Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-12, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. november 2008síða 10

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 218 - 12. november 2008 Niels Olaf Eyvindson