mikudagur 12. november 2008síða 7
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 218 - 12. november 2008
Heðin vann valið
Jan Christiansen er
rættiliga bersøgin
dagin eftir valið.
– Eg haldi ikki, vit
kundu gjørt nakað
øðrvísið. Her var
talan um, at Heðin
Mortensen vann
valið, so einfalt
er tað, sigur Jan
Christiansen
KOMMUNUVAL
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Í morgun vaknaðu komm
unu politikarar upp til
beiska veruleikan. Fyri
summi er hann kortini
ógvuliga søtur.
Minni so var hann fyri
Fólkaflokkin
og
Jan
Christiansen. Flokkurin
gekk ein lim aftur, og
spísskandidaturin
varð
yvirhálaður av Sjúrði
Olsen. So hvat kundi
verið gjørt øðrvísið.
Eg veit ikki rættiliga.
Fólkið hevur í hvussu er
talað, og borgarstjórin er
eftir øllum at døma so
væl umtóktur, at hann
hevur brotið øll met,
sigur Jan Christiansen.
Hann sigur, at onkur
má missa, tá Javnaðar
flokkurin gongur so nógv
fram og vísir á, at
Sambandsflokkurin misti
tveir býráðslimir.
Vit
skulu
eisini
minnast til, at vit longu
undan valinum høvdu
mist einar 500 atkvøður
við tað, at hvørki Annika
Olsen ella Bjarti Morh
stillaðu upp aftur, sigur
Jan Christiansen.
Tað hevur sambært
úrslitinum av valinum
víst, at tað ikki til fulnar
hevur eydnast, at fylla
tað tómrúmið út til lítar.
Eisini vísir Jan Christian
sen á, at valluttøkan er
heldur minni enn við
valið seinast, og tað kann
hava havt týdning.
Væntaði
ættarliðsskifti
Hann heldur samstundis,
at føroyskur politikkur er
undarligur.
Her hava vit ein polit
ikara, sum eftir seinasta
val loypur frá einari undir
skrivaðari avtalu, men
slíkt avtalubrot verður
eftir øllum at døma ikki
revsað í Føroyum. Men
hetta avtalubrotið hevur
kostað teimum, sum hava
sitið saman við Heðini.
Tey, sum ikki ruku út úr
býráðnum,
skramblaðu
niður í atkvøðutali, sigur
Jan Christiansen.
Hann dugir ikki at siga,
hvat
flokkurin
kundi
gjørt
øðrvísi
í
val
stríðnum. Hann heldur,
at valevnini hava havt
javnt gott val, men tað
hevur so ikki verið góð
mikið til at hildið tørn.
Tað var ikki lætt hjá
okkum at gera nakað
eftir valið heldur. Heðin
Mortensen dróg Tjóð
veldi inn á fund beinan
vegin, og har sótu tey, til
ein samstarvsavtala var
undirskrivað. So vit fingu
ongan møguleika, sigur
Jan Christiansen.
Persónliga hevði Jan
Christiansen heldur ikki
so gott eitt val sum
seinast, og Sjúrður Olsen
tók seg fram um hann í
atkvøðutali.
Men tað lá longu í
luftini framman undan
valinum, so tað kom ikki
óvart á. Hann er jú yngri,
so talan er um eitt ættar
liðsskifti, og tað er í lagi
við
mær,
sigur
Jan
Christiansen.
Ynskir tillukku
Hann heldur ikki, at
flokkurin kundi vart seg
móti tí, sum hendi á
valinum.
Vit mistu ein býráðs
lim, Tjóðveldi helt so
dánt stand, meðan Sam
bandið misti tveir. Men
her var ikki talan um ein
politiskan
sigur
til
Javnaðarflokkin. Her var
talan um ein persónligan
sigur til Heðin Mortensen,
sigur Jan Christiansen.
Hann heldur, at tað
verður tungt og keðiligt
at skula sita í andstøðu
fýra
ár
aftrat,
men
soleiðis eru treytirnar nú
einaferð. Og flokkurin
fekk sum nevnt ikki
møguleikan at koma í
samgongu.
Tað var væntað, at
Heðin Mortensen fór at
fáa eitt gott val, men at
tað skuldi gerast so gott,
kom óvart á øll, eisini
Heðin Mortensen sjálvan,
sigur Jan Christiansen.
Hann fegnast kortini
um, at so nógv hóast alt
stóðu saman um flokkin.
Eg vil fegin takka
teimum,
sum
stóðu
saman um flokkin og
vardu garð. Samstundis
fari eg at ynskja Heðin
Mortensen tillukku við
valinum, har hann hevur
brotið øll met, sigur Jan
Christiansen.
Tað er trupult at verja seg
móti ein um metsigri sum
tí, Heðin Mortensen vann
við kommunuvalið í gjár,
heldur Jan Christiansen
eisini talan um fleiri nýggjar
persónar.
Eg fari at halda meg til
tey mál, sum vit samráðast
um. Eg eri framvegis tann
sami
Heðin
Mortensen,
sum eg altíð havi verið,
men vit hava sum nevnt
nýggj fólk, ikki minst ein
nýggjan varaborgarstjóra.
