týsdagur 11. november 2008síða 25
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
tíðindi
Nr. 217 - 11. november 2008
dreymurin
um, sýnist tað mær, sum
um at amerikumenn eru
sum børn, ið eru sloppin
leys út í umstøður, har tað,
orsakað av strukturellum
frágreiðingum, er teimum
ómøguligt at klára seg - tey
eru fræls, men umstøðurnar
loyva teimum ikki at njóta
frælsið. Tað er tá, at stat-
urin, sum eitt neyðturviligt
„evil“ eigur at traðka til, og
geva tí einstaka betri kor, so
at hann kann liva tann amer-
ikanska dreymin og njóta
frælsið, og vónandi er tað
hetta, Obama fer at megna
at útinna sum nýggjur
amerikanskur forseti.
Amerikanski staturin
skal vera meira
menniskjansligur
Tí kann USA sum eitt krist-
ið land tola tað, at tess
íbúgvar líða so nógv, sum
teir nú einaferð gera ? Um
svarið er ja, so lovyi eg
mær at ivast í, hvussu
kristið USA nú einaferð er.
Og tað syrgiliga er, at eg
loyvi mær at ivast í, hvussu
kristið USA er. USA er eitt
land, sum er eyðkent av
morali, og av alt skal vera
so og so strangt, og alt skal
vera lóg og ordan, men tá
tað kemur til at hjálpa og
til at bøta um umstøður hjá
fólki, so hava myndugleik-
arnir brádliga ongan áhuga
í at hjálpa. Eitt einfalt
dømi um hetta er ein
fátækur maður, ið gekk á
einari metro-støð í Los
Angeles uttan metro-ferða-
seðil, og tað er sum kunn-
igt forboðið at vera á nakr-
ari metro-støð uttan ferða-
seðil. Politiið sá mannin,
spurdi hann um ferðaseðil-
in og róku hann so av
metro-støðini, tá ið tað
varð teimum greitt, at
maðurin ongan ferðaseðil
hevði. Hatta er USA, tá tað
er ringast. Tú hevur nakrar
strangar lógir at fylgja
eftir, sum staturin hevur
sett, og so leggur man ikki
í tínar umstøðir, so leingi
tú fylgir lógunum. Amerik-
anski staturin hevur ongar
trupulleikar í at fremja
lógir, ið eru við til at gera
alt strangari, men staturin
hevur ógvusligar trupulleik-
ar, tá tað kemur til at
hjálpa sínum íbúgvum úr
truplum umstøðum, og tá
kemur til at vísa menniskj-
ansligar kenslur og sam-
kenslu sum heild.
Proposition
8 - Samkynd í
Kaliforniasleppa ikki
longur at gifta seg
Og so er tað tann kristni
høgravongurin í USA. Tað
var júst hesin, sum legði
uppskot fram, Proposition
8, um at fremja eina grund-
lógarbroyting í grundlógini
fyri Kalifornia, so at tað
ikki longur skuldi vera
møguligt hjá samkyndum at
gifta seg. Uppskotið varð
samtykt týsdagin, sama
dagin sum forsetavalið stóð
á skránni, við 54% fyri og
46% ímóti. Hetta uppskot-
ið, sum varð lagt til fólkaat-
kvøðu her í Kalifornia, hev-
ur vakt stóran ans millum
manna og hevur her í San
Diego havt kanska ein
størri áhuga millum manna,
enn hvat sjálvt forsetavalið
hevur havt. Tað er soleiðis,
at San Diego er ein ógvu-
liga liberalur býur, og tað er
ein rúgva av samkyndum
her í San Diego, og serliga í
býarpartinum, har eg sjálv-
ur búgvi, og tí hevur man
sæð nógv av val-reking fara
fram, serliga til frama fyri
tey, sum ikki vildu hava upp-
skotið samtykt. Uppskotið
varð tó samtykt til stórt
vónbrot fyri øll tey sam-
kyndu í býarpartinum, har
eg búgvi, og nú er tað so
ikki longur møguligt hjá
samkyndum í Kalifornia at
gifta seg. Hetta minnir meg
á stríðið um víðkanina av
Grein 266b, sum var fyri
tveimum árum síðan. Tá
víðkanin av 266b var ein
veruleiki eftir atkvøðu-
greiðslu í løgtinginum varð
tosað um í tí kristnu leguni,
at víðkanin av 266b var
fyrsta stigið av eini glíði-
breyt, sum Føroyar nú vóru
á veg ígjøgnum, sum fór at
vera til frama fyri rættindini
hjá teimum samkyndu. Nú
síggja vit altso tað umvenda
henda í USA. Tey sam-
kyndu missa rættindini, tey
annars hava havt, og við
hesum skuldu Miðflokka-
fólk nú havt orsøk til at
smílast, tí endiliga hendir
nakað jaligt í hesi óndu
verð. USA hevur við hesi
grundlógarbroyting aftur
vent sær til Gud. Hetta
síðsta sigi eg við einum
ironiskum undirtóna !!
