týsdagur 11. november 2008síða 17
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
vinnan
Nr. 217 - 11. november 2008
Eftir trimum árum
hevur iConcept sett
seg væl á føroyska
marknaðin fyri inter
nettelefoni. Fyrst
innan privatkundar,
men seinnu árini alt
meira innan vinnu
kundar. Enn hevur
ongin kappingarneyti
veruliga bjóða
felagnum av
telesamskifti
Edmund Jacobsen
edmund@pressecentrum.dk
Soleiðis hevur tað ljóða í
fleiri ár. Og hyggur ein
nærri at, hvussu samskifta
verður í dag, so eru føroy
ingar stórnýtarar av VoIP
(Voice over IP) tøkni. Ein
stórur partur av teimum pri
vatu samrøðunum millum
Føroyar og útlandi fer í dag
fram umvegis ókeypis tæn
astuna Skype, har ið teldan
sum oftast verður nýtt sum
telefon.
Samstundis hevur før
oyska felagið iConcept síð
ani 2005 bjóða fram eina
serstaka tænastu, har ið til
ber at tekna hald, fáa eitt
føroykst telefonnummar og
síðani ringja ímillum Før
oyar og útheimin fyri ein
sera lágan prís.
Privatkundar fyrst
Ei undur í, at iConcept fekk
nógvar privatkundar frá
byrjan, tí brádliga var tað
nærum líka bíligt at ringja
ímillum Føroyar og útheim
in sum at ringja innan
oyggja.
Síðani byrjanina í 2005
hevur iConcept nærum havt
henda marknað einsamalt
ongin kappingarneyti hevur
veruliga bjóða felagnum av.
Og hóast Føroya Tele og
aðrar fyritøkur bjóða fram
ymiskar loysnir innan IP
telefoni, so er iConcept ein
asta fyritøka, sum bjóðar
fram eina vælvirkandi og
fullkomna loysn ikki ein
ans til privatkundar, men
eisini til vinnulívið:
Vit fingu eina sera góða
byrjan við privatkundunum,
men síðani var eitt sindur
av minking. Tað er sum um
góðu tíðirnar høvdu við
sær, at fólk ikki hugsaðu so
nógv um kostnaðin, og
tískil onki løgdu í, um fast
nettelefonin varð nýtt til
útlandssamrøður. Seinastu
mánaðarnar, har ið vit hava
hoyrt so nógv um niður
gangstíðir, hevur vøkstur
aftur verið innan privatkund
ar, sigur Eyðstein Johanne
sen, ið saman við øðrum
stovnaði iConcept fyri um
leið trimum árum síðani.
Fleiri vinnukundar
Tann einfalda loysnin til
privatmarknaðin riggar væl
og hevur ein lutfalsliga góð
an og støðugan kundaskara.
Men
sambært
Eyðstein
Johannesen er tað sølan til
vinnulívið, ið skal skapa
framhaldandi vøkstur fyri
felagið.
Tann stóra broytingin
fyri iConcept er, at vit sein
astu tvey árini hava satsa
munandi meira uppá vinnu
kundar. Her bjóða vit fram
heildarloysnir innan internet
og telefoni, sum ger tað
lættari og nógv bíligari
hjá fyritøkum at samskifta
umvegis internetið, sigur
Eyðstein Johannesen.
Sum dømi tekur hann
eina føroyska fyritøku, sum
hevur deildir í Føroyum og
uttanlanda. Við einari IP
loysn ber til at hava telefon
móttøku í Føroyum, sum
eisini stillar um til starvsfólk
í Fraklandi ella Japan á
sama hátt sum um tey sótu í
Føroyum. Samstundis ber
til at knýta fleiri ymiskar
tænastur afturat IPloysnini,
so tað gerst munandi lættari
at samskifta. Til dømis ber
til at tosað ókeypis ímillum
deildir, hóast hesar liggja
spjaddar í fleiri londum.
