mikudagur 12. november 2008síða 8
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 218 - 12. november 2008
Meir enn helvtin
av teim 11, sum
vórðu vald í Klaks
víkar býráð í
gjár, eru nývald.
Fíggjarkreppan hjá
kommununi sást
aftur í valinum, har
bæði borgarstjórin
og varaborgarstjórin
høvdu vánalig
val. Hóast eingin
greiður persónligur
vinnari var, fekk
Fólkaflokkurin besta
vali og fær væntandi
borgarstjóran
VAL
Orð og myndir: Dorit
Hansen
Tað var stórur spenningur
rundan um borðini, tá
atkvøðurnar vórðu taldar
upp í KÍ-høllini í Klaksvík
í gjárkvøldið. Meðan bunk-
arnir vuksu, komu alsamt
fleiri valevni og stuðlar inn
í høllina at kanna, hvussu
støðan var. Tey høvdu frætt,
at atkvøður høvdu flutt seg
og at høvd fóru at rúka.
Nógv troðkan var rundan
um borðini, og valstýrisfor-
maðurin talaði at og heitti á
fólk at flyta seg frá borðun-
um, tí ringt var at telja upp
millum spentu politikarar-
nar.
Tá uppteljingin endiliga
var liðug, kundi valstýris-
formaður staðfesta tað, sum
bunkarnir longu tíðliga á
kvøldi vístu. Klaksvíkar bý-
ráð var útskift. Men úrslitið
vísti eisini, at veljarnir í
Klaksvík ikki høvdu nakran
týðuligan
persónligum
favorit. Eingin einstaklingur
fekk nakað kanónval.
Nýggjur fólkaflokkur
Fólkaflokkurin fekk nógv
flestar atkvøður. Til seinasta
val fekk flokkurin 36,15
prosent av atkvøðunum.
Hesuferð fekk hann heili
41,26 prosent av øllum
atkvøðunum í Klaksvíkar
kommunu. Flokkurin hevur
tí nú fimm býráðslimir í
mun til fýra undan valið.
Men
hóast
flokkurin
hevði eitt fínt val, og eftir
øllum at døma fær borgar-
stjórasessin í einari komandi
samgongu, so hevði flokk-
urin ongan greiðan persón-
ligan vinnara. Gunnvá við
Keldu fekk flestar atkvøður
188. Til samanbering kann
sigast, at pápin, Jógvan við
Keldu fekk 315 atkvøður í
2000.
Atkvøðurnar
hjá
Gunnvá vóru tó fleiri enn
tær, sum fremstu valevnini
hjá Fólkaflokkinum fingu
við seinasta val.
Flokkurin fekk ein bý-
ráðslim afturat, men heili
trý á listanum eru nývald.
Elsebeth G. Hansen, løg-
reglukvinna, fekk 178 at-
kvøður, Óli M. Lassen,
siviløkonomur, kom inn við
159 atkvøðum, og formað-
urin í Meginfelag Útróðrar-
manna, Auðunn Konráðsson
fekk 143 atkvøður. Síðst
valdur er Atli S. Justinussen
við 130 atkvøðum. Hann
sat eisini í undanfarna bý-
ráð.
Taparin á Fólkaflokslist-
anum gjørdist Kristian Fríð-
rik Olsen, varaborgarstjóri.
Við Sosialin sigur Kristian
Fríðrik, at veljarnir hava
revsað hann fyri fíggjar-
kreppuna hjá kommununi.
Sum
varðaborgarstjóri
havi eg fingið ein part av
ábyrgdini fyri fíggjarstøð-
una. Men hini valevnini á
Fólkaflokslistanum
hava
eisini rikið hart, og eg má
bara viðganga, at tey hava
duga væl, sigur fráfarandi
varaborgarstjórin.
Gunnvá við Keldu fegnast
um úrslitið hjá Fólkaflokk-
inum.
Valúrslitið sigur, at fólkið
vil broyting, og nú er tað
upp til Fólkaflokkin at gjøg-
numføra hesa broyting. Tey
seinastu fýra árini eru nógv
kompromis gjørd við Tjóð-
veldi. Men nú hava vit
møguleikan veruliga at seta
okkara fingramerki á, sigur
fyrst valda valevni hjá
Fólkaflokkinum.
Hon vísir á, at hóast stóra
útskifting, hevði flokkurin
eitt betri val hesuferð enn
seinast. Og fólkaflokspoli-
tikkur hevur tí fingið eina
álitisváttan frá borgarunum
í Klaksvík.
Tjóðveldi tapti
Flokkurin hjá borgarstjór-
anum, Steinbjørn O. Jacob-
sen, má sigast at vera stóri
taparin á valinum í Klaksvík
í gjár. Hóast Tjóðveldi
hevði níggju valevni í mun
til trý seinast, so fekk
flokkurin nógv færri atkvøð-
ur hesu ferð. Samlaða at-
kvøðutali hjá Tjóðveldi í
Klaksvík var 561 atkvøður.
Hetta svarar til 19,30 pro-
sent. Við seinasta val fekk
flokkurin 25,6 prosent av
atkvøðunum. Úrslitið av
hesari afturgongd er, at
flokkurin hevur ein býráðs-
lim minni.
Seinasta val fekk Stein-
bjørn O. Jacobsen 391 at-
kvøður, hesuferð fekk hann
einans 169. Hetta er eisini
minni enn hann fekk við
næstseinasta val, tá hann
fekk 229. Men hann var
hóast alt afturvaldur, og tað
fegnast hann um.
Aftaná allan ágangin,
sum hevur verið ímóti
kommununi seinastu tíðina,
so eri eg ikki kløkkur av
úrslitinum. Eg havi havt
ovastu ábyrgd, og eg taki
Býráðið í Klaksvík fekk sekk
Hjá Fólkaflokkinum vóru bæði vinnarar og taparar.
Formaðurin í Meginfelag útróðróðramanna andlit til andlit
við taparan á fólkaflokslistanum, fráfarandi varaborgarstjóra,
Kristian Fríðrík Olsen
Nýggi sjálvstýrismaðurin í Klaksvíkar Býráð, Jógvan Skorheim,
sum kom í eina lyklastøðu beinanvegin, tí Fólkaflokkurin bert
tørvaði ein persón fyri at hava merilutan
Toppskorarin í Klaksvík,
Gunnvá við Keldu, heilsar
upp á nýggja starvsfelagan,
Auðunn Konraðsson.
Eyðgunn Samuelsen
var afturvald, men
Javnaðarflokkurin fekk ikki
nakað kanónval
Noreg toppar í javnstøðu
Noreg endaði ovast á listanum yvir lond í heiminum í minking av
javnstøðugloppinum, tætt fylgt av trimum øðrum Norðurlondum, nevnliga
Finnland, Svøríki og Ísland. Hetta vísir ein nýggj kanning sum WEF, World
Economic Forum, hevur gjørt. Í fjør endaði Svøríki á ovasta plássi, meðan Noreg
fekk eitt triðja pláss. »Betri umboðan av kvinnum í ovari leiðslustørvum í
stjórnum og fíggjarstovnum er lívsneyðug, ikki bert fyri at finna loysnir til
verandi fíggjarkreppu, men eisini til at forða fyri at slíkar kreppur stinga seg
uppaftur í framtíðini«, sigur Klaus Schwab, stovnari og formaður í WEF.
Kelda: news.bbc.co.uk