Og øll skulu hava síni
fingramerki
á
nýggja
samgonguskjalið,
sigur
Heðin Mortensen.
Hann sigur, at talan
verður um eina spennandi
tíð
við
nýhugsan
og
broytingum.
Vit hava styrkt um
umsitingina í 2008 og 2009,
og tá verður hon so sterk
sum neyðugt. Men øll
starvsfólk skulu kenna seg
trygg í sínum starvi, sigur
Heðin Mortensen.
Hann sigur, at kósin er
sett, og at hana fara teir at
halda, men at justeringar
sjálvandi kunnu koma fyri,
nú talan er um so nógv
nýggj andlit.
Tað hevur ofta verið
skotið borgarstjóranum í
skógvarnar, at hann leyp frá
einari avtalu eftir seinasta
val. Men hesum vísir hann
aftur.
Soleiðis síggi eg als ikki
upp á tað. Og eg eri enn
sannførdur um, at eg gjørdi
tað rætta fyri fýra árum
síðani. Og tað haldi eg
eisini, at valúrslitið týðiliga
vísir,
sigur
Heðin
Mortensen, sum altso fer at
sita í borgarstjórasessinum
fýra ár aftrat.
Borgarstjóri: Heðin Mortensen
Varaborgarstjóri: Bogi Andreasen
Fíggjarnevndin: Javnaðarflokkurin
Mentanarnevndin: Tjóðveldi
Byggi- og býarskipanarnevndin: Tjóðveldi
Heilsu- og umhvørvisnevndin: Javnaðarflokkurin
Tekniska nevnd: Tjóðveldi
Sosiala nevnd: Javnaðarflokkurin
Havnanevndin: Tjóðveldi
BÝRÁÐIÐ
Elin Vatnhamar
Olsen er nýggj í
kommunalpolitikki,
og hon kom inn í
Eysturkommununa
við einum braki,
tá hon koppaði
tveimum fyrrverandi
borgarstjórum
KOMMUNALVAL
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Tað krevur dirvi at bjóða
seg fram í kommunal
politikki, serliga tá tað er
millum garvaðar kommunal
politikkarar,
sum
enntá
hava sitið sum borgarstjór
ar.
Men tað dirvi átti 20 ára
gamla
Elin
Vatnhamar
Olsen, tá hon stillaði upp á
listanum hjá Tjóðveldi í
Eysturkommunu.
Fyrstu ferð at onkur
nevndi tað fyri mær, helt
eg, at viðkomandi skemtaði.
Men hesin vissaði meg um,
at tala var um álvara, sigur
Elin Vatnhamar Olsen.
So hon byrjaði at hugsa
um tað, og yvir eitt viku
skifti tók hon avgerð um at
royna seg í kommunal
politikki.
Eg havi fingið ógvuliga
nógva hjálp frá familjuni
og vinunum. Eg havi nokk
so stóra familju, og tað
hjálpir, og annars havi eg
tosa við fólk, serliga tey
ungu, sigur Elin Vatnhamar
Olsen.
Hinvegin hevur hon ikki
gjørt so nógva við tradi
tionella valstríðið við at
skriva greinar í bløðum, tó
at onkur í familjuni hevði
hongt nakrar plakatir upp
kvøldið fyri valið.
Spent upp á
framtíðina
Valkvøldið, tá liðugt var at
telja upp, vóru vónirnar
ikki serliga góðar.
Tá eg kom í valhølið
hoyrdi eg, at ein, ið eg kapp
aðist við, hevði einar 73
atkvøður, meðan eg hevði
fingið 40. Samstundis hevði
Páll
Isholm
fingið
45
atkvøður. Men so hendi tað,
at eg hevði fingið seks
atkvøður í Gøtu og kom
upp á 46 tilsamans, sigur
Elin Vatnhamar Olsen.
Fínteljingin í dag staðfesti
úrslitið, og tískil er Elin
Vatnhamar Olsen vald á
ytsta mandati.
Og hon gleðir seg til
avbjóðingina.
Fyrst og fremst fari eg
at seta meg inn í ymsu
málsøkini, og tað síggi eg
fram ímóti við spenningi.
Og ein hin fremsta upp
gávan verður at samansjóða
báðar bygdirnar, sigur Elin
Vatnhamar Olsen.
Hon vil ikki lova her og
nú at arbeiða fyri nøkrum
ávísum máli, men fyrst at
seta seg inn í kommunu
arbeiði.
Eg vil takka øllum teim
um, sum góvu mær áræði at
stilla upp, og øllum teimum,
sum valdu meg til valið. Eg
fari at gera mítt besta til at
liva upp til hesa ábyrgd,
sigur Elin Vatnhamar Olsen,
helst ein av yngstu komm
unuráðslimum nakrantíð.
20-ára gamla Elin
koppaði tveimum
borgarstjórum
Elin Vatnhamar Olsen koppaði bæði Páll Isholm og Dánjal
Andreasen, tveimum fyrrverandi borgarstjórum
Mynd: Jens Kristian Vang