Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-11, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. november 2008síða 26

‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 217- 11. november 2008 tíðindi forsetaval Bill Justinussen New York, 4. novembur Sum umboð føroyinga í donsku sendinevndini á ST- aðalfundinum í New York havi eg seinastu vikuna havt møguleika at fylgja amerikanska valstríðnum úr fremstu røð. Nú dagurin er komin, har avgerðin fell- ur um komandi amerikanska forsetan næstu 4 árini, er talan um ein valdyst, sum hevur nátt søguligar hædd- ir. Serliga er tað valmaskinan hjá Barack Obama, sum hevur verið óvanliga væl- smurd. Fyrst og fremst við ótaldum dollarum, sum glaðir gevarar hava latið til valdystin. Hann hevur verið óvanliga íðin at fáa nýggjar veljarar skrásettar, og vænt- ast samanlagda talið av veljarum í øllum USA at liggja um 180 mió. Tað hevur eydnast honum óvan- liga væl at fáa samband við unga ættarliðið, og hann hevur dugað serliga væl at nýta tøknina at knýta sam- band. Nógvar milliónir av veljarum hava seinastu mán- aðirnar, vikurnar og nú dagarnar fingið áheitanir umvegis telefon, teldupost, sms-skipanir og vitjanum. Seinasta fríggjadag vóru vit á valmiðstøðini hjá Mark Warner, sum stillar upp til senatið fyri demo- kratarnar í Virginia. Eins og so mong onnur demokratisk valevni kring alt USA rekur hann valstríð saman við Obama. Og leygardagin vóru vit á vitjan á høvuðs- valstøðini hjá Mc Cain í Virgina. Á báðum støðum vóru nógv fólk sjálvboðin komin saman at ringja og senda teldupostar til veljarar eftir navnalistum, sum tey høvdu fingið úr skráseting- unum frá báðum flokkum. Ikki so ólíkt valstríði í Før- oyum hóast alt. Leygardagin vóru vit eisini á valfundi í Spring- field í Virginia, har nógv túsund fólk vóru trokað saman í brennandi sól. Portrini lótu upp kl. 9.00 um morgunin, og stóðu vit í nakrar tímar og sveittaðu, meðan bíðað var eftir høv- uðspersóninum. Aftaná endaleysar talur frá øðrum prominentum politikkarum, kom høvuðspersónurin Mc Cain á pallin. Hann brúkar á hvørjum veljarafundi tíð til at vísa á, at hann er krígs- veteranur, og at hann hevur royndirnar. Hansara høvuðs- boðskapur snýr seg um nýggjar orkuveitingar so sum vind- og vatnorku, men eisini um at halda uppi kolaídnaðinum, sum fram- vegis gevur nógv arbeiðs- pláss í pørtum av USA. Meðan Obama sigur seg vilja javna ríkidømið, vil Mc Cain økja um ríkidømið. Og meðan Obama vil skapa framgongd fyri tey, sum eru illa fyri, sigur Mc Cain seg vilja skapa øllum fram- gongd. Slagorðini eru mong. Høvuðsslagorðið hjá Obama er ”Change we need”. Mc Cain sigur ”Country first” og síðani politikkur. Onnur slagorð verða eisini nýtt, og nøkur eru skemtilig, t.d. ”use your brain, vote Mc Cain”. Tá Mc Cain tosar um at seta ferðina upp at bora eftir olju fyri at halda orkuprís- unum niðri, rópa viðhalds- fólkini upp í saman ”drill, baby drill”. Hóast flestu veljarakann- ingar geva Obama sigurin, eru nakrir eygleiðarar iva- samir. Teir meta, at Mc Cain framvegis hevur 15- 20% møguleika fyri at vinna. Altavgerandi fyri hann er at vinna týdningar- miklu eysturstatirnar Virgina, Pennsylvania, Ohio og Florida. Megnar hann at vinna hesar, hevur hann møguleikar at gera tað, sum sær ómøguligt út sambært veljarakanningun- um. Vinnur Obama hinvegin hesar statirnar, er valið nærum avgjørt tíðliga týs- kvøldið amerikanska tíð. Tað verður í høvuðsheitum í hesum statunum, at av- gerðin fellur, og hava bæði valevnini lagt stóra orku í at vinna júst hesar statirnar. Tá valstríðið byrjaði, var uttanríkispolitikkur eitt høvuðsevni, men síðani fíggjarkreppan tók seg upp, hevur hon yvirskuggað alt annað í orðaskiftinum. Obama hevur vunnið sær stóran fyrimun av fíggjar- kreppuni, og hevur aftur og aftur givið Bush og hansara