Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-11, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. november 2008síða 14

‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 217 - 11. november 2008 Andlát og jarðarferðir Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Simona Djurhuus, í Froðba, búsitandi í Hanst­ holm, andaðist hósdagin, 94 ára gomul. Jarðarferðin verður týsdagin klokkan 13 úr Hanstholm kirkju. Andlát og jarðarferðir Dagurin 11. november . Mortansmessa. Til minnis um biskupin Martin í Tours í Fraklandi. Hann var føddur í tí, sum nú verður rópt Ungarn. Sum pápin var hann fyrst hermaður, men gav seg ungur í kirkjuliga tænastu, har hann skjótt kom fram. Hann var kosin til biskup í Tours. Hósdagin vórðu gávukekkar lætnir í sambandi við tiltak­ ið Skótahjálpina 2008, sum Føroya Skótaráð skipaði fyri í viku 39, frá 22. til 27. september. Peningurin sum kom inn fór til tvær verkætlanir. Til verkætlanina Gentubarna­ heim í Tansania, sum Sól­ fríð og Hans Michael í Mit­ túni skipa fyri í samstarvi við danska felagsskapin Fremtid og Håb, og til før­ oysku verkætlanina “Smáir herðar­ stór byrða” sum Sinnisbati skipar fyri. Gávukekkarnir vórðu lætnir til Hans Michael og Sólfríð í Mittúni, frá felags­ skapinum “Fremtid og Håb” og til Soffi Egholm frá Sinnisbata. Felagsskapir­ nir fingu 35.000 krónur í part. Skótahjálpin takkar øllum sum hava stuðla. Skótahjálpin 2008 Gávukekkarnir vórðu lætnir hósdagin, f.v.: Hans Michael og Sólfríð í Mittúni, frá felagsskapinum Fremtid og Håb, Toril Waag Olsen, formaður í Skótahjálpini, og Soffi Egholm frá Sinnisbata Tórunn Sømark í Kollafirði, sum var við í Skótahjálpini 2008, vann ein soviposa Góði elskaði pabba Tað er so ómetaliga tungt at góð­ taka, at tú ikki ert her á fold, saman við okkum meir. Okkum sum tú altíð, ja altíð hevði so stóra umsorgan fyri. Pabba og mamma eru bæði fødd og uppvaksin suðuri í Vági, í góðum og tryggum heimum. Mamma og pabba vóru forlovaði í nøkur ár og blivu gift í Vágs kirkju nýggjársdag í 1949. Árini í Keypmannahavn arbeiddi mamma á vevstovu, meðan pabba las teologi. Hann var liðugur at lesa í 1954, og settur sum prestur í Norðoyar eystara prestagjaldi sama árið. Á Viðareiði dámdi pabba væl, men mamma helt at honum dámdi í so væl í bjørgunum, so hon sat ofta við ampa. Til jólar í 1956 bleiv pabba settur sum prestur í Fuglafjarðar presta­ gjaldi, tá var eg 1 ára gomul og Páll 3ár. Heini bleiv føddur árið eftir og Johan 5 ár seinni. Vit 4 systkin vuksu upp í einum góðum heimið, har øll vóru vælkomin. Har vóru altíð nógv­ ir gestir. Vit børn hildu ikki altíð tað verða so stuttligt við øllum hesum fremmandafólkunum. Tað var annað, tá tað var familian, ið kom at ferðast. Systkinabørnini og vit vóru øll um nakað sama aldur. Annars vóru vit altíð nógv børn sum spældu í prestagarðinum. Loftið var eitt satt paradís, serliga áðrenn tað var innrættað. Havin við øllum teimum stóru trøðunum og so bólt­ spælið í túninum. Tað hevði sjálvandi ikki gingið, um tit ikki vóru so tolin bæði. Fólkavognurin kom í húsi í 1962, fyrsti her á leið, og næstu árini vóru fólkavognar róptir fyri ”Prestabilar”. Tað vóru ikki so fáir biltúrar tú pabba var við børnunum, so nógv, ið passaðu í bilin.Tá tað var regn og ringt veður var tú mangar ferðir uttan fyri skúlan, so vit og onnur børn komu turr heim. Tú dámdi væl at siga frá søgum, og vit at lurta eftir. Tú hevði eisini ein gamlan bát, ið dugdi til títt brúk. Vit vóru eisini mangan túrin á floti við tær, bæði at fiska og at skjóta fugl. Tú var ein so góður pápi og ikki minst abbi at teimum 11 abbabørn­ unum, ið tú forguðaði, og tey teg. Tú upplivdi at fáa 3 langabbabørn, ið tú var sera glaður fyri. Vit øll sakna teg so ógvuliga nógv. Tær síðstu vikurnar virkaði tú eitt sindur troyttari enn vanligt, men tú var í kjallaranum alt mánakvøldið, tá ið Heini og Páll flettu. Fríggjadagin var tú longu farin her frá. Nú teir aftur hava flett, var tað so undarligt at tú ikki var har. At koma inn á Bjarnavegi 22 er so tómt, stólurin er tómur, bara mamma er eina og aleina. Tað er so sera tungt hjá mammu, aftaná at hava verið gift við tær í skjótt 59 ár. Ja mamma var ein ordulig kona av gamla slagnum, ið gjørdi alt fyri teg við gleði. Tað síðstu tíðina tosaði tú serliga nógv um hvussu spennandi alt fór at verða aftaná deyðan. At enda vil eg takka tær fyri alt ið tú var fyri meg og míni. Takk fyri øll góð minnir, elskaði pabba. Hvíl í friði. Jesus segði: eg livi og tit skulu liva. dóttir tín Minningarorð um mín høgt elskaða pápa Torkil Beder føddur 27.02.1924, deyður 19.10.2007