Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-11, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. november 2008síða 10

‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 217 - 11. november 2008 Kl. 11.11 tann 11. november í 1918 skrivaðu teir stríðandi partarnir undir eina vápna­ hvíld, sum endaði fyrra heimskríggj FYRRA HEIMSKRÍGGJ Heri Simonsen heri@sosialurin.fo Kring Heimin minnast fólk í dag 90-ára dagin fyri, at fyrra heimskríggj endaði. Fyrra heimskríggj er mill- um mest ræðuligu og meiningsleysu kríggj, sum nakrantíð hava verið í mannasøguni. Tað mest syrgiliga við fyrra heims- kríggið er, at kríggið “sum skuldi enda øll onnur kríggj” bert bleiv upphit- ingin til eitt enn meiri um- fatandi kríggj, sum brast á 21 ár seinni. Vardi í yvir fýra ár Byrjanin til kríggið hendi í Sarajevo 28. juni í 1914. Viðurskiftini millum Serbia og keisaraveldi Eysturríki/ Ungarn vóru spent. Ein serbiskur nationalistur, sum nevndist Gavrilo Princip varð limur í einum felags- skapi, sum nevndist “Hin svarta hondin”. Gavrilo Princip varð nógv merktur av sjúku, men hann droymdi kortini um at gerast ein hetja í tjóðskaparstríðnum fyri heimlandið Serbia. Tá Princip og aðrir limir í “Tí svørtu hondini” hoyrdu, at eysturríkski krónprinsurin, Franz Ferdinand, og krón- prinsessan, Sophie skuldu vitja Sarajevo, fóru teir í holt við ætlanirnar at beina fyri eysturíksku trúnarving- unum. 7 mans tóku støðu kring Sarajevo, og kom Gavrilo Princip at standa soleiðis fyri, at eysturríksku trúnarvingarnir komu framvið, har sum hann stóð. Princip fór fram til bilin hjá eysturríksku trúnarvingun- um, og skeyt hann Franz Ferdinand í hálsin, og Sophie í undirlívið. Tá ein hálvur tími var farin, vóru bæði deyð. Morðið vakti vreiði í Wien, og royndi Eysturríki-Ungarn at banka Serbia uppá pláss, har teir m.a. kravdu, at fleiri bløð skuldu bannast. Men Serbia noktar at ganga við til krøvini, og ein mánað aftaná morðið – 28. juli í 1914 – kemur Eysturríki- Ungarn við einari krígs- fráboðan til Serbia. Og so leyp skriðan: Russland sendir eina krígsfráboðan til Eysturríki-Ungarn fyri at stuðla Serbia. Týskland sendir Russlandi eina krígs- fráboðan. Hetta ger, at Frak- land ger herin hjá sær til reiðar, sum førir til, at Týsk- land sendir eina krígsfrá- boðan til Frakland. Úrslitið er, at Stórabretland sendir eina krígsavbjóðing til Týskland, og alt Evropa logar. Turkaland verður sam- eindi Týsklands og Eysturríki-Ungarns. Í 1915 fer Italia í part við Russ- landi, Fraklandi og Stóra- bretlandi. Allir partar halda, at teir hava ein stóran og væl virkandi her, og at kríggið fer enda, áðrenn eitt ár er farið. Ræðuleikarnir taka yvir Men á vestara hermótinum var bert talan um nakrar vikur í 1914, at talan varð um eitt mobilt kríggj. Týsk- ararnir náa líka til París, men har gerast teir sam- eindu ov sterkir. Týskarnir taka seg aftur til Eystur- Fraklands, og her grava teir seg niður. Úrslitið gjørdist ein long røð við skotgrøvum, sum rakk líka úr Belgia, og til sveisiska markið. Teir sameindu grava seg eisini niður, og tey næstu 4 árini fara nógvar meiningsleysar hernaðaratsóknir fram. Stríðandi partarnir royna umaftur og umaftur at vinna landaøki frá hvørjum øðr- um. Effektivi maskin- byrsurnar slakta eitt ótal av monnum niður, sum royna at taka hernaðarstøðinar hjá mótpartinum. Ræðuleikar- nir versna bara. Týskarnir byrja at senda giftgass við ættini, men ikki gongur long tíð, so senda teir sam- eindu gass yvir týskarnar. Bàðir partar brúka flammu- kastarar, og skiftast um at bumba støðurnar hjá hvørj- um øðrum. Skjótt umskap- ast vøkru fronsku landssløg- ini til ljót mánalandsløg. Men tað ringasta við krígnum eru teir ræðuliga stóru tapslistarnir. Talið av deyðum, særdum og invalideraðum hermonnum gerst so høgt, at tað ganga nøkur ár, áðrenn teir stríð- andi partarnir tora at almannakunngera talið av deyðum og særdum her- monnum. 