Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-11, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. november 2008síða 11

‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 217 - 11. november 2008 Hoyvík er økið við tí stóra fólka­ vøkstrinum, og sæst tað aftur í, hvar býráðslimirnir búgva BÝRÁÐSVAL Heri Simonsen heris@sosialurin.fo Í eitt mannaminni hava fólk í Tórshavnar Kommunu valt 13 fólk í býráðið. Hóast bæði Argir, Kollafjørður, Nólsoy, Velbastaður, Kirkju­ bøur, Norðradalur, Syðra­ dalur, Hestur og Koltur eru komin upp í Tórshavnar Kommunu. Og hóast fólkatalið í Havn, á Argjum, og serliga í Hoyvík er nógv vaksið seinastu árini, so hevur lítið verið at hoyrt um at økja talið av býráðs­ limum, so t. d. Kollafjørður hevði havt ein betri møgu­ leika at fingið eitt umboð í býráðið. Hoyvík dominerar Hyggja vit eftir, hvar teir 13 býráðslimirnir í farandi býráð búgva, so sæst, at Hoyvík er væl umboðað í býráðnum. Nógv fokus er eisini á Hoyvík, og út­ byggingarnar, sum har eru. Marin Katrina Frýdal (E), Leivur Hansen (E), Jan Christiansen (A), Inga Dahl (A) ­ sum tók sætið fyri Anniku Olsen ­ og Høgni Mikkelsen (B), eru øll búsett í Hoyvík, og hevur Hoyvík soleiðis fimm av 13 býráðslimum. Argir hevur bara ein býráðslim, og er tá talan um Sjúrð Olsen (A). Um vit siga, at økini vestan fyri Dalavegin eru Vesturbýurin, so eru Halla Samuelsen (C) og Bjarti Mohr (A) har og so hevur vesturbýurin tvey umboð í býráðnum. Vagnur Johannesen í Kollafirði hevur kortini havt sæti í býráðnum fyri Bjarta Mohr seinastu tíðina. Taka vit miðbýin – tað sum liggur innan fyri gamla Stóragarð, so hevur mið­ býurin trý umboð. Talan er um Elina Lindenskov (C), Hildur Eyðunsdóttir (E) og Heðin Mortensen (C). Beate L. Samuelsen (B) býr tætt við plantasjuna, og er tað næstan á markinum til miðbýin. Jógvan Arge (E) býr skamt frá Hoyvíks­ tjørn. Býráðslimirnir, sum eru konfronteraðir við hesum í skrift og talu, leggja allir áherðslu á, at tað hevur ong­ an týdning hvar í kommun­ uni ein býráðslimur býr, um bara viðkomandi vil arbeiða fyri alla Tórshavnar Komm­ unu. Kortini er ein eyka spenningur um, hvussu geografiska býtið millum býráðslimirnar verður aftan á valið týskvøldið. Sjálvstýrisflokkurin hev­ ur innritað í sína valskrá, at talið av býráðslimum í Havn eigur at verða økt. Hoyvík er væl umboðað í farandi býráð Grønlandstíðindi Kári við Stein Seinastu tíðindi úr Grønlandi frá Kára við Stein_ 27. oktober Í dag er stormur, regn og vátaslettingur av suðri. Tann kavin, sum vit hava fingið herfyri, er so at siga horvin. Manu kom inn til Manitsoq at landa svart­ kalva í morgun, og Akama­ lik var her inni í Sisimiut við gott 400 tonsum. 28. oktober Í dag er stormur og regn av suðri. Polar Qraasit kom inn at landa í morgun. 29. oktober Í dag er stilli men oysregn. Hann lovar nógvan vind í kvøld og í morgin. Polar Qraasit loysti til nýggjan túr í morgun, og í kvøld kom so Sisimiut inn at landa svartkalva. Teir hava landað 300 tons í Aasiat herfyri, og nú hava teir 550 tons inni. Teir hava fiskað 850 tons av svartkalva í 50 dagar. Tað síðsta hálið vóru 15 tons í. Teir gleða seg at sleppa heim at hald frí til næsta tørnið. 