týsdagur 11. november 2008síða 33
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 217- 11. november 2008
33
a oyggjaland
Lagt til rættis:
Kári Mikkelsen
karim@sosialurin.fo
Myndir:
Álvur Haraldsen
alvur@sosialurin.fo
lagið í Miðvágs-Sandavágs havn. Í 18. parti hildu vit fram í
Vágum við hinum bygdunum í oynni; Vatnsoyrum, Sørvági, Bø
og Gásadali, meðan 19. partur var úr Sandoy og Skúvoy.
Í 20. parti vóru við í Rituvík, á Rituvíkshálsi og í Æðuvík.
Rætt skal vera rætt. Hvørki í sjálvum bygdunum, Rituvík og
Æðuvík, var nógv at síggja. Tí vóru flestu myndirnar av
ídnaðarøkinum á Rituvíkshálsi. Í 21. parti vitjaðu vit
grannabygdirnar, Nes og Toftir. Á Nesi var lítið at síggja, men
hóast Nes kommuna fekk heiðursløn fyri best røkta vinnuøki,
var ikki torført at fáa myndir av óruddi við havnarlagið á
Toftum. Í 22. parti vóru vit í Runavík, Saltangará og Glyvrum,
og heldur ikki har vóru trupulleikar at finna órudd.
Í 23. parti hildu vit fram norður eftir eystara armi á Skála-
fjørðinum við Lambareiði, Lamba, Søldarfirði og Skipanesi.
Myndirnar úr 24. parti vóru vit í Gøtu og Leirvík, har nóg
mikið var at taka av, og tað er var tað eisini í Kambsdali og
Fuglafirði, haðani myndirnar í 25. parti vóru frá. Í 26. parti
hildu vit fram í Eysturoynni í bygdunum Elduvík, Oyndarfirði
og Hellunum. Seinasti partur var á í Skálabotn og út eftir
vestara armi á Skálafjørðinum til Skála.
Í dag flyta vit okkum út á Strendur.
Føroyar skal vera ferðamannaland, er vakra endamálið hjá
bæði politikarum og myndugleikum, sum arbeiða við
ferðavinnu. Í fjør kom stóra herðaklappið frá háttvirda
tíðarritinum, National Geografic Traveler, sum setti Føroyar á
eitt fyrstapláss av 111 oyggjalondum, tá tað snýr seg um at
hava reint umhvørvi. Men liva vit upp til hetta? Og hvønn
mátistokk hava tey fólkini brúkt, ið hava útnevnt oyggjar
okkara til henda fornemma heiður? Hava hesi verið varug við
tey túsundtals tonsini av burturkasti, sum sløðist runt
allastaðni? Um so er, kann hetta valla hava talt við í
grundarlagnum fyri metingini. Annars má standa ómetaliga illa
til í øðrum oyggjalondum, sum eru á listanum hjá blaðnum.
Tað var í øllum førum ikki torført at fáa eyga á óruddið
ígjøgnum myndatól okkara.
Føroyar eru naknar og opnar, og tí sæst óruddið her nógvar
ferðir betri, enn tað ger í londum, har trø og annar vøkstur kann
fjala yvir ein stóran part. Nøkur vøkur sjón er hetta ikki, og
fyri mong man tað tykjast óskiljandi, at fyritøkur, stovnar,
kommunalir myndugleikar og onnur sleppa avstað við at seta
gamlar maskinur, bilskrokkar, bingjur og annað burturkast frá
sær á slíkan hátt. Ringast er við havnaløg, alistøðir, ídnaðarøki,
bóndagarðar, jarðarbrúk og í niðurløgdum grótbrotum, har onki
mark tykist vera fyri skilaloysinum. Og hvør hevur ábyrgdina
av, at hetta kann lata seg gera? Tosað verður nógv um nýggjar
brennistøðir, tí orkan er ov lítil, men hesar megna onki at gera
við gamalt jarn. Tað má tyrvast ella flytast av landinum.
Ein glotti er, tí herferðin hjá Sosialinum tykist longu hava
givið úrslit. Allur bati bøtur, og síðani blaðið fór í gongd við at
vísa á órudd og burturkast, hava bæði Tórshavnar og Sunda
kommunur álagt øllum at rudda upp á kommunalum vegum og
økjum. Eisini hevur Klaksvíkar kommuna tikið stig til at rudda
upp ymsastaðni.
Aftur í dag lata vit myndirnar tala, og tað halda vit fram við,
til vit hava verið um alt landið.