Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-11, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. november 2008síða 15

‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Demich P/F Tórshavn Postboks 378 - Stiðjagøta 2 FO-110 Tórshavn Telefon +298 309 310 demich@demich.fo Demich P/F Vágur Á Marknoyri FO-900 Vágur Telefon +298 37 35 35 demich@demich.fo Demich P/F Runavík Heiðavegur 80 FO-610 Saltangará Telefon +298 445500 demich@demich.fo Vit hava røttu loysnina til júst tín tørv. Umhvørvisvinarlig orka við hitapumpu frá Demich Vinnan Vinnu- og handilstíðindi í Sosialinum ...títt vinnublað Dugnaligir skiparar Av skipunum, sum Beta eigur og rekur, skara Bakur og Stelkur fram úr í veiði. Fram til endan av oktober í ár hava skipini fiskað tilsamans 5.600 tons, sum er meira enn helmingurin av tí, sum allir teir átta gomlu cuba- trolararnir veiddu eitt miðalár Fiskivinna Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Eitt miðalár veiddu teir átta sonevndu kubatrolararnir, sum P/F Beta í Saltangará átti, eini 10.000 tons tilsamans. Hesi skip eru nú øll farin úr flotanum, og nýggj eru komin í staðin. Tey fyrstu nýggju skipini, sum komu í flotan fyri hesar gomlu, vóru Bakur og Stelkur. Nú veiða bara hesir báðir meira enn helm­ ingin av teirri miðalnøgd, sum hesir tilsamans átta áður veiddu í eitt hálvt ár. Leggjast skal tó aftrat, at Bakur og Stelkur rættiliga skara fram úr í nýggja flot­ anum hjá Beta, sum Faroe Seafood eigur í dag. Fiska óføra væl Fram til 31. oktober í ár hava hesi bæði skipini fisk­ að tilsamans 5.600 tons, og tað eru heili 1.400 tons meira enn parið hjá Beta, sum liggur á øðrum plássi í veiðinøgd. Skipini, sum eru næstir Baki og Stelki, eru nevni­ liga Rókur og Lerkur, sum tilsamans við endan av oktober høvdu fiskað 4.200 tons. Nýggjastu skipini hjá felagnum, Heykur og Falk­ ur, høvdu fiskað 4.100 tons. Leggjast skal tó aftrat, at Falkur lá leingi í summar, tá skipið fekk stóran skaða á skrokkin, meðan teir vóru á fiskileið. Umvælingararbeiði var meira umfatandi og tók longri tíð enn væntað. Bakur og Falkur hava verið fleiri tímar í sjónum enn hini bæði pørini í hes­ um fiskiári, men í heyst vóru skipini kortini til klass­ ingar, og tá mistu tey eisini fiskitíð. At enda kunnu vit leggja aftrat, at tað ikki hevur gingið so væl hjá Jaspis og Ametyst í ár. Teir høvdu fiskað tilsamans 2.600 tons, tá oktober mánaði var liðugur. Grammir skiparar Skiparar á Baki og Stelki eru brøðurnir, Kjartan og Jákup Pauli Egholm, sum hava sínar røtur á hval­ víkarleiðini. Fyrrnevndi býr á Eiði, hin í Fuglafirði. Sigast má, at hesir menn og brøður eru rættiliga grammir, tá ræður og veiði. Bakur og Stelkur hava til­ samans tríggjar skiparar, og avloysari hjá brøðrunum báðum er Eyðfinn, sum eis­ ini roynist drúgvur á skips­ brúgv. Eitt miðalár fiskaðu teir átta gomlu kubatrolararnir umleið 10.000 tons av fiski, men fram til endan av oktober í ár høvdu Bakur og Stelkur einsamallir fiskað heili 5.600 tons Mynd: Vilmund Jacobsen