Eg má spyrja meg sjálv-
an, um tað veruliga eigur at
vera tann fyrsta raðfestingin
hjá okkum at leggja allan
okkara dent á taka rættindi
frá fólki, og í hesum føri er
tað so talan um rættindini
hjá teimum samkyndu í
Kalifornia at gifta seg. Fyri
tað fyrsta so haldi eg ikki,
at tað er í lagi, tá samkynd
gifta seg, tí eg meti hjúna-
bandið vera millum mann
og kvinnu, men hinvegin so
meti eg heldur ikki, at tað
er í lagi, tá fólk taka rús-
evni, men hetta merkir ikki,
at eg eri ímóti fríari rúsevn-
issølu. So eg haldi ikki, at
tað er í lagi, tá samkynd
gifta seg, men hetta merkir
ikki, at eg neyðturviliga eri
ímóti tí, og so slett ikki, tá
tey samkyndu í Kalifornia
longu høvdu hesi rættind-
ini, rættindi sum tey ikki
hava longur. Eg haldi sum
so, at so nógv sum gjørligt
skal vera loyvt, tí eg trúgvi
ikki uppá forboð. Forboð
forða ikki tingum í at
henda, m.a. er tað ikki loyvt
at nýta rúsevnu, men fólk
fáa hendur á rúsevni allíka-
væl, og man kann spyrja
seg sjálvan, um tað ger ein
stat so øgiliga nógv „kristn-
ari“, tá hann hevur øll
møgulig forboð. USA hev-
ur nógv forboð av ymsum
slag, men hvussu ber USA
seg at móti øllum teimum
mongu veiku í samfelagn-
um? Jú, amerikanskir
staturin vil ikki hjálpa teim-
um. Ístaðin nýtir USA stóra
orku uppá at raðfesta eitt nú
Afghanistan, og hetta er
nakað, sum Obama eisini
ætlar sær at gera framyvir.
Og USA nýtir eina øgiliga
orku innan politi-verkið fyri
at basa narko-heiminum.
Hetta eru alt raðfestingar,
sum hava við sær, at tey
veiku ikki verða raðfest líka
høgt, sum tey nú einaferð
áttu at verið raðfest. Og tá
summir amerikumenn
royna at spæla kristnir við
at tosa ímóti rættindum hjá
m.a. samkyndum og við at
tosa ímóti fríari fosturtøku,
so er tað bara so ræðuliga
dupultmoralskt og minnir
meg á ein hátt um farisearar-
nar í Nýggja Testamenti.
Eg eri als ikki nakar sam-
kynd-fjeppari ella nakar
fría-fosturtøku-fjeppari,
men eg haldi, at fólk skulu
fyrst og fremst hugsa um,
hvussu næstin hevur tað.
USA hevur ov nógv av
fólki, ið geva sær stundir til
at tosa um, hvussu skeivt
tað er at vera samkyndur,
meðan USA á hinari síðuni
hevur ov lítið av fólki, og
serliga innan statsverkið, ið
gevur sær stundir at leggja
í, hvussu nógvan pening
fólk vanta í fyri at kunna
gjalda teirra sjúkrahúsrokn-
ing. Eitt land sum Føroyar
hevur ráð til at tosa um
rættindi hjá samkyndum og
líknandi, tí Føroyar eru
somikið væl fyri. Øll hava
tað sum so gott í Føroyum,
í hvussu er í mun til USA,
men í USA eigur man fyrst
og fremst frá politiskari
síðu at leggja dent á, at teir
grundleggjandi tørvirnir hjá
tí einstaka verða nøktaðir.
Tá hesir tørvir hjá tí ein-
staka eru nøktaðir, so kann
man fara at skeldast um, t.
d. Propositon 8 skal verða
samtykt ella ikki. Bíblian
tosar nógv um, hvat er rætt,
og hvat er skeivt, men tað,
sum Jesus fyrst og fremst
legði dent á, var, at teir
grundleggjandi tørvirnir hjá
fólki vórðu nøktaðir. Vón-
andi kann Obama gera tað
sama sum Jesus, nakað sum
eg vænti, at hann ikki
megnar, men latið okkum
nú vóna tað besta og geva
manninum ein møguleika.
Niðurstøða
So Obama slapp fram at og
hevur nú møguleikan til at
broyta amerikanska samfel-
agið. Fólk eru sum heild
glað fyri, at Obama vann
valið, tí tað eru nógv her,
sum ikki hava tað gott, og í
Obama síggja nógv ein
mann, sum kann bøta um
teirra umstøður. Eg skilji
ikki, hví tey gera tað, men
so hava tey í hvussu so er
eina vón her í lívinum, og
tað er so altíð nakað. Vón-
andi kann Obama broyta
amerikanskan politikk. Eg
haldi, at tá man endiliga
skal hava ein stat, so kann
man akkurát tað sama nýta
hann til frama fyri tann
vanliga borgaran heldur
enn at hava hermegi í eitt
nú Vesturevropa, og eg
haldi, at staturin eigur at
geva fólki so nógv frælsi
og rættindi til tann einstaka
sum gjørligt. Staturin skal
tæna fólkinum. Staturin
skal ikki vera tann, sum
setur óneyðug forboð.
So nú er amerikanska
valið av á hesum sinni, og
føroyskur fjølmiðlarnar fara
nú at venda nøsini heimeftir
til kommunuvalið, sum
verður á skránni. Men tíðin,
ja, hon rennur sum streym-
ur í á, og um fýra ár, so er
aftur amerikanskt forsetaval
á skránni, og tá skal tann
republikanski flokkurin
royna at endurvinna tey
Hvítu Húsini frá Barack
Obama og demokratunum.
Møguliga burdu republikan-
ararnir roynt at gjørt hetta
við leiðslu av einum manni,
sum ber navnið Ron Paul....
Ígjøgnum sínar framúr góðu talugávur
hevur Barrack Obama veruliga brent
seg inn í amerikonsku hjørtini