Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-12, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. november 2008síða 9

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 218 - 12. november 2008 avleiðingarnar. Men eg eri glaður fyri at eg eri aftur­ valdur. Alt býráðið varð revsað, og tað eru onnur, sum fóru verri enn eg, sigur Steinbjørn O. Jacobsen. Seinasta valskeið var Tjóðveldi ­ umframt borgar­ stjóran – umboðað av Rana Nolsøe og Jórun Høgnesen. Rani Nolsøe stillaði ikki uppaftur, og Jórun Høgne­ sen varð ikki afturvald. Hon fekk einans 73 atkvøður ímóti 120 seinasta val. Ný­ vald fyri Tjóðveldi er Óluva Klettskarð, sum fyrr í ár sat eitt evarska stutt skeið sum landsstýriskvinna í menta­ málum. Javnaðarflokkurin fekk ein kvøkk Men ónøgdsemi hjá veljar­ unum í Klaksvíkar komm­ unu rakti ikki bara tey, sum høvdu sitið í býráðssam­ gonguni. Javnaðarflokkurin fekk aftur tveir býráðslimir, men eisini her var útskifting. Fyrst vald á Javnaðarlistan­ um er Eyðgunn Samuelsen við 139 atkvøðum. Javn­ aðarkvinnan, sum varð vald á ting seinasta løgtingsval og hevur verið forkvinna í fíggjarnevndini, var ikki nøgd við persónliga at­ kvøðutali. Seinasta býráðs­ val fekk hon 201 atkvøður. Næsti maður á Javnaðar­ listanum seinasta val, Tummas Lervig, hevði eisini eina afturgongd – frá 110 atkvøðum til 93. Signhild Vilhelmsdóttir Joensen, sum hevur verið varakvinna fyri Eyðgunn, fekk heldur ikki eitt nóg gott val. Hóast hon fekk tríggjar atkvøður fleiri enn seinasta býráðsval, so rukku hesar ikki til ein býráðs­ sess. Næstvaldur hjá Javnaðar­ flokkinum gjørdist í staðin Jákup F.N. Mikkelsen, sum er meira kendur fyri sínar bjargingar í føroyska fót­ bóltsmálinum enn fyri sínar politisku meiningar. Hann hevur ikki fyrr stillað upp, og hann sá út til at vera eins kløkkur og hini um, at hann varð næstvaldur við 107 atkvøðum. Eg hevði als ikki vænta at komi inn. Eg vónaði at fáa eitt heiðurligt fjórða pláss, men hetta var púra óvænta, segði ein glaður málmaður, tá býráðssessurin var stað­ festur. Nýggjur sjálvstýrismaður í lyklstøðu Ein annar nýggjur maður í býráðnum er 26 ára gamli handilsmaðurin, Jógvan Skorheim. Hann koppaði Kristian Eli Zachariassen við 134 atkvøðum móti 75. Spurdur hví hann fekk eit so gott val, sigur Jógvan Skorheim, at hann hevði gjørt eitt stórt arbeiði. Eg var tann fyrsti at byrja valstríðið her norðuri. Eg havi sent fleiri brøv í hvørt hús í Klaksvík, har eg havi greitt frá, hvat eg vil, og so havi eg eisini havt gott fólk at hjálpa mær, sigur yngsti maðurin í nýggja býráð­ num. Hann heldur eisini at tey fýra árini, hann hevur sitið sum formaður í Unga Sjálv­ stýrinum hava hjálpt. Góða valið hjá Fólka­ flokkinum hevur sett Jógv­ an Skorheim í eina spenn­ andi støðu. Tað var greitt á prátinum millum politikar­ arnar í høllini, at Fólka­ flokkurin var áhugaður í einum samstarvi við unga sjálvstýrismannin. Og tað gekk ikki long tíð, so høvdu flokkarnir givið hvørjum øðrum lyfti um at fara undir samráðingar í dag. Úrslitið av hesum samráð­ ingum var ikki greitt, tá hendan grein varð skrivað, men Jógvan Skorheim segði við Sosialin í gjárkvøldi, at tað hevði alstóran týdning at koma í samgongu, men hann hevði eisini nøkur krøv. kin Teir tveir fólka­skúl­ a­rnir í Kla­ksvík, Skúlin við Ósánna­ og Skúlin við Ziska­trøð, fingu fleiri nýggja­r skúla­­ stýrislimir í gjár. Og skúla­stjóra­rnir vóru væl nøgdir við luttøkuna­ VAL Dorit Hansen Øll trý umboðini í skúla­ stýrinum í Skúlanum við Ósanna eru nývald, meðan forkvinnan í skúlastýri­ num í Skúlanum á Ziska­ trøð fekk besta valúrslit. Ella Heinesen fekk 114 atkvøður. Á Skúlanum við Ziska­ trøð ganga 387 børn. Tað hevur ikki borið til at fáa tøl fyri, júst hvussu nógv høvdu valrætt, men 366 foreldur valdu at luttaka í skúlastýrisvalinum. Umframt afturvaldu for­ kvinnuna eru hesi vald: Martina Hansen er næst­ vald við 68 atkvøðum,og Eyð Matras er triði limur í nýggja skúlastýrinum við 59 atkvøðum. Eyka­ vald eru Magnus Arge við 53 atkvøðum og Ingrid Hayfield Eysturdal við 30 atkvøðum. Til valið av skúlastýri í Skúlanum við Ósanna lut­ tóku 339 av teimum 450, sum høvdu atkvøðurætt. Og hesi eru vald: Mariann O. Fuglø er fyrst vald við 85 atkvøð­ um, Símun Gullaksen fekk 79 atkvøður og er næstvaldur. Karl Birgir Isaksen fekk triðflestar atkvøður, 69. Eykavald eru Edna Reginsdóttir Steinberg við 63 atkvøð­ um og Sólfríð Jakobsen við 42 atkvøðum. Hampuligur áhugi fyri skúlastýrum Signar á Brúnni, skúlastjóri í Skúlanum á Ziskatrøð, var við til at telja atkvøður frá skúlastýrisvalinum, og bæði hann og skúlastjórin í Skúlanum við Ósánna lótu væl at vallutøkuni Krígssavnið nærkast Felagið Krígssavnið hevur gjørt eitt ára sáttmála við J. K. Joensen og Sonur í Miðvági um at leiga einar 75 fermetrar av bygninginum, har sum m.a. Bónus og Vága Kunningarstova húsast, skrivar Vágaportalurin. Inngongdin til krígssavnið, verður sama inngongd, sum til Vága Kunningarstovu. Karl Jóhan Nielsen, formaður í Felagið Krígssavnið, sigur at nú vil felagið sleppa til verka. ­ Men málið hjá okkum er framvegis at fáa krígssavnið í Grøna Húsið, sigur hann. Og Felagið Krígssavnið hevur longu fingið fleiri lutir frá krígsárunum. M.a. hevur ”Savnið 40/45” latið allir sínar lutir til krígssavnið í Vágum, sum formaðurin í felagnum er sera takksamur fyri. Karl Jóhan Nielsen nevnir eisini, at meira verður gjørt við at gera samrøður og fáa myndir frá stríðsárunum til savnið, áðrenn ov seint er. Og er tað eisini orsøkin til, at Felagið Krígssavnið longu nú hevur útvegað sær hølir.