4,9 miljónir her- menn hjá teimum sameindu doyggja, 11,3 miljónir vóru særdir og invalideraðir. Hjá teimum týskttalandi lond- unum doyðu 3,1 miljónir hermenn, 8,4 miljónir vóru særdir og invalideraðir. Á sjónum og í luftini Týska keisaraveldið hevði dubbað seg væl við nógvum kavbátum, sum søktu eitt ótal av handilsskipum, fraktskipum og ferða- mannaskipum, umframt herskipum. Í 1916 møttast týski og bretski flotin í einum eirindaleysum bar- daga uttanfyri jútsku vestur- strondina. So nógvar kan- ónir dunaðu, at alt Vestur- Jútland skalv. Bretar missa 14 skip og 6.100 mans, týskarar missa 11 skip, og 2.500 mans, men tað eydnast bretum at varðveita harradømi yvir sjónum, so Týskland við tíðini gerst alsamt meiri og meiri inni- byrgt. Flogfør og Zeppe- linarar fremja tey fyrstu bumbuálopini á sivil bumbumál. Turkarar fremja fólkamorð ímóti einari miljón armenarum, og er tað enn ein marra, sum situr djúpt í armenska fólkinum. Fyrra heimskríggj varð eisini orsøkin til, at bolsje- vikkarnir kundu fremja kollvelting, og taka við valdinum í Russlandi. Í 1917 hava amerikumenn fingið nóg mikið av, at týskarar søkkja amerikonsk skip, og skip við amerikon- skum ferðafólkum. Á sumri í 1917 standa amerikanskir hermenn í Evropa, og miðveldini byrja at kunna lesa skriftina á vegginum. Týskarar gera eina síðsta offensiva roynd á vári í 1918, men tá saman um kemur eru Fraklendingar, Bretar og amerikumenn ov sterkir. Stórt vørutrot og mattrot er samstundis í Týsklandi. Eysturríki-Ung- arn og Turkaland hoykna, og geva bardagan upp. Teir flestu týsku politikkarnir mugu síggja í eyguni, at tað er bert ein gongd leið, og tað er at enda kríggið, og fóru teir í holt við friðar- samráðingarnar, sum av øllum støðum vóru hildnar í einum fronskum jarnbreyt- arvagni. Tann ellinta min- uttin í tí ellinta tímanum á tí ellinta degnum í tí ellinta mánaðinum tagnaðu kanón- irnar, og kríggið varð liðugt. Eingin varðandi friður Men ein friðaravtala, sum eyðmýkir Týskland beinir vegin fyri einum nýggjum heimskríggi, sum gerst enn meiri umfatandi, enn fyrra heimskríggj. Sum franski hernaðarleiðarin, Ferdinand Foch segði í 1919, tá Týskland tann 28. juni hetta árið varð tvungið at skriva undir eina ræðuliga eyð- mýkjandi friðaravtalu, sum gjørdi, at Týskland misti øll hjálond, og fekk eitt endur- gjald, sum týskarar í roynd og veru ógjørligt kundu gjalda aftur: - Hetta er ikki nøkur friðaravtala. Hetta er bara ein vápnahvíld, sum fer at vara í 20 ár. Ferdinand Foch gjørdist profetiskur. Á sumri í 1939 logaði alt Evropa aftur. Í Fraklandi er eitt ótal av hermannagravsteinum, so langt sum eyga røkkur, sum stava frá fyrra heimskríggi. Tí er tað serliga í Fraklandi, at fólk minnast fyrra heimskríggj við hávirðing. Norðanlond vóru uttan- veltaði undir fyrra heims- kríggi, men føroyingar merktu sannliga til kríggið. Stór vøruskamtan varð í Føroyum í 1917 og 1918, og í 1916 vóru fleiri før- oyskar sluppir søktar av týskarum suðuri á Banka- num. Men í 1916 sluppu føroyingarnir í bátarnir fyrst. Lukkutíð varð góð- veður, so mennirnir kundu rógva til lands aftur. Fjórðingsøld seinni – undir seinna heimskríggi - vóru týskarar ikki so lagaligir ímóti føroysku sjómonn- unum, sum sigldu við fiski til Bretlands. 11. november 1918: 90 ár síðani fyrra heimskríggj endaði Hendan myndin er tikin á staðnum, har tey bæði, Franz Ferdinand og Sophie vórðu myrd hin 28. juni í 1914 Tá eysturríski trúnarvingurin, Franz Ferdinand og konan Sophie, vórðu myrd í 1914, var tað byrjanin til fyrra veraldarbardaga Myndin er tikin tá Gavrilo Princip, sum myrdi eysturríska trúnarvingin 28. juni í 1914, varð handtikin. Princip er maðurin høgrumegin, sum verður hildin av tveimum løgreglumonnum Neistin nýggja høll Í dag hevur Tórshavnar kommuna og hondbóltsfelagið Neistin skrivað undir sáttmála um lendi at byggja nýggja ítróttar- høll á. Høllin, sum lýkur altjóða krøv, verður bygd við Landavegin, dygst við nýggja skúladepilin í Marknagili. Í nýggju hondbóltshøllini hjá Neistanum verða 800 sitipláss og øll útgerð, ið krevst til tílíka høll, m.a. upphitingarhøli, venjingar- høli og kafeteria. Neistin upplýsir at tey hava arbeitt við málinum í 4-5 ár. Í næstum verður farið undir at gera endaligt prosjekt, so byggingin kann byrja. Væntandi verður høllin inniloka næsta ár og klár at taka í brúk innan tvey ár, sigur Neistin. Útvið 500 limir eru í Neistanum og nevndin sigur at stórur eftirspurningur longu er eftir høllini, tí stovnar og skúlar har á leiðini fylgja væl við gongdini í málinum um nýggja hondbóltshøll við Landavegin. Á myndini síggjast Jens Marius Poulsen, kommunustjóri, Malan Justinussen, næstformaður í Neistanum, Kjartan Tohmassen, formaður í Neistanum, Kristanna Mohr, skrivari í Neistanum, og Heðin Mortensen borgarstjóri í Tórshavnar kommunu. Kelda: Tórshavnar kommuna