týsdagur 11. november 2008síða 22
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 217- 11. november 2008
Sjúkrahúsverkið í fyrstu
deild var yvirskriftin í eini
grein í Sosialinum 3.
november 2008.
Í greinini greiðir lands
stýrismaðurin í heilsumál
um, Hans Pauli Strøm, frá
sínum ætlanum við sjúkra
húsverkinum.
Lat meg byrja við at
siga, at hetta skrivið er fyri
egnu rokning og umboðar
ikki neyðturviliga sjónar
miðini hjá Landssjúkra
húsinum.
Sjúkrahúsverkið inn ella
upp í fyrstu deild
Hetta málið sigur einki.
Tað er heldur einki stuttligt
at verða einsamallur í
einari deild, tí hvørjum
verður tað spælt ímóti?
Er tað tað besta sjúkra
húsverkið í Føroyum, tí tað
eru vit? Har eru vit í fyrstu
deild. Er tað, tað besta
sjúkrahusverkið í Dan
mark, norðanlondum,
Europa ella í heiminum?
Sig okkum, hvørjum støði
fyrsta deild liggur á? Tí so
kann tað føroyska sjúkra
húsverkið læra av teimum
spælureglum, sum har eru
galdandi.
Eg havi sæð sonevnd
sjúkrahús í fyrstu deild
aðrastaðni, sum eru sera
primitiv. Eingin streymur,
og matur gjørdur á opnum
báli uttandura. Var neyðugt
við streymi, var ein lítil
generatorur startaður ta
løtu, tað var neyðugt. Drív
megin hjá læknanum og
starvsfólkinum var trúgvin.
Eg havi eisni sæð sjúkra
hús í fyrstu deild, har stíl
urin var so flottur og stási
ligur, at eg ikki havi búð á
fínari hotelli. Har starvað
ust læknar, grannskarar og
tulkar alt við einari altjóða
tilgongd. Peningaautomat
irnar stóðu øksl við øksl í
móttøkuni.
Sig tí føroyska sjúkra
húsverkinum og Føroya
fólki frá, hvat tað er fyri
ein fyrstu deild, tú meinar
tað føroyska sjúkrahús
verkið skal spæla við í.
Nú verður so lýst eftir
superstjóranum, einum
heilsuverksstjóra, sum skal
leiða Føroya sjúkrahús
verk inn/upp í hesu
ódefineraðu fyrstu deild.
Fyri skjótt tveimum
árum síðani var tankin
barslaður í álitinum um
framtíðar sjúkrahúsverk.
Ein frágreiðing uttan tær
stóru visiónirnar, sum onga
frágreiðing hevði um
fyrstu deild, ja onkur part
ur var beinleiðis smakk
leysur. Mínar viðmerkingar
til frágreiðingina vóru
sendar beinleiðis til tað
táverandi Almanna og
heilsumálaráð.
Men tankin um ein
superstjóra yvir teimum
trimum sjúkrahúsum er
ikki nýggjur. Í verunleik
anum er hann eisini
royndur fyri fleiri árum
síðani, uttan at tað hepn
aðist serliga væl. Eg kenni
ikki orsøkina til, at starvið
tá var niðurlagt, men einki
nýtt er undir sólini, so nú
skal tað roynast aftur.
Tíðarásetingin undrar
meg. Í samgonguskjalinum
verður sagt, at samgongan
vil fylgja tilmælinum frá
fíggjarkanningni av sjúkra
húsverkinum, sum fyri
tøkan Valcon er í ferð við
at gera. Hví verður bygn
aðarbroytingin gjørd nú,
áðrenn tilmælið er komið.
Hetta skilji eg ikki.
Tíðarásetingin er líka so
góð, sum tá Føroya Banki
fer í fjølmiðlarnar og boðar
frá, at í morgin fer hann at
kunna starvsfólkini um, at
tey fara at lata deildir aftur
og uppsiga fólk. Óprofess
ionel tíðaráseting, sum
vísir vanvirðing fyri
fólkinum.
Hvat skal hesin super
stjórin so gera? Um tað
varð, at viðkomandi skuldi
verðið við í fyrisitingini
hjá Heilsumálaráðnum og
tryggja, at lóggávur og
kunngerðir vóru dagførdar
á heilsuøkinum, hevði eg
skilt tað. Eisini um við
komandi skuldi verðið við
til at gjørt eitt gjøgnum
arbeitt álit um framtíðar
sjúkrahúsverkið í Før
oyum, tí hesum er tað
tørvur á. Um viðkomandi
verður við til at umseta
politiskar raðfestingar til
ítøkilig mál fyri sjúkrahús
verkið, hevði eg eisini skilt
tað, tí hesum er tað somu
leiðis tørvur á.
Eg eri samdur í, at tey
trý sjúkrahúsini eiga at
verða skipað undir einari
leiðslu, og at sjúklinga
viðgerðin og tilbúgvingin
eigur at verða skipað við
atliti til teir samferðslu
møguleikar, sum eru í dag.
