týsdagur 11. november 2008síða 13
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 217- 11. november 2008
13
Fyri fáum árum síðan settu
visiónir dagskránna í Suð
uroy. Menning og fram
burður vóru drívmegin, og
kegl og split vórðu løgd
aftur um bak.
Men so fór jantulógin í
sjálvsving, fólkaviljin varð
kvaldur, og miðnámsskúlin
tvangsfluttur úr Vági. Við
ein brest fullu allar ætlanir
um samanlegging av oynni
til jarðar. Oraklið hevði
talað og demokratiið sett
til viks. Og suðuroyingar
sleikja enn sárini eftir hesa
ódemokratisku framferð.
Nú spøkir oraklið aftur.
Hesaferð skal tað ganga út
yvir størsta arbeiðspláss í
oynni, ogra sjúkrahús her á
Tvøroyri. Øll leiðsla skal
miðsavnast í meginøkinum,
vágbingurin í landsstýri
num. Oraklið, hevur opin
bart sett sær ta missión at
geva Suðuroynni mønu
stingin.
Oraklið átti at vitað, at
læknastríðið í Klaksvík
júst brast á av somu orsøk.
Tá vóru norðoyingar settir
til viks, og úrslitið gjørdist
syndarligt. Men myndug
leikarnir fingu ein álvars
ligan lærupening, tí ein av
avleiðingunum av lækna
stríðnum var, at sjúrka
húsini í Føroyum aftur
fingu hvør sítt stýri.
Góðu Tvøráfólk og suðr
ingar. Stendur tað sleppur
Oraklið ikki at kneykra
fólkaviljan einaferð enn.
Góðu veljarar, landsins
myndugleikar mugu læra
at ásanna, at demokratiið
er líka nógv vert fyri ogum
suðuroyingar, sum tað er
tað fyri borgarar á megin
landinum.
Gott val.
Oraklið kvaldi fólkaviljan
Kristin
Michelsen
Ætlani ikki at gera við
merkingar til tað, ið Finn
leif førir fram um vetrar
friðingina. Finleif leggur
hart út eftir undirritaða,
hvar hann beinleiðis sigur,
at peningur er fluttur á
konto hjá Kristin Michel
sen, um so er harra Finn
leif melda so málið, undir
ritaði ætlar ikki at hava
hesar pástandir sitandi á
sær, so um ikki Finnleif
meldar málið, so fer undir
ritaði sjálvur víðari við
hesum pástandi. Peningur
er ikki fluttur til Kristin
Michelsen, men fluttur á
konto hjá hvørjum einstøk
um haga, og í tveimum av
hesum høgum er Kristin
Michelsen í hagstýrinum,
og Kristin Michelsen er
bert ein av mongum eigar
um í hesum høgum og er
demokratiskt valdur í hesi
hagastýri, tí at eigarnir
hava stórt álit á undirrit
aða. So hetta eru grovar
skuldsetingar, ið fyrrver
andi borgarstjórin á Tvør
oyri leggur núverandi
borgarstjóra undir at hava
fingið kr. 157.500,00 á
sína privatu konti.
Somuleiðis rør positivi
Finnleif frammundir at fáa
umboðsmannin inn í mál
ið, tí kommunan hevur ikki
givið Finnleif innlit í øll
skjøl, nei Finnleif tú hevur
fingið innlit í øll skjølini
viðvíkjandi vetrarfriðing
og allar avtalur sum eru
gjørdar við hagarnar, at tú
skrivar at tað bert er gjørd
avtala við ein haga sigur
mær so mikið at tú onki
fatar av tí, tú hevur fingið
innlit í. Við hesum setur tú
spurnartekin við haga
fundirnar, sum vóru hildnir
í døgunum 21. og 22. juni
2006, hvar advokatarnir
Sigmund Poulsen og Hans
Trúgvi Teirum leiddu allar
hagafundirnar, so møguliga
kannst tú fáa arbeiðið hjá
umboðsmanninum. So
Tvøráfólk ynskja tygur
seyðin inn aftur í býin, so
veljið positiva Finnleif,
ynskja tygur framhaldandi
arbeiðið við at fáa seyðin
úr allari sóknini, so vita
tygur hvønn tygur skulu
velja. Arbeitt verður við
við stórum verkætlanum í
Suðri, her verður hugsað
um Silo Projektið, Eftir
skúlan, Útnorður Háskúl
an, ið kann verða við til at
lyfta Suðuroynna uppaftur,
við Finnleif og hansara
afturhaldandi hugburð so
søkka ogur aftur í
Gablatíðina.