30. oktober Hann brann á við stormi í morgun um kl. 0730. Sisimiut, sum liggur vid kai, sleit onkran enda. Tá ið tað var uppá tað ringasta stóð vindmálarin har umborð á 50 sekm. Lossing bleiv ongin. Tað oysregnaði, men teir byrjaðu at landa í kvøld. Tað eru fleiri bátar soknir inni í havnini, og sjálv kongabrúgvin er í sori eftir øllum súginum, sum hava verið í nátt og í morgun. Manu kom inn eftir ein­ um manni, sum hevur gingið her í Sisimiut í fýra dagar uttan at sleppa úr býnum fyri veður. Manu er ein snøggur bátur at líta á. Hann er fyrrverandi Koral­ en úr Noreg. Annars er frætt, at fleiri av bátunum hava ligið bakk. Onkur longri norðuri hevði haft trolið úti, men bert eitt trol. Øll flúgving bleiv avlýst í gjár, og flogfarið úr Kastrup fór heldur ongan veg. 31. oktober Í dag er sama veðrið, sum í gjár, himmal og hav í einum. 1. november Manu loysti her í morgun til nýggjan túr, og Sisimiut loysti til nýggjan túr á svartkalva seinnapartin. Teir eiga gott 300 tons eftir har norðuri og knapt 200 har suðuri. Teir skulla fiska kvotuna upp, áðrenn siglt verður til Nuuk eftir toska­ trolum, sum teir eiga har. Síðani fara teir møguliga á Føroyar. 3. november Frætt er frá Atlantic Enter­ price. Teir hava havt sjask­ veður og liggja vid oynna Resolution Island. Fiskaríið hjá teimum er brúkbart. Seinasta hálið, sum vardi í 2,5 tímar, gav níggju tons. 4. november Í dag kom Naatarnaq inn at landa og skifta manning. Teir hava gott og væl 300 tons inni. 5. november Naatarnaq loysti líka aftan á midnátt til nýggjan túr. Qaqqatsiaq inn at landa í morgun. Teir hava gott 540 tons inni. Ein sera góður túrur hjá teimun. Lastin er verd 10,3 mill. Teir hava sett siglingartíð til í morgin áðrenn kl. 0900. Lómur hevur haft gott fiskarí í langa tíð. Síðsta túrin høvdu teir 138 tons inni. Polar Natarnaq hevur verið í Nuuk og landað um 200 tons av sekkjarækjum. 8. november PolarAssik er á veg inn til Aasiat at landa. Teir hava gott 60 tons inni av ísaðum rækjum. Hetta er sætti túrur hjá hesum holdinum. Teir hava haft gott 60 tons hvønn túrin, um 370 tons í alt, óført hjá teimun. Nógvur svartkalvi Neyðtikin 3.000 ferðir Eysturríkska løgreglan er nú liðug við ákæruritið ímóti Josef Fritzl. Tað er óhugnaligur lesnaður. Seinni í vikuni verður ákæruvaldið í Wien liðugt við at orða ákæruritið ímóti Josef Fritzl, sum er skuldsettur fyri at hava havt dóttir sína sum fanga í 24 ár og fyri at hava fingið fleiri børn við henni. Blaðið Österreich skrivar í dag, at ákæruritið, sum er einar 1.500 síður, er sera óhugnaligur lesnaður. Sum skilst verður Josef Fritzl ákærdur fyri burturflyting, neyðtøku, blóðskemd og møguliga morð. Josef Fritzl hevur undir avhoyringunum viðgingið, at hann neyðtók dóttir sína Elisabeth fleiri ferður um vikuna tey 24 árini. Út frá hesum metir løgreglan, at talan var um einar 3.000 neyðtøkur, skrivar eysturríkska blaðið. Tey brotsverk, sum Fritzl hevur viðgingið undir avhoyringunum, kunnu geva honum 15 ára fongsul.