týsdagur 11. november 2008síða 20
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
vinnan
Nr. 217 - 11. november 2008
Í hesi greinini greiða
Karl Christiansen,
marknaðarleiðari og
Jónas Sigmarsson,
stjóri hjá Crew.fo frá,
hvussu ES-borgarar,
sum komnir eru higar
til lands at arbeiða,
verða viðfarnir í
Føroyum
Útlendsk
arbeiðsmegi
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Fyri eini viku síðan høvdu
vit grein um viðurskiftini
hjá útlendsku arbeiðsmeg
ini, sum komin er til Føroya
at arbeiða og sigla undir
broyttu
útlendingalógini,
sum kom í gildi í Føroyum
1. juli.
Greinin bygdi á prát, vit
høvdu við teir báðar, Karl
Christiansen,
marknaðar
leiðara og Jónas Sigmars
son, stjóra á Crew.fo
Í samrøðuni vístu teir á,
hvussu truplar umstøðurnar
hjá ESborgarum í Føroyum
eru undir broyttu lógini, tí
hesir bert kunnu fáa eitt
fyribils ptal. Hetta ptal
gevur teimum ikki rætt til
at fáa adressu í Føroyum,
sum aftur merkir, at teir
ikki kunnu fáa ein komm
unulækna, ei heldur lut í
teimum skipanum, sum teir
annars eiga at fáa lut í, með
an teir eru og virka her.
Hinvegin eru hesi ar
beiðsfólk og sjófólk limir í
avvarðandi fakfeløgum í
Føroyum og rinda øll áløgd
gjøld, eitt nú skatt, ALS og
barsilsgjald, sum skipanin
áleggur øllum løntakarum í
Føroyum.
Við arbeiðsog uppihalds
loyvi, bústaði og ptali
høvdu teir verið tryggjaðir
minstuløn, tá talan er um
sjófólk, og teimum hevði
eisini verið tryggjaður sjó
mansskattur og annars ein
røtt viðferð í skipanini sum
heild.
Bíða eftir dønum
Tann stóri trupulleikin hjá
hesum fólkum er, at tað
tekur so langa tíð hjá Ud
lændingeservice at viðgera
teirra umsóknir um arbeiðs
og uppihaldsloyvi.
Fyrr enn tann viðgerðin
er liðug í Danmark, fáa teir
ikki tað sonevnda og for
játtaða ”klistrimerkið” í
passið frá løgregluni, sum
aftur gevur teimum rættin
alment at búseta seg í
Føroyum.
ESborgarar, sum for
hondsgóðkendir arbeiðsgev
arar taka higar til lands at
arbeiða – antin tað er uppi á
landi ella umborð á før
oyskum skipum – sleppa til
arbeiðis beinanvegin, men
tað eru soleiðis tey írestandi
viðurskiftini,
sum
ikki
koma upp á pláss, fyrr enn
viðgerðin hjá Udlændinge
service er liðug, og løg
reglan hevur staðfest teirra
arbeiðsog uppihaldsloyvi í
passinum.
Sum forhondsgóðkendur
arbeiðsgevari er tað upp
gávan hjá Crew.fo at útvega
reiðarum og arbeiðsgevarum
annars fólk, har tørvur er á
tí, men av moralskum ávum
hevur felagið eisini roynt at
hjálpt reiðarunum í stríð
num at vinna sømdir og
rættvísi til hesi fólk.
Men hetta hevur higartil
verið ein tungur burður, og
enn røkist einki fyri, at við
urskiftini koma í rættlag,
soleiðis at Udlændingeser
vice kemur til at avgreiða
tær mongu umsóknirnar,
sum liggja í Danmark til
viðgerð og avgreiðslu.
Vit lótu okkara fyrstu
umsóknir eftir broyttu lóg
ini inn longu 6. august í ár,
men enn hevur eingin teirra
fingið svar upp á nakað
sum helst. Tað er góðkenn
ingin hjá Udlændingeser
vice, sum gevur hesum
fólkum nøktandi viðurskifti,
men hetta tekur bara so
ógvuliga langa tíð.
Karl
Christiansen
og
Jónas Sigmarsson skera út í
papp og siga, at tað er ikki
fyrr enn henda góðkenning
(AR8) er komin aftur úr
Danmark,
at
útlendsku
arbeiðsfólkini eftir broyttu
lógini kunnu flyta sína
adressu til Føroya, soleiðis
at tey kunnu virka undir
vanligum viðurskiftum eins
og okkara egnu borgarar.
Vit hava roynt at fregnast
eftir, hvat kanska fer at
henda, so korini hjá hesum
fólkum í Føroyum kunnu
batna, men svarið, vit higa
rtil hava fingið í Føroyum,
er, at best man vera at trýsta
á donsku Udlændingeser
vice fyri at fáa tey at viðgera
umsóknirnar skjótari.
Teir halda, at hetta bara
er ein lættur máti hjá før
oyskum myndugleikum og
stovnum at sleppa sær und
an ábyrgd.
Mugu taka
okkum saman
Øll, sum hava tikist við
útlendingamál í Føroyum,
vita, at Udlændingeservice
ikki letur seg trýsta. Tey
siga, at tey eru nógv undir
mannað – og at viðgerðin
Íslendingar kunnu missa lodnuna
Hevur íslendski fiskifrøðingurin Ólafur S. Astthórsson rætt, kann tað henda, at
lodnan hvørvur úr íslendskum sjóøki., Hagtøl vísa, at í 13 av teimum 20 árunum frá
1984 til 2004 var tann íslendska lodnukvotan oman fyri eina millión tons, men at
tað vóru bara 10 av teimum 20 árunum, at íslendingar megnaðu at veiða meiri enn
eina millión tons. Ólafur S. Ástthórsson sigur við Fiskifréttir, at hitabroytingar í
sjónum hava gjørt, at lodnan er farin longri og longri norður, og at hetta helst fer at
halda fram, soleiðis at hon at enda fer úr íslendskum sjógvi. Hinvegin hevur hitin
ført meiri makrel í íslendskan sjógv.
Markleys vanvirðing av útlends
Teir eru fortørnaðir inn á
“systemið”, sum fer illa við
útlendskari arbeiðsmegi í
Føroyum, Karl Christiansen
(t.v.) og Jónas Signarsson á
Crew.fo
Mynd: Jens Kr. Vang