Unge og gambling,
12-17-åriges penge-
spiladfærd i et risiko-
og trivselsperspektiv«
er gjørd á Center for
Ungdomsforskning
á Danmarks
Pædagogiske
Universitetsskole,
Århus Universitet.
Øll kanningin er at
finna á www.cefu.dk
eller á heimasíðuni
við herferðini
GAMBLING:
www.gambler.
ludomani.dk