týsdagur 11. november 2008síða 8
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 217 - 11. november 2008
Stutt Sagt
Walesa ikki
boðin við
Nógvir póllendingar eru í
øðini inn á landsins forseta,
Lech Kaczynski, tí hann
hevur ikki boðið fyrrver
andi fakfelagshetjuni og for
setanum Lech Walesa við
til eitt hátíðarhald, sum
verður hildið í sambandi
við, at 90 ár eru liðin, síðan
Pólland fekk sjálvræði.
Lech Kaczynski hevur
boðið leiðarunum í teimum
flestu grannalondunum um
framt øðrum leiðarum til
hátíðarhaldið. Teirra mill
um eru týski kanslarin, Ang
ela Merkel, ukrainski for
setin, Viktor Jusstsjenko, og
av
meiri
fjarskotnum
leiðum kemur afghanski
forsetin, Hamid Karzai.
Men Lech Walesa stendur
ikki á gestalistanum, og tað
hevur fingið fleiri polskar
politikarar at finnast at vali
forsetans. Eitt nú hevur utt
anríkisráðharrin, Radek Sik
orski, gjørt greitt, at hann
ætlar sær til hátíðarhaldið,
men hann sigur, at tað verður
trupult at greiða gestunum
frá, hví tey ikki síggja Lech
Walesa við borðið, og hví
htey ikki kunnu fáa orð á
fyrrverandi forsetan.
Netanyahu sig
ur seg ætla frið
Benjamin Netanyahu, sum
er formaður í Likudflokkin
um í Ísrael, sigur nú, at verð
ur hann forsætisráðharri
aftan á valið, fer hann halda
fram
við
friðarsamráð
ingunum við palestinar.
Sambært blaðnum Ha’
arets skal Netanyahu hava
sagt hetta á einum fundi við
fyrrverandi bretska forsæt
isráðharran Tony Blair, sum
nú arbeiðir sum sendimaður
hjá teirri sokallaðu Miðeyst
urkvartettini.
Netanyahu
hevur annars borið orð fyri
at vera ímóti friðarroynd
unum, og talsmaður hansara
segði fyri stuttum, at roynd
irnar at fáa frið við palestinar
vóru miseydnaðar, og at tað
var eingin orsøk til at halda
fram við teimum.
Tjóðartingsval verður í
Ísrael í februar, og meinin
gakanningar vísa, at tað fer
at standa á jøvnum millum
Tzipi Livni, sum hevur stað
ið á odda fyri friðarsamráð
ingunum
hjá
núverandi
stjórnini, og Benjamin Net
anyahu.
Tzipi Livni, sum hevur ver
ið uttanríkisráðharri í stjór
nini hjá Ehud Olmert, hitti
fyrradagin palestinska for
setan, Mahmoud Abbas. Aft
an á fundin søgdu tey bæði,
at
friðarsamráðingarnar
halda fram aftan á nýggjár.
SAMBAND
árNi joeNSeN
fArtekSt@MAil.Dk
- Amerikonsk álop, sum kosta sivilum afghanum lívið,
breiðka gjónna millum afghonsku stjórnina og fólkið
Hamid Karzai, forseti
útlond
Fýra kjarnorku
bumbur vóru í amer
ikanska flogfarinum,
sum datt niður við
Thule. Ein teirra bleiv
ikki funnin aftur
Tann 21. januar í 1968 datt
eitt
amerikanskt
B52
bumbuflogfar niður tætt við
Thuleherstøðina í Grøn
landi. Umborð á flogfarinum
vóru fýra kjarnorkubumbur,
og ein teirra kom ikki aftur
íaftur.
Tað sigurt bretska kring
varpið BBC, sum hevur tos
að við John Haug og Joe
D’Amario, sum vóru við
amerikanska flogfarinum.
Harafturat hevur BBC fing
ið atgongd til amerikonsk
skjøl, sum higartil hava ver
ið skrásett sum loynilig.
Spreingievnið, sum var
uttan um tær fýra kjarnorku
bumburnar, brast, tá flog
farið datt niður, men ikki
kjarnorkuløðingarnar,
og
heimurin slapp tí undan ein
ari ovirstórari kjarnorkuvan
lukku.
