Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-11, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. november 2008síða 23

‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 217- 11. november 2008 23 SAMBAND jákup Mørk jAkup@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 ítróttur - Tá tú spælir í 12 tímar, so er tað ikki bara hepni Antines Joensen 31 ára gamli Antines Joensen vann um vikuskiftið FM- kappingina í poker Poker Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Fleiri enn 70 poker-spælarar sessaðust um vikuskiftið í Havn, har teir skuldu gera av, hvør var besti spælarin av øllum. Og eftir 12 tímar við intensivum spæli varð vinnarin funnin. Og hesin er 31 ára gamli Antines Joensen, sum úr Skuvoy. - Eg havi spælt í fýra ár, og tú verður meira ella minni bitin av hesum spæli- num. Men eg havi ongan tíð áður vunnið nakra stóra kapping. Onkrar smærri kappingar havi eg vunnið, og onkra tíð havi eg sitið við finaluborðið, men hetta er so fyrsta stóra kappingin, sum eg vinni, sigur Antines Joensen við Rás2. Spurdur, hvussu nógv hepni er við í spælinum, tá kappast verður, sigur hann, at tað ikki bara er hepni. - Tá tú spælir í 12 tímar, so er tað ikki bara hepni. Sjálvandi krevst hepni í løtu, um tú skalt vinna, men gjøgnumgangandi mást tú vita, nær tú callar, raisar og reraisar. Annars kemur tú ikki langt, sigur Antines Joensen. Millum poker-spælarar er tað ikki ókent at fara til kappingar uttanlands at royna seg, men enn er hetta ikki nakað, sum Antines hevur roynt. - Eg havi hugsað eitt sindur um tað. Tað er jú ikki at gevast, meðan tað gongur somikið væl, sigur hann við Rás2. Besti pokerspælarin funnin Trygvi skal hjálpa Jógvan Martini Trygvi Mortensen verður hjálpar- venjari hjá Víkingi komandi kapping- arár. Tað boðar Víkingur frá um- vegis heimasíðu sína í kvøld Fótbóltur Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo - Við Trygva sum hjálparvenjara og Jógvan Martini sum høvuðsvenjara meta vit, at vit hava eitt sera gott venjarapar, sum kann lyfta Formula- hópin hjá Víkingi upp í toppin á føroyskum fótbólti. Somuleiðis meta vit, at Jógvan Martin og Trygvi kunnu veita hinum venjarunum í felagnum holla vegleiðing og góðan íblástur, sigur Brandur Jacobsen, formaður í Formulanevndini hjá Víkingi, við heimasíðu felagsins. Trygvi Mortensen hevur drúgvar royndir sum venjari. Hann hev- ur millum annað verið venjari og hjálparvenjari hjá fremstu liðunum hjá NSÍ, B68, EB/ Streymi og KÍ. Trygvi Mortensen sigur í stuttari við- merking til heimasíðuna hjá Víkingi, at felagið er eit spennandi felag, ið byggir á sítt egna tilfeingi. - Hetta er ein fótbólts- filosofi, ið hóskar væl til mína egnu, eins og eg gleði meg til aftur at skulu arbeiða saman við Jógvan Martini, sig- ur Trygvi Mortensen. Trygvi Mortensen varð í gjár settur sum hjálparvenjari hjá Víkingi www.vikingur.fo Hondbóltssambandið hevur nú kastað lut um, hvussu spælast skal fyrstu umførini av steypakappingini í hondbólti Fyrsta umfar (dystir spældir innan 20.11) 1. VÍF I-Kyndil I 2. VÍF II-Tjaldur 3. H71 II-Neistin I Annað umfar (spældir innan 27.11) 4. Vinnari 2-Kyndil II 5. StÍF I-Vinnari 1 6. Team Klaksvík-H71 I 7. Vinnari 3-StÍF II Triðja umfar (spældir innan 04.12) 8. Vinnari 5-Vinnari 7 (Vinnari til fjórðingsfinalu) 9. Vinnari 4-Vinnari 6 (Vinnari til fjórðingsfinalu) Steypakappingin byrjar Klokkan varð farin at nærkast seks sunnumorgunin, tá Antines Joensen tók seinasta stikkið í FM- kappingini í poker Mynd: Jens Kristian Vang