mikudagur 12. november 2008síða 6
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
tíðindi
Nr. 218 - 12. november 2008
KOMMUNUVAL
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Eitt eru samgongu- og and-
støðuleiðarin púra samdir
um: Talan var ikki um ein
politiskan sigur til Javn-
aðarflokkin, men um ein
persónligan sigur til Heðin
Mortensen.
Hetta kanón kommunu-
valið hjá Heðini Mortensen
hevur eisini sannført hann
um, at klokkuklári sigurin á
kommunuvalinum er ein
greið staðfestan av ynskjum
borgarans, nevniliga »sko-
mager, bliv ved din læst«.
- Ja, tað má mann siga.
Borgarin sigur klárt og
týðiliga, at teir ynskja meg
sum borgarstjóra í Havn og
onga
aðrastaðni.
Mær
dámar eisini best at arbeiða
fyri Havnina í býráðnum,
og sum borgarstjóri hevur
tú góðar møguleikar at gera
teg galdandi, sigur stóri
sigursharrin á valinum í
Havn, Heðin Mortensen,
sum eisini í komandi setu
fer at sita í borgarstjóra-
sessinum.
Hann sigur, at tað ræður
um hjá einum býráðs-
politikara at vísa seg har,
sum aktivitetrin er, tí skal
tú verða valdur mást tú
verða sjónligur í politiska
landslagnum.
Sambandsflokkurin
var
ikki tann flokkurin, sum
gekk mest aftur í prosentum,
men kortini tann flokkurin,
sum
misti
flest
limir,
nevniliga tveir. Og tað vóru
júst teir báðir, ið mest sum
ekskluderaðu Heðin Mort-
ensen úr flokkinum, Beate L.
Jensen og Høgni Mikkelsen.
- Tað havi eg sum so
ongar viðmerkingar til. Eg
kann bara siga, at tey bæði
á hvør sín hátt hava gjørt
eitt eftir mínari meting gott
arbeiði í býráðnum. So – no
hard feelings, sigur Heðin
Mortensen.
Átti at verið broytt
Risavalið hjá Heðini Mort-
ensen merkti, at Javnaðar-
flokkurin reyk frá tveimum
býráðslimum upp í fimm.
Hetta merkir, at tá Tjóðveldi
varðveitti sínar fýra øktist
meirilutin úr sjey upp í
níggju limir.
- Hetta hevur eitt sindur
av týdningi, tí nú verða tað
fleiri manningar, fleiri at
geva sítt íkast, og tað er
bara gott fyri demokratiið,
sigur borgarstjórin.
Hann
gjørdi
annars
ógvuliga skjótt av, tá valið
var av, og bert stutta løtu
eftir, at valúrslitið var kunn-
gjørt, kallaði hann verandi
samstarvsflokk, Tjóðveldi
inn til samráðingar um
framhaldandi
samstarv.
Men hetta var ikki gjørt tí
hann var bangin fyri, at
hann skuldi »sova« sær
møguleikan av hondum.
Soleiðis havi eg altíð
arbeitt. Eg havi altíð arbeitt
skjótt, og tí vildi eg hava
málið avgreitt, sigur borgar-
stjórin.
Hann heldur kortni, at
skipanin átti at verið so, at
størsti flokkur fekk initia-
tivið eftir eitt val, fyri síðani
at leiða samráðingarnar um
nýtt samstarv.
-
Hetta
hevði
verið
rættiligt demokrati. Tá fekk
tann flokkurin, sum veljarin
peikaði á, initiativið og
kundi fyrst roynt at skipa
samgongu. Gekk tað ikki,
ja, so tók næststørsti flokkur
við, sigur borgarstjórin.
Veljast beinleiðis
Annars bar Heðin Morten-
sen ein áhugaverdan tanka
fram, tá Sosialurin tosaði
við hann í morgun, ein
tanka sum partvís bert
hevur verið at hoyrt frá
Sjálvstýrisflokkinum.
- Eftir mínari metan átti
bæði løgmaður og borgar-
stjórarnir á størru plássun-
um at verið valdir beinleiðis,
sigur Heðin Mortensen.
Ein háttur at gera hetta
upp á kundi verið, at
flokkarnir
ella
listarnir
stillaðu nøkur borgarstjóra-
evni upp, og so skuldu fólk
valt millum hesu evnir,
samstundis sum tey eisini
valdu ein persón á vanligu
listunum. Á henda hátt
kundu fólk valt tann persón,
sum tey mettu sum besta
borgarstjóra,
samstundis
sum tey kundu valt eftir til
dømis
politiskari
sann-
føring.
Tað
nevniliga
púra
vanligt, at fólk ikki meta
fólk á sínum egna politiska
lista sum besta løgmans-
ella borgarstjóraevni.
Eitt annað evni, sum
Heðin Mortensen sigur, at
býráðið hevur umrøtt, er, at
økja talið av býráðslimum.
- Í kommunustýrislógini
stendur kommununi frítt at
økja talið av býráðslimum
upp í 15 ella 17 limir. Hetta
málið hevur eisini verið
uppi og vent, men tað hevur
tó ikki verið politiskur
meiriluti
fyri
málinum,
sigur Heðin Mortensen.
Tað er ein sannroynd, at
samlaða talið av kommunu-
stýrislimum er minkað við
heilum 30, síðani kommunu-
samanleggingarnar byrjaðu.
Samstarv nýtist
Teir
báðir
flokkarnir
byrjaðu samráðingar um
eitt samgonguskjal beint
eftir døgurða. Hóast talan
er um somu flokkar, so er
Dygt persónligt
herðaklapp
Valúrslitið vísti, at atkvøðurnar hava fylgt mær yvir í Javnaðarflokkin,
men annars vísti valið eisini, at eg havi fingið atkvøður úr øllum
flokkum. Borgarin hevur givið mær eitt dygt, persónligt herðaklapp,
sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn
A landslide. Soleiðis rópa
bretsktalandi londini ein
slíkan valsigur, sum Heðin
Mortensen vann í gjár
Mynd: Álvur Haraldsen