Fleiri túsund petti av flog
farinum vórðu funnin teir
fyrstu mánaðirnar aftan á
vanlukkuna, og tað vóru
danskir og grønlendskir
arbeiðsmenn, sum ruddaðu
økið. Herumframt varð ein
rúgva av geislavirknum ísi
flutt burtur haðani.
Tann almenna frágreið
ingin
hjá
amerikanska
verjumálaráðnum Pentagon
var, at allar tær fýra kjarn
orkubumburnar vóru „oyði
lagdar“, men skjølini, sum
BBC hevur hugt í, vísa, at
ruddingarmenninir
funnu
bara pettir av trimum teirra.
Bumban, sum hevði verk
smiðjunummarið
78252,
var ikki at finna, og teir am
erikonsku
serfrøðingarnir
stúrdu fyri, at hon var farin
niður ígjøgnum ísin.
Danir hildnir
uttanfyri
Tríggjar mánaðir aftan á
vanlukkuna við Thule sendu
amerikanararnir ein kavbát
at leita eftir teirri fjórðu
kjarnorkubumbuni.
Sam
bært BBC vórðu donsku
myndugleikarnir ongantíð
kunnaðir um leitingina, og í
skjølunum hjá Pentagon
stendur beinleiðis, at um
danir spyrja, skulu teir fáa
tað svar, at kavbáturin
gjørdi nakrar uppmátingar
á havbotninum.
Bæði uran og plutonium
vóru í bumbuni, sum hvarv
við Thule, men skjølini hjá
verjumálaráðnum í Wash
ington vísa, at amerikanska
herleiðslan stúrdi mest fyri,
at sovjetskir kavbátar kundu
finna bumbuna og fáa fatur
á tøkniligum loyndarmálum
í henni.
Amerikanski kavbáturin
fann onga kjarnorkubumbu,
og amerikanska metingin
var, at heldur ikki sovjetskir
kavbátar fóru at finna ta
fjórðu bumbuna.
Í dag vil Pentagon ikki
gera viðmerkingar til tíðind
ini hjá bretska kringvarpin
um, men fleiri amerikanskar
keldur vátta fyri BBC, at
tann fjórða kjarnorkubumb
an bleiv ongantíð funnin.
Enn liggur ein kjarnorkubumba
undir grønlendska ísinum
Serbisku myndug
leikarnir hildu seg
hava funnið krígs
brotsmannin Ratko
Mladic á einari verk
smiðju, men hann var
ikki at finna
Servandir, serbiskir her
menn
við
sjálvvirkandi
vápnum kringsettu í gjár
eina verksmiðju í býnum
Valjevi har vesturi í landin
um, tí onkur hevði boðað
myndugleikunum frá, at
tann eftirlýsti krígsbrots
maðurin
Ratko
Mladic
fjaldi seg á verksmiðjuni.
Hermenninir rannsakaðu
hvønn krók á verksmiðjuni,
men har var eingin Mladic
at finna. Enn eina ferð
hevði fyrrverandi bosniaser
biski generalurin hildið ser
bisku myndugleikarnar fyri
gjøldur.
Átakið í Valjevi var lið
ur í einum størri átaki, sum
hevur til endamáls at taka
Ratko Mladic og tey, sum
veita honum fíggjarligan
stuðul, meðan hann fjalir
seg, sigur ein kelda hjá ser
biska ríkisákæranum við
fjølmiðlarnar.
Síðani serbisku myndug
leikarnir
handtóku
og
útflýggjaðu fyrrverandi bos
niaserbiska leiðaran Radov
an Karadzic, hava myndug
leikarnir lagt uppaftur størri
dent á at finna Mladic.
ES hevur kravt, at Serbia
skal taka og útflýggja
Mladic, áðrenn ein serbisk
umsókn um limaskap kann
koma til viðgerðar.
Hildu seg hava funnið Mladic
Servandir, serbiskir hermenn
leitaðu eftir Ratko Mladic í
býnum Valjevi
Mynd: AFP
Amerikanska herstøðin í Thule
Mynd: Polfoto