monnum skuldina av støð- uni. Hóast Mc Cain hevur lagt sjógv millum sín og Bush, hevur tað eydnast Obama at halda fokus á fíggjar-kreppuni. Hetta sam- an við øllum øðrum hevur nú givið honum eina leiðslu í veljarakanningunum upp á 6-8%. Eftir øllum at døma fær USA á fyrsta sinni ein littan forseta. Verður tað so, kunnu vit staðfesta, at USA hevur flutt seg langt fram á leið, síðani Rosa Parks 1. desembur 1955 varð hand- tikin í Montgomery, tí hon ikki vildi flyta seg úr buss- setrinum fyri einum hvítum ferðandi. forsetaval Bill Justinussen New York Tað veittra 192 fløgg uttan fyri høvuðsbygningin hjá ST í New York. Hesi um- boða tey 192 londini, sum eru limir í ST. Men tað føroyska merkið veittrar ikki her, tí vit eru ikki rokn- að sum land við fullveldi, og tí er okkara luttøka sum partur av teirri donsku. Men danska luttøkan er harafturímóti týðandi á fleiri økjum, og er tað serliga innan hjálpararbeiði, at Danmark ger seg galdandi og letur pening. M.a. er Danmark nummar 9 í røðini av londum, sum lata mest til UNICEF, sum er altjóða barnahjálparfelagsskapurin hjá ST. Og í mun til miðal bruttotjóðarúrtøkuna liggur Danmark á 5. plássi aftan fyri Noreg, Luxemburg, Svøríki og Niðulond. Sum heild lata norðurlond nógv til hjálpar- og uppbygging- ararbeiði í mun til onnur limalond. UNDP United Nations Develop- ment Programme hevur virksemi í 117 londum kring heimin. Á hvørjum ári verða umleið 700 mió. krónur nýttar til at tryggja serliga børnum, kvinnum og krígsofrum rættindi og umstøður at koma fyri seg aftur aftaná ræðuligar hend- ingar. Vit høvdu fríggjadagin høvi at hitta fólk, sum lut- taka í hesum arbeiði í Somalia og Congo. Hesi eru helst tey økini í heim- inum, sum nú eru ringast fyri orsakað av kríggi og yvirgangi. Greitt varð frá ítøkiligum dømum um ræðuleikar, og hvussu UNDP síðani við stuðli frá serliga norðanlondum fer inn og roynir at skapa ofrum eina minstu rættartrygd, har sum hetta er eitt ókent fyri- brigdi. Í okkara parti av heiminum er tað trupult at seta seg inn í støðuna hjá serliga børnum og kvinnum, sum bæði í Somalia og Congo støðugt eru fyri ráð- um harðskapi av øllum hugsandi slagi. Tí er tað kveikjandi, at vit onkurs- vegna sum partur av norður- lendska felagsskapinum gjøgnum ST-luttøku og peningaligar veitingar eru við til at hjálpa, har harðast leikar á. Tað er ikki altíð sum at siga tað at fáa mál framd, tá 192 lond skulu royna at finna semju. Tí gongur tað ógvuliga seint á nógvum økjum í ST. Men ST hevur eina ørgrynnu av undir- felagsskapum, sum virka bæði skjótt og væl. Ein slíkur er UNDP, sum virkar á politiskum óheftum grund- arlagi, og sum roynir at gera sítt arbeiði í samstarvi við avvarðandi myndugleikar. Men av tí at hetta er ein felagsskapur undir ST, hevur hann ta virðing og megi, sum skal til fyri at gera mun. Við hjáveru í 117 londum hevur UNDP tí neyðugu lokalu sambondini, tá vanlukkan rakar. Og tí ber til mitt í kríggi og kreppu at vera hjálp í neyð- ini hjá teimum, sum eru rakt. Hjálpin fevnir víða og umfatar m.a. at útvega út- gerð at rudda burtur land- minur, at útvega løgfrøðis- liga hjálp og rættarsókn vegna tey, sum hava verið fyri eitt nú neyðtøku og órætti av alskyns slagi, at tryggja kvinnum javnbjóðis rættindi á øllum økjum, at útvega fíggjarligt grundar- lag fyri varandi friði og end- urbygging, at fyribyrgja møguligum krígselvandi ósemjum og mangt annað. UNDP er bert ein av mongum felagsskapum undir ST, og sigur hetta okk- um ikki so lítið um týdn- ingin, sum ST hevur sum heimsfelagsskapur. Hug- skotið at savna allar heim- sins tjóðir her í New York á einum staði er ikki, at vinir skulu hittast, men at her hittast fíggindar við tí eina endamáli at finna semjur. Ikki altíð spyrjast úrslit burturúr, men mangan. Á valfundi í Virginia ST frá síni bestu síðu