Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-11, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. november 2008síða 9

‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 217 - 11. november 2008 Íverksetarahúsið: Nýhugsan og íverksetan kring landið Í næstum skipar Íverksetarahúsið fyri kunningarkvøldum kring landið við fokus á nýhugsan og íverksetan í 2009. Á fundunum verður kunnað um átøk fyri íverksetarar og fyritøkur, sum verða fyriskipaði í teimum størru kommununum í 2009. Talan er um átøk, har byrjað verður við einum ígongdsetarakvøldi, sum verður fylgt upp við ráðgeving, sum Íverksetarahúsið skipa fyri, og seinni við møguleika fyri eini professionellari sparring við serfrøðingum úr vinnulívinum. Tilgongdin endar við presentatión av bestu verkætlanunum fyri íleggjarum. Eisini verður kunnað um ‘Masterclass Innovatión’ skeiðini, sum Íverksetarahúsið skipar fyri, í samstarvi við altjóða íverksetarafyritøkuna Startup Company. Málbólkurin fyri hesi skeið eru íverksetar og fyritøkur, sum ynskja eitt sterkari handilsgrundarlag og harvið røttu fortreytirnar fyri vøkstri. Fyrsta kunningarkvøldið verður hildið á Seglloftinum hjá Onnu Kirstin Thomsen í Suðuroy 17. nov. kl. 19:00. Seinni verður farið í Vágar, til Sands, til Havnar, í Eysturoynna og til Klaksvíkar. Allir íverksetarar, fyritøkur og onnur áhugaði eru hjartaliga vælkomin, heilsa tey úr Íverksetarahúsinum Bæði Eik og Føroya Banki hava sýtt fyri at veita Klaksvíkar kommunu meiri lán, og nú bíðar komm­ unan eftir Norðoya Sparikassa, sum ikki hevur givið endaligt svar. Kommunan hevur ein bráðfengis tørv upp á 15 mió. krónur til at gjalda lønir og rokningar fyri. Um ikki lokali peningastovnurin er til reiðar at veita meiri fígging, er vandi fyri, at alt kommunala virksemið í Klaksvík steðgar upp heilt skjótt Fíggjarstøða Kári Mikkelsen karim@sosialurin.fo Klaksvík má liva upp á náði, tí kommunukassin er skralltómur. Ella rættari, har er uppaftur verri statt. Um kommunan ikki fær eitt bráðfeingis lán upp á 15 mió. krónur til at gjalda løn­ ir og rokningar fyri, steðgar alt virksemi hjá kommununi eftir øllum at døma upp heilt skjótt. Roknaksparleiðarin hjá kommununi, Henry Mellem­ gaard, hevur gjørt eina lýs­ ing av fíggjarstøðuni hjá kommununi, og tølini síggja milt sagt ikki vøkur út. Sambært uppgerðini fer ein alsamt størri partur av inntøkunum til rakstur og lánsgjøld. Í 2005 vóru rakstr­ arútreiðslurnar 76 mió. krónur ella 65 prosent av inntøkunum, meðan rakst­ urin fyri 2009 verður heili 85 prosent av inntøkunum, um virksemið skal verða á sama støði sum í ár. Roknskaparleiðarin ger vart við, at orsøkin til øktu rakstrarútreiðslurnar er, at kommuna hevur hækkað tænastustøðið á nærum ølllum økjum og komin við nýggjum tilboðum til borg­ ararnar, samstundis sum stuðulsupphæddirnar til feløg, tiltøk og annað eru hækkaðar munandi. Láns­ gjøldini eru eisini hækkað, og í 2006 fóru tvey prosent av inntøkunum til rentur og avdráttir, og í 2009 er hetta eitt prosent hægri, svarandi til 18 mió. krónur. Tølini vísa eisini, at í 2006 og 2007 brúkti komm­ unan samanlagt 60 mió. krónur meiri, enn hon fekk inn. Í 2008 er hallið mett til 15,7 mió. krónur, og tá eru