Gott val
Finnleif halt teg til sannleikan um vetrarfriðingina
Kristin
Michelsen
Tað var lítið hugaligur lesn
aður í Dimmalætting í sein
astu viku.
Enn einaferð verður ein
samfelagsbólkur álopin og
støðan lýst einans frá teirri
einu síðuni.
Hesaferð eru tað vit før
oyingar, ið hava okkara dag
liga yrki hjá A. P. Møller –
Mærsk A/S, ið vóru álopin.
Hesi fólk verða skírd at
verða ein samfelagsbólkur,
ið nassarar uppá almennu
Føroyar, og eru hesum landi
og fólki til byrðu.
Eg haldi tað er sera
hugstoytt, at ein blaðmaður
soleiðis fer undir at niður
gera ein samfelagsbólk, og
beinleiðis leggur eftir ein
privatum arbeiðsgevara,
uttan nakran form fyri
rannsakandi journalistikk.
Maðurin endurtekur uttan
at himprast, útsagnir frá
einum dulnevndum yvir
stýrimanni hjá A. P. Møller
– Mærsk A/S.
Bara tað, at hesin maður
sigur seg hava ringa sam
vitsku, við at verða í einari
nettolønarskipan, far meg at
ivast í trúvirðinum og álvar
annum í greinini.
Eisini tað, at maðurin
sigur seg at hava fingið í
túsundavís av krónum, hann
ikki heldur seg eiga –
álvaratos, hví hevur hann
søkt um tað?
Um maðurin liggur svøvn
leysur av, at hava fingið hálv
tannaðhundrað túsund krón
ur frá TAKS – ja so er at
gjalda tær aftur.
Nei, tað ger maðurin ikki
– heldur ger hann sær sjálv
um – og sínum starvsfeløg
um – fyri skommum í
bløðunum.
Havi sjálvur siglt undir
DIS í góð 20 ár, og kenni
onki til, at TAKS bjóðar
nøkrum fleiri tíggjutúsund
krónur árliga.
Men havi ómaka mær at
kanna málið. Tað finst ein
kunngerð, ið áleggur TAKS
at útgjalda “Samdøgurfrá
drátt” til tey ið arbeiða
uttanlands, tað verði seg á
skipið ella á landi. Men onki
fæst uttan skrivliga umsókn.
Í mínum hugaheimi hong
ur tað ikki rættuliga saman,
at maðurin fyrst søkir um
pening, hann ikki hevur
samvitsku at taka ímóti. Tá
so peningurin er komin á
kontoina – og helst brúktur
– at fara í fjølmiðlarnar, at
gremja seg um samvitskubit.
At Dimmalætting skrivar,
at reiðararnir við DIS skip
anini fáa skattin, vísir bert
enn týðuligari, at skrivarin
ikki heilt hevur skilt hvat tað
snýr seg um.
Í eini nettolønarskipan er
ongin skattur tað er sjálv
kjarnan í einar nettolønar
skipan.
DIS skipanin er ein netto
lønarskipan, ið var samtykt og
sett í gildi av danska fólka
tinginum í 1988 og hevur
verði í gildi síðani. Flest øll
donsk reiðarí, skiftu tá frá
fremmandum flaggi til DIS
og Dannebrog.
Vit eru nógvir, ið byrjaðu
at sigla í danska handils
flotanum, áðrenn henda
skipan kom í gildi. Vit sum
manning fylgdu tá við
skipunum, og hava flestu
okkara verði í DIS síðani.
Tað at skipini skiftu frá
fløggum sum Panama, Lib
eria og øðrum hentleika
fløggum og komu undir
danskt flagg og fingu ein
nettolønarskipan, førdi mill
um annað við sær at vit fóru
5055% niður í løn. Hetta
var ein roynd hjá Fólkating
inum at fáa danskar reiðarar,
aftur at skráseta síni skip
undir donsku flaggi.
Hví nevnir blaðmaðurin
ikki, at vit faktisk sigla fyri
hálva løn samanborið við
starvsfelagar aðrastaðni –
men sjálvandi, vit eiga tað
vit fáa.
Sparingin hjá reiðaranum
liggur í, at hann ikki skal
gjalda okkum eina brutto
løn, har staturin fær helvt
ina, men eina nettoløn.
Hví skal leggjast eftir
teimum fólkum, ið arbeiða
undir hesari skipan – er tað
ikki heldur politiska skip
anin og politikararnir, ið
leggjast skal eftir.
Hvør hevur skriva hasa
kunngerðina tosa verður um?
Tað er mær vitandi ikki
nakar av okkum, ið hava
okkara dagligu gongd umborð
á donskum farmaskipum.