Hetta hetta hevur við sær,
at tvær leiðslur og ein
tilbúgving loypa av. Hví fer
ráðið ikki inn og ger hesar
tillagingar sjálv. Ráðið
hevur heimildina.
Sjúkrahúsverkinum
vantar pening. Hetta er
øllum kunnugt. Í lýsingini
eftir superstjóranum
stendur, at viðkomandi
skal tryggja, at tilfeingið
(peningur, starvsfólk og
høli) verður gagnnýtt á
besta hátt.
Hví er tað ikki uppgávan
hjá Heilsuráðnum at
gagnnýta peningin á besta
hátt? Í løtuni verða fimm
stjórarlønir goldnar, og nú
skal tann sætti stjórin
setast. Á fíggjarlógini í ár
eru avsettar 700.000, kr.
fyri 2009. 2.000.000, kr.
og fyri 2010 ??.???.???,
kr. Hví skal Heilsumála
ráðið ikki gagnnýta pening
in á besta hátt, so tað verð
ur sjúklinginum til góðar.
Seks stjórar við hvør sín
um skrivara og umsiting.
Teir ferðast í sama um
hvørvi, skulu á somu
konferansur og hava sama
samskiftisnet. Allir stjórar
nir eru settir av ráðnum, og
fýra teirra vísa til ráðið.
Ábyrgdin er hjá Heilsu
málaráðnum at tryggja, at
játtanin til sjúkrahúsverkið
verður gagnnýtt á besta
hátt, og at sum mest kemur
sjúklinginum til góðar. Tað
verður ikki gjørt við at seta
enn ein superstjóra.
Fatanin í dag millum
fólk flest er, at umsitingin
av sjúkrahúsverkinum er
ov stór. Hetta er eisini
galdandi innan sjúkra
húsverkið. Við superstjór
anum verður ein steinur
lagdur oman á.
Allar royndir vísa, at
skal eitt virki verða væl
virkandi, so skal skipanin
vera so fløt sum gjørligt.
Ábyrgdin skal liggja so
tætt hjá tí, sum tekur av
gerðir um útreiðslurnar.
Í lýsingini stendur eisini,
at superstjórin skal tryggja
eina greiða leiðsluábyrgd
innan heilsuverkið. Er hon
ikki greið, sum er? Eisini
stendur, at viðkomandi
hevur rætt og skyldu til at
taka avgerðir á øllum
økjum í heilsuverkinum.
Er hetta ikki beinleiðis í
andsøgn við greiðari
leiðsluábyrgd.
Eg síggi starvið mest
sum ein møguleika hjá
ráðnum at skumpa ábyrgd
ina frá sær. Eg dugi illa at
síggja, at ein einsamallur
stjóri fer at hava hepni við
hesum. Hetta er roynt fyrr
uttan “succes”.
Eg ivist onga løtu í, at
leiðslurnar á øllum trimum
sjúkrahúsunum eru
kompitentar og hava
undirtøku millum síni
starvsfólk, men tað er ikki
nóg mikið, um vit hava eitt
samansjóvað vælvirkandi
sjúkrahúsverk, har øll
draga somu línu. Ráðið
hevur heimildirnar og
vitanina til at gera hesa
broytingar í lógum og
kunngerðum, uttan at tað
er neyðugt at seta ein
superstjóra.
Nú havi eg starvast á
Landssjúkrahúsinum í
skjótt 5 ár. Nústaðni haldi
eg, at kósin, sum Lands
sjúkrahúsið hevur sett sær,
er á rættari leið, og eg kenni
eitt spírandi bjartskygni
millum starvsfólkini.
Hans Pauli Støm! Tú
hevur gjørt eitt stórt
arbeiði í teimum árum, tú
hevur sitið sum landsstýris
maður í heilsumálum. Ofta
haldi eg eisini, at tú hevur
staðið einsamallur og roynt
at vart borgir hjá
sjúkrahúsverkinum, so eg
havi alla virðing fyri tí
arbeiði, tú hevur lagt eftir
tær, men í hesum máli
haldi eg, at tú hevur fatur á
skeiva endanum.
Søkt verður eftir heilsuverksstjóra, og sjúkrahúsverkið
skal flytast inn ella upp í fyrstu deild
Áargeil 5, Tórshavn
Jan á
argJaboða
Tíðindaskriv
Búnaðargrunnurin
skal
hervið koma við eini rætt
leiðing til tær skuldsetingar
sum umboð fyri Í/F Sandá
hava sett fram móti Bún
aðargrunninum í tíðinda
sending hjá Sjónvarp Før
oya fríggjadagin tann 3.
oktober 2008
Sagt verður, at Grunnurin
er stirvin, seinførur og
ótíðarhóskandi og ikki førur
fyri at taka støðu til stórar
verkætlanir.
Viðkomandi umboð ivast
somuleiðis í førleikanum
hjá liminum, at viðgera slík
mál, samstundis sum víst
verður á, at stýrið fyri
Grunnin
er
tilvildarliga
skrúvað saman.