avdráttirnir ikki íroknaðir. Sambært frágreiðingini bendir nógv á, at fíggjarætl­ anin als ikki kemur at halda, tí eftir øllum at døma verður talan um meirnýtsla í bæði rakstri og íløgum. Í frágreiðingini stendur, at fíggjarætlanin vísir eitt hall upp á 19,2 mió. krónur, og at hetta ikki er haldbart við verandi fíggjarstøðu. Semja er um, at fíggjarætlanin skal hava nakrar mió. krónur í avlopi. Tí hevur býráðið gjørt av at hækka skattapro­ sentið við einum stigi upp á 21,75 prosent, raksturin er skorin við 16 mió. krónum niður í 90 mió. krónur, og íløgurnar eru settar til 223,1 mió. krónur. Hækkingin í skattaprosentinum gevur kommununi 6,3 mió. krónur í meirinntøku. Gongur út yvir skúlabygging Gjørt verður vart við í frágreiðingini, at gjaldførið er vánaligt, og av tí at fíggj­ arætlanin fyri 2009 onki lik­ viditetsavlop hevur, er sera umráðandi, at kommunan fær bøtt um gjaldførið við lántøku. Annars verður trupult at reka kommununa komandi ár. Vánaliga gjaldførið kann koma at ganga út yvir umbyggingina av Ósaskúl­ anum, men hetta hevur enn ikki vunnið frama í býráð­ num, staðfestir Henry Mell­ emgaard í frágreiðingini. Umstitingin metir avlopið í fyriliggjandi uppskoti vera ov lítið í mun til verandi gjaldføri og skyldur. Um inntøkurnar ikki hækka, so verður mælt til at skerja raksturin enn meiri ella útseta onkra íløgu. Tá lánsgjøldini fyri fjórða ársfjórðing eru goldin, verða lánini við árslok á 132 mió. krónur komin upp á góðar 150 mió. krónur, tí gjaldføristørvurin er á leið 20 mió. krónur. Frágreiðingin staðfestir, at út frá verandi fíggjarstøðu er tað av týdningi, at býráð­ ið kemur við eini fíggjarætl­ an við avlopi. Altso, at tað er samsvar millum inntøkur og útreiðslur íroknað láns­ gjøld. Annars er vandi fyri, at fíggjarstovnarnir ikki veita lán, og Fíggjarmála­ ráðið fer at áseta skattapro­ sentið fyri Klaksvík, eins og gjørt varð í 1995, tá landsstýrið av sínum ein­ tingum setti skattaprosentið til 23 prosent. Av frágreiðingini fram­ gongur, at sitandi býráð hevur brúkt sera nógvan pening sæð ígjøgnum eitt 10 ára skeið, har íløgurnar í Klaksvík hava verið 390 mió. krónur. Av hesum eru 220 mió. krónur brúktar í hesi býráðsseturni. Henry Mellemgaard, roknskaparleiðari, vísir á, at tað verður ein stór avbjóð­ ing at halda seg innan fyri avsetingina upp á 90 mió. krónur, nú skerjingar eru gjørdar í rakstrinum fyri 16 mió. krónur. Tí er neyðugt við neyvari fíggjarstýring. Um inntøkumetingarnar og avsetingarnar halda, er møguleiki at fáa eina komm­ unu, sum fer at hava á leið 20 mió.. krónur til íløgur, eftir at útreiðslurnar eru goldnar, íroknað rentur og avdráttir. Hetta merkir, at 15 prosent av skattainntøk­ unum fara til íløgur, og tað verður vanliga hildið at vera eitt gott lutfall, skrivar Henry Mellemgaard. Kassin í Klaksvík er skralltómur Við 220 av 390 mió. krónum í íløgum upp á fýra ár hevur sitandi býráð við Steinbjørn O. Jacobsen, borgarstjóra, á odda, brúkt 56,4 prosent av øllum íløgunum, sum eru gjørdar í Klaksvík seinstu 10 árini Um Norðoya Sparikassi, eins og Eik og Føroya Banki, fer at sýta Klaksvíkar kommunu eitt gjaldførislán upp á minst 15 mió. krónur, steðgar alt virksemið hjá kommununi upp