Eg haldi, at tá ein blað
maður á einum føroyskum
blað, soleiðis niðurger,
hunddálkar og skrivar mann
minkandi um ein samfelags
bólk, eigur hann at hugsa
um fylgjurnar.
Nú er tað einaferð so, at
99% av teimum persónum,
ið arbeiða undir DIS skipan
ini hjá nevnda reiðaríi – og
øðrum donskum reiðaríum –
eru menn.
Tað er javnan – og serliga
í samband við eina slíka
grein – at makarnir hjá hes
um monnum, eru fyri ágangi
av starvsfeløgum og øðrum,
ið einans vita tað um hesa
skipan, ið skriva verður at
øvundsjúkum journalistum,
ið mangla tilfar at seta í eitt
blað, ið eftir øllum at døma
er komi á gravarbakka.
At her er talan um vána
ligan journalistikk, er við
merkingin hjá TAKS í sein
asta vikuskiftisblaðnum hjá
Dimmalætting, eitt talandi
dømi um.
At ein blaðmaður leggur
allar teir føroyingar, ið
arbeiða hjá A. P. Møller –
Mærsk A/S at verða brots
menn, og meir alla minni
óynsktir í egnum landi,
hoyrir ongastaðni heima.
Um tað kann lætta sinni
hjá hesum øvundsjúka blað
manni, kann eg til stuttleika
taka nøkur tøl fram.
Hjá A. P. Møller – Mærsk
A/S – ið er stórsti privati ar
beiðsgevari í Føroyum – starv
ast umleið 500 føroyingar.
A. P. Møller – Mærsk A/S
flytur á hvørjum ári, út við
eina kvart milliard til Før
oyar í lønum. Hesir pengar
fara beinleiðis í umfar í
føroyska samfelagnum.
Hetta er ikki løn úr
Landskassanum sum hjá so
mongum øðrum “góðum”
samfelagsborgarum.
A. P. Møller – Mærsk A/S
keypir á hvørjum ári umleið
2.000 ferðaseðlar frá
Atlantic Airways, ið hava
eitt virði uppá umleið 5
milliónir.
Harafturat fær landskassin
eina 150 túsund í ferðagjaldi
av hesum ferðaseðlum.
Leggjast kann afturat, at
líka nógvir føroyingar –
helst fleiri – arbeiða hjá
øðrum donskum, norskum
og øðrum reiðarum við.
Lat okkum nú siga at
hesin blaðmaður og aðrir
samsintir skaðafuglar, fáa
teirra vilja ígjøgnum, og at
tað gerst ómøgulig hjá
hesum monnum at arbeiða
uttanlands.
Hvat gera vit, tá 1.000
vælútbúgvin fólk banka
uppá dyrnar hjá ALS?
Har gjalda vit inn – um
vegis danskan Akassa – og
eiga tí rætt til útgjald.
Hava vit nakað at bjóða
hesum monnum? – jú teir
kunnu taka arbeiðið hjá
teimum fólkum, sum í dag
sigla/arbeiða við undantaks
loyvi. Tey verða uppsøgd –
hvat er tá vunnið?
Tað kann eisini hugsast, at
onkur av hesum monnum, ið
frammanundan liva ein
stóran part av teirra lívi
uttanfyri Føroyar, taka tað
seinasta stigi og flyta av
landinum. Teir fara ikki
einsamallir, men taka kanska
45 fólk við sær.
Er tað endamálið við
hesari heksajagstran á henda
samfelagsbólk?
Tað er ikki einans blað
menn, ið halda lítið um
okkum ið starvast undir
DIS, FAS, NIS og hvat tað
nú skal verða.
Tað er ikki meir enn góð
vika síðani, at ein av okkara
lokalu kommunalpolit
ikarum, segði seg ynskja
allar hesar menn har pipari
grør – teir vóru í øllum
førum ikki vælkomnir í
Sjóvar kommunu.
So veljarar í Sjóvar
kommunu – havi hesa
greiðu talu í huga, tá tit seta
krossin tann 11. november.
At enda vil eg siga til tey,
ið hava so ilt av okkum og
okkara lívið – fari eftir
bóltinum og ikki eftir
manninum!
Vit eins og tit onnur royna
at passa okkara arbeiðið og
vilja fegnir hava frið til tað.
PS: Kanska blaðmaðurin
hjá Dimmalætting vildi býtt
um arbeiði við okkum, og
soleiðis kunna tikið lut í tí
“idylliska” arbeiðið tað er, at
samla upp maskinbyrsukúlur
frá sjórænarum?
Er ein nettolønarmóttakari skattasvíkjari og ein samfelagsbyrða?
Yvirstýrimaður
A. P. Møller –
Mærsk A/S
Meinhard
Jacobsen
viðmerkingar