týsdagur 11. november 2008síða 19
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
vinnan
Nr. 217 - 11. november 2008
Nógv sild í Skagerak
Donsk skip hava fingið nógva sild í Skagerak í seinastuni. Fiskeri Tidende skrivar
frá skiparanum Erik Rasmussen, sum greiðir frá, at teir fingu 180 tons eftir
hálvum triðja tíma. Hann hevur frætt um eitt svenskt, sum fekk 300 tons eftir
einum hálvum tíma. Um støddina sigur hann, at tað fóru millum 120 og 150 sildir
til 10 kilo. Danski skiparin sigur seg hava frætt frá skipum, sum hava borið við
sild allan vegin niður ígjøgnum Norðsjógvin eisini, og tað samsvarar ikki við tað,
sum fiskifrøðingarnir hava sagt, sigur hann.
- Vit kundu saktans
havt meira at gera,
men eg vóni, at meira
virksemi verður, sum
tíðin nærkast jólum,
sigur Mouritz Mohr,
rakstrarleiðari á
MEST
Ídnaður
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Á bedingunum í Havn,
Skála og Vestmanna hevur
ikki verið nógv virksemi
seinastu tíðina.
- Vit hava nakað at gera
alla tíðina, men sum er hava
vit saktans pláss fyri meira.
Mouritz Mohr, rakstrar-
leiðari, sigur, at lítið og
einki virksemi er í Vest-
manna, men nakað er alla
tíðina í Havn, Skála og
Runavík.
- Sum heild kundu vit tik-
ið fleiri uppgávur á okkum
í løtuni, og eg vóni, at meira
aktivitetur verður so hvørt,
vit nærkast jólum.
Hann vísir á, at MEST,
sum eisini fevnir um fyrr-
verandi FJM í Runavík, til-
samans er ein stór fyritøka
við umleið 300 arbeiðsfólk-
um, og tí skal nógv til, um
øll skulu hava nóg mikið
fyri hendurnar.
Boriflaki til Íslands
Á MEST í Havn og Skála
snýr meginparturin av virk-
seminum seg um ymiskt
umvælingararbeiði av skip-
um.
- Í Havn byggja vit eisini
ein boriflaka til íslendskt
felag. Hesin verður vænt-
andi liðugur og fer yvir til
Íslands við farmaskipi um
mánaðarskiftið november/
desember.
Mouritz sigur, at Christian
í Grótinum í løtuni stendur
í dokkini á Skála, har hann
verður gjørdur klárur til
ferðina yvir til Kili, hagar
hann er seldur.
- Vit hava eisini tveir russ-
ar við bryggju á Skála, har-
av annar fer í dokkina, tá
Christian í Grótinum er
liðugur, sigur rakstrarleið-
arin.
Eingin nýbygging
Síðan MEST á Skála varð
liðug við seinna nýbygning-
in hjá Thor í Hósvík, Thor
Omega, hevur MEST ongan
sáttmála um nýbygging.
- Í Havn hava vit eisini
smíðað tvær tvíkiljur sum
alibátar til Vestlaks, men í
løtuni er eingin slíkur sátt-
máli heldur.
Mouritz Mohr sigur ann-
ars, at arbeiði við nýggju
bedingini á Skála ætlandi
verður liðugt um mánaðar-
skiftið november/ desemb-
er.
- Tá bedingin verður klár
at taka í nýtslu aftur, kunnu
vit taka skip upp, sum í
mesta lagi eru 1500 brt.
stór, sigur rakstrarleiðarin.
MEST á Skála hevur
gjørt eina stóra íløgu í
nýggju bedingina.
MEST fellir væl
Vit spurdu eisini Mouritz,
hvussu hann heldur, at
nýggja navnið hjá fyrrver-
andi Tórshavnar
Skipa-
smiðju riggar.
Undir hattinum hjá skipa-
smiðjuni eru eisini fyrrver-
andi skipasmiðjan á Skála,
bedingin í Vestmanna og
FJM í Runavík. Nú verða
øll støðini rópt MEST – og
so staðarnavnið aftrat.
- Jú, eg haldi, at hetta
hevur riggað rímiliga væl.
Mouritz Mohr ásannar
kortini, at neyðugt er at
hugsa seg um hvørja ferð,
telefonin verður tikin, so
rætta navnið verður sagt –
MEST.
- Alt nýtt krevur tilvenj-
ing, men eg trúgvi, at vit
við tíðini fara at venja okk-
um við navnið, leggur hann
aftrat.
Útróðrarbátar, sum
eru millum 11 og 15
metrar langir, hava
landað sløk 29.000
tons, sum er meira
enn tað tvífalda av
allari toskaveiðini
undir Føroyum í 2008
noreg
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Sambært hagtølum hava
norsk fiskifør higartil í ár
landað tilsamans 154.000
tons av toski.
Í bólkinum fyri skip og
bátar, sum eru minni enn
28 metrar til longdar, eru
tað serliga bátar millum 11
og 15 metrar, ið hava landað
tær størstu nøgdirnar. Hesir
hava
nevniliga
landað
29.593 tons av toski tilsam-
ans í ár.
Hetta merkir, um vit siga
tað við øðrum orðum, at
norski útróðrarflotin longu
higartil í ár hevur fiskað
meira enn tvífalt so nógv av
toski, sum øll toskaveiðan
undir Føroyum var í 2007.
Trolaraflotin,
sum
er
størri enn 21 metrar, hevur
landað tilsamans 40.702
tons av toski higartil í ár.
Taka vit øll tølini yvir
toskalandingar í Noregi
higartil í ár og leggja tey
saman, er talan um eina
samlaða nøgd, sum svarar
til 154.000 tons.
Tað er FiskeribladetFisk-
aren, sum ber hesi tíðindi á
síni heimasíðu.
154.000 tons av toski landað í Noregi
Toskaveiðan undir
Føroyum, sum í løtuni er
á søguliga lágum støði,
kann ikki samanberast
við norsku toskaveiðina,
ið er fleiri ferðir so stór
Mynd: Vilmund Jacobsen
Ikki mest at gera á MEST
Í gjár stóð einki skip uppi á bedingini hjá MEST í Havn og rakstrarleiðarin, Mouritz Mohr, ásannar, at meira kundi verið at gjørt,
enn tað er í løtuni
Mynd: Jens Kr. Vang