Fyritøkur, hvørs samstarvs
felagar eisini nýta telefon
loysnir frá iConcept, kunnu
eisini samskifta ókeypis sín
ámillum
Tað er eingin loyna, at
hóast privatkundar hava
stóra týdning fyri okkum,
so ber til at virðisøkja tæn
astur og loysnir meira, tá ið
ein selur til vinnulívið, og á
tann hátt økja um inntøk
urnar hjá iConcept, sigur
Eyðstein Johannesen.
Hann leggur afturat, at
iConcept hevur havt ætlanir
um at royna seg uttanlanda,
men fyribils er avgjørt held
ur at nýta orkuna til at
styrkja og betra um loysnir
til føroyskar vinnukundar.
Tøkniliga eru vit væl
fyri, men kappingin er nógv
harðari í eitt nú Danmark,
sigur Eyðstein Johannesen.
Framtíðin er
spennandi
Fyri feløg sum iConcept er
framtíðin sera spennandi, tí
tøknin mennist við miklari
ferð.
Vit fara at uppliva stórar
broytingar, har ið telefoni
umvegis internetið fer at
innihalda nógv fleiri møgu
leikar enn í dag. Tað, ið
kanska er mest spennandi,
er at nýmótans fartelefonir
eisini sleppa upp í part. Tað
ber longu til at nýta fartele
fonir til IPtelefoni, men
enn eru loysnirnar ikki nóg
brúkaravinarligar. Men rák
ið gongur tann vegin, og
skjótt verður tað vanligt, at
fartelefonir verða nýttar til
bíligar telefonsamrøður um
vegis internetið, sigur Eyð
stein Johannesen.
iConcept eigur framvegis
VoIPmarknaðin
Skip kunnu spara orku
Tað er eingin trupulleiki hjá trolarum og nótaskipum at spara 10
prosent av orkuni samanborið við ta orku, sum tey brúka í dag. Tað
sigur John Ingar Jenssen hjá fyritøkuni COWI við norsku
tíðindastovuna NTB. John Ingar Jenssen sigur, at tað er sjálvandi rætt
at hugsa um orkusparing, tá nýggj skip skulu byggjast, men at tað
ræður ikki minst um at gera nakað við verandi flota. Seinni í hesum
mánaðinum fer hann at halda fyrilestur á einari ráðstevnu um
orkunýtslu og orkusparing í norsku fiskivinnuni. Ráðstevnan verður í
Ålesund.
Stutt um VoIP
Voice over Internet Protocol (oftani stytt VoIP ella IP-telefoni) er ein máti at
senda samrøður millum tveir ella fleiri persónar umvegis alnótina ella onnur
IP-netverk. Samrøðan verður varpað sum datapakkar mótsatt vanligum
telefonum, har ið samrøðan verður stýrd av umferðum og leiðarum. Best
kenda VoIP-tænastan er Skype (www.skype.com), ið virkar sum eitt sokallað
peer-to-peer (vin-til vin) samband umvegis alnótina ímillum tvær teldur.
Hettar samskiftið er ókeypis, tó kann ein keypa eyka tænastur sum til dømis
SkypeOut - upkall til vanligar telefonir - ella Voicemail - telefonsvarara. Eisini
finnast nógvar tænastur, har ið VoIP-samskiftið fer umvegis ambatarar. Hesar
tænastur skal ein gjalda fyri, men kostnaðurin er vanliga fleiri ferðir lægri enn
við vanligum telefonum. Ein greinskiljing av VoIP kann finnast á http://en.
wikipedia.org/wiki/Voip
Ein stór tøknilig menning
fer at gera internet-telefoni
lættari og vanligari tey
komandi árini. Sertakliga
verður tað ein kollvelting, tá
ið fartelefonirnar eisini koma
upp í part, heldur Eyðstein
Johannesen frá iConcept
Mynd: Jens Kristian Vang