týsdagur 11. november 2008síða 32
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
32
Nr. 217 - 11. november 2008
hesaferð
Strendur
28. partur
Í nógvar vikur hevur Sosialurin verið úti við myndatólinum og
sett ljós á tær ovurhonds stóru mongdirnar av burturkasti, sum
sløðist runt í okkara vøkru oyggjum. Bæði á bygd, í bý og úti í
náttúrini. Og í dag koma vit við enn einum parti í røðini við
misvísandi yvirskriftini »Heimsins reinasta oyggjaland«.
Allar myndirnar eru tiknar ígjøgnum rútin á einum bili á alfara
vegi, ella har koyrandi er. Gløgt er gestsins eyga, sigur orðatakið,
og tað merkir, at alt burturkastið, sum sæst ígjøgnum myndatól
okkara, sjálvandi eisini kann avmyndast av teimum ferðafólkum,
sum vitja Føroyar. Tær fyrstu myndirnar vóru úr høvuðstaðar
økinum, har flestu ferðafólk koma upp á land ella seta kós ímóti,
eftir at vera lend í Vágum. Í øðrum parti vóru vit í grannabygdun
um fyri norðan, Kaldbak, Kaldbaksbotni og Sundi, sum allar
hoyra til Tórshavnar kommunu, sum fyrr í ár hevði umhvørvis
viku, og í triðja parti stóðu bygdirnar vestan og norðanfyri,
Kirkjubø, Velbastaður, Syðradalur og Norðadalur, fyri skotum.
Myndirnar í fjórða parti vóru av Signabø, úr Kollafirði, Hósvík,
við Áir og úr Hvalvík, og í fimta parti Saksunardali og Saksun.
Sætti partur var úr Nesvík, av Langasandi og úr Haldórsvík, men
ikki úr Tjørnuvík. Har var nevniliga onki at seta fingur á. Síðani
vóru vit á Oyri, ið hevði so nógv órudd at bjóða uppá, at bygdin
fekk alla opnuna. Í 8. parti høvdu vit myndir av Oyrarbakka og
Norðskála, sum hoyrir til Sunda kommunu og úr Svínáum, ið er
undir Eiðis kommunu. Í 9. parti vóru vit í hinum báðum bygdu
num í Eiðis kommunu, Ljósá og Eiði, 10. partur var úr norðastu
bygd í Sunda kommunu, Gjógv, og úr Funningi, sum frá 1. januar
fer upp í Runavíkar kommunu. 11. og 12. partur vóru úr Klaksvík,
meðan 13. partur var úr teimum smærru bygdunum í Klaksvíkar
kommunu; Ánirnar og við Strond. Í 14. parti vitjaðu vit í
Haraldsundi, Kunoy og Árnafirði, í 15. parti otaðu við okkum
norður til Norðtoftir, Norðdepil, Hvannasund og Viðareiði, og í
16. parti vóru vit aftur í Streymoynni við bygdunum fyri vestan,
Skælingi og Vestmanna. Í hesum økinum hendi tað gleðiliga, at
onki órudd var at finna í Leynum, á Stykkinum og í Kvívík.
Tillukku við tí, tit íbúgvar har. Síðani stóð Føroya reinasta bygd í
2008, Sandavágur, fyri skotun. Sigast skal, at her var ikki nógv at
fara eftir. Verri stóð til í grannabygdini, Miðvági, og við havna
Heimsins reinasta