Grunnurin metir, at talan
er um so álvarsligar skuld
setingar, at neyðugt er koma
við eini rættleiðing til hesar
útsagnir.
Tá
Grunnurin
verður
ákærdur fyri at vera stirvin
og seinførur, verður ivaleyst
sipað til viðgerðina av tí
umsókn, sum Í/F Sandá
hevur sent Búnaðargrunn
inum 26. nov. 2006.
Grunnurin er bundin av
ásetingunum í lógini viðv.
teimum upplýsingum, sum
skulu verða tøkir áðrenn
Grunnurin kann realitets
viðgerða eina lániumsókn.
Í LL nr. 21 frá 17 mai
2004 stendur í § 7 Stk. 3.”
Lán verða veitt sambært
umsókn, ið veitir allar við
komandi upplýsingar og
undir hesum lýsing av enda
máli, lýsing av verkætlan,
rakstrarætlan, rakstrarrokn
skap og fíggjarstøðu v.m“.
Í kunngerð nr. 97 frá 22.
desember 2004 um Bún
aðargrunnin stendur har
næst at “Lán kann einans
verða játtað, um raksturin
kann bera lánið”.
Við útgangsstøði í lóg
kravdu
krøvunum,
bað
Grunnurin við skrivi tann
12 desember 2006.
Í/F Sandá um nakrar
írestandi upplýsingar um
verkætlanina, so umsóknin
kundi leggjast fyri Stýrið til
veruliga viðgerð og støðu
takan.
Í/F Sandá svarar aftur við
skrivi dagfest 11. januar
2007, viðlagt nakrar eyka
upplýsingar.
Málið var síðan viðgjørt í
Stýrinum fyri Grunnin og
var í hesum sambandi av
gjørt at biðja um at Íognar
sáttmálin varð góðkendur
av Búnaðarstovuni. Boðað
var
samstundis
frá,
at
rakstrar og gjaldførisætlan
in frá Í/F Sandá nú varð
send óvildugum serkunn
leika til eftirkannan av
framløgda rakstrarætlanini.
Áðrenn
serkunnleikin
hevði havt stundir at gjøgn
umganga og eftirkannað
málið vegna Búnaðargrunn
in, boðaði eitt av umboðun
um fyri Í/F Sandá pr. tele
fon frá tann 2. februar
2007, at Í/F Sandá nú tók
umsóknina aftur og ikki
ynskti, at Grunnurin gjørdi
meira við málið.
Grunnurin váttar í skrivi
til Í/F Sandá tann 26.
februar 2007, at henda frá
boðan nú er tikin til eftir
tektar og, at grunnurin
hereftir ikki ger meira við
málið.
Aftaná hendir tað, at Í/F
Sandá fær fígging úr P/F
Føroya Banka og á hesum
grundarlagnum fer undir
verkætlanina um bygging
av leysgongufjósi í Havnar
dali.
Eftir at leysgongufjósið
er liðugt sendir Í/F Sandá
tann 2. mai 2008 nýggja
umsókn um fígging til
Búnaðargrunnin.
Málið verður enn eina
ferð lagt fyri óvilduga ser
kunnleikan til støðutakan.
Eftir
at
serkunnleikin
hevði givið sítt tilmæli,
svaraði Grunnurin aftur við
skrivi dagfest 21 august
2008, har boðað var frá, at
umsóknin ikki kundi gang
ast á møti, m.a. vegna tess
at verkætlanin ikki leyk
treytirnar í kunngerð nr. 97
frá 22. desember 2004 um:
At Búnaðargrunnurin ein
ans kann játta lán um
raksturin kann bera lánið”.
Vísandi til frammanfyri
standandi málsgongd, skal
Grunnurin gera vart við, at
málsviðgerðin hvørki hevur
verið stirvin ella seinfør,
men hevur fylgt vanligum
mannagongdum
innan
ásettu lógarkarmarnar.
Viðv. páhaldinum um at
stýrið fyri Grunnin er til
vildarliga skrúva saman,
skal bert vísast til áseting
arnar í § 11, har tað er ásett,
at Búnaðargrunnurin verður
fyrisitin av einum stýrið við
5 limun, sum skulu hava
innlit í løgfrøði, búskap fyri
siting
og
landbúnaðar
vinnu.
Fastar mannagongdir eru
fyri val av stýrislimum, so
her ræður ongin tilvild.
Viðv. skuldsetingini um
vantandi førleika hjá stýris
limunum og leiðsluni í Bún
aðargrunninum um at við
gerða størri verkætlanir, so er
henda útsøgn á einum slíkum
persónligum
støði,
sum
Grunnurin ikki kann gera
nakrar viðmerkingar til. Hetta
má verða upp til hvønn ein
stakan at døma um.
Rættleiðing frá Búnaðargrunninum
búnaðar
grunnurin
viðmerkingar