týsdagur 11. november 2008síða 16
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
vinnan
Nr. 217 - 11. november 2008
Faroe Petroleum var
tað einasta oljufelagið
til 3. føroysku út
bjóðingina, sum
var við í tveimum
umsóknum, umframt
at felagið í ár hevur
verið við í trimum
øðrum útbjóðingum
aðrastaðni
Virkið oljufelag
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Jarðfrøðingarnir hjá Faroe
Petroleum hava havt úr at
gera seinasta hálva árið, nú
umsóknirnar til tað triðja
føroyska útbjóðingarumfar
ið er latið Jarðfangi. Før
oyska umsóknin er tann
fjórða, sum felagið hevur
latið inn í ár til oljuleiting
sum heild.
Fyrsta umsóknin varð lat
in inn til tað 25. bretska
útbjóðingarumfarið, síðani
vórðu umsóknir til tey bæði
norsku umførini, APA 2008
og tað vanliga (frontier) 20.
útbjóðingarumfarið latnar
inn, og nú til seinast um
sóknirnar til tað triðja før
oyska útbjóðingarumfarið.
Nils Sørensen, stjóri sig
ur, at Faroe Petroleum frá
byrjan hevur lagt seg eftir
at søkja um loyvi í sambandi
við útbjóðingarumfør og
síðani menna loyvini fram
til, at ein avgerð kann tak
ast, um tað er ráðiligt at
bora á loyvunum, ella um
tey skulu latast innaftur til
myndugleikarnar. Hesin ar
beiðshátturin gevur mestu
virðisøkingina til felagið,
samanborið við til dømis at
keypa seg inn í loyvi, sum
onnur feløg hava virðisøkt.
Felagið hevur í dag íalt 49
loyvi á føroyskum, bretsk
um, norskum og hálendsk
um øki.
StatoilHydro álitið
á Føroyaøkinum
Í sambandi við 3. útbjóðing
arumfar í Føroyum hevur
felagið avgjørt at luttaka
við tveimum umsóknum,
eini har Faroe Petroleum er
fyristøðufelag og fevnir
henda umsóknin um eitt
øki, sum liggur upp at loyvi
012, ið felagið framman
undan hevur 100% av. Ætl
anir eru um at gera fleiri
tekniskar kanningar á øki
num, so støða kann takast
til, um borast skal á har. Í
hesum sambandi er felagið
í samráðingum við onnur
oljufeløg, um at koma inn á
loyvið so váðin kann býtast
millum fleiri feløg sigur
Nils Sørensen.
Hin føroyska umsóknin
er latin inn saman við Stat
oilHydro, ið er fyristøðufe
lag, Faroe Petroleum hevur
sett seg fyri 10% av
umsóknini. Samstarvið við
StatoilHydro byrjaði við
aðru útbjóðingarrundu, tá
loyvini 006 og 009 vóru
tillutað, og Nils Sørensen
sigur, at tað er onki at taka
seg aftur í, at StatoilHydro
er tað felagið, sum hevur
drúgvastu
royndirnar
á
føroyska økinum og má sig
ast at vera álitið, tá talan er
um framtíðar leiting á før
oyskum øki. Felagið hevur
bæði tekniska og fíggjarliga
orku til at vera fyristøðu
felagið í Føroyum. Feløgini
samstarva eisini á norskum
øki.
Við frá byrjan
Stjórin í Faroe Petroleum
vísir á, at felagið hevur lut
tikið í øllum trimum før
oysku útbjóðingarumførun
um. Hetta er ein partur av
stragegiini hjá felagnum,
sum eisini hevur sína byrjan
í Føroyum, har tað varð
stovnsett í 1998. Felagið
metir, at økið er framvegis
sera áhugavert og kann
møguliga í framtíðini verða
við til at geva tí føroyska
samfelagnum stór virði.
Felagið hevur nýtt tætt við
kr. 200 mió. Kr. í leitiút
reiðslum eitt nú luttøku í
trimum brunnum, og fleiri
2D og 3D seismikkkann
ingum higartil á Føroya
økinum fyri at fáa meiri
vitan, um olja ella gass
kunnu finnast rakstrarverd
ugum nøgdum.
Faroe Petroleum luttekur
í 5 føroyskum loyvum,
bæði sum fyristøðufelag og
sum vanligur loyvishavari,
loyvini eru 002, 005, 006,
009 og 012, og tað mest
spennandi loyvi í løtuni er
loyvi 005, sum verður borað
í komandi ári við ENI sum
fyristøðufelag. Fyrireiking
ar til hesa boring eru longu
byrjaðar og inni á bryggjuni
í Runavík liggur ein partur
av útgerðini til boringina.
Tað er Atlantic Supply
Base, sum stendur fyri flest
øllum tænastuveitingum út
frá Runavík til komandi
boring, og hevur felagið
veitt tænastuveitingar til
allar boringarnar, sum hava
verið á føroyskum øki.
Faroe Petroleum setti ASB
á stovn í sambandi við 1.
útbjóðingarumfarið
sum
ein part av førleikamenning,
har
føroyskar
fyritøkur
skuldu fáa møguleika at
veita tænastur til oljuvinn
una. Nú eru eini 1520
partaeigarar í felagnum,
flestu teirra eru fyritøkur,
sum frammanundan veita
tænastur til fiskivinnuna.
ASB er fyri stuttum blivið
ISO góðkent og hevur ætl
anir um at økja um virk
semið.
Men hvussu er Faroe
Petroleum so fíggjarliga
fyri at skula luttaka í kostn
aðarmiklum boring, eitt nú
Anne Marie brunninum á
føroyska landgrunninum?
Faroe Petroleum er fíggj
arliga væl fyri til at luttaka
í einum sera aktivum bori
programmi,
og
vónandi
vera virðisøkingar komandi
árini. Felagið hevur eitt sera
gott samskifti við institutio
nellu partaeigararnar og
fíggarstovnar, ið eru við til
at fíggja felagið undir teim
um vanligu treytum, sum
eru galdandi í eini altjóða
oljuvinnu.
Faroe Petrolum brettir upp armar
Faroe Petrolum er við í fimm loyvum á landgrunninum, tað mest áhugaverda er 005, har Eni fer at bora næsta ár. Loyvi 012
er so mikið spennandi, at felagið hevur søkt og fingið eitt loyvi nærhendis. Aftrat hesum hevur felagið søkt um tvey nýggj loyvi
í 3. rundu
Kelda Jarðfeingi
Meinhard Jacobsen, nevndarlimur
í Faroe Petroleum letur Jarðfeingi
umsókn til leitiloyvi í 3. útbjóðing
Mynd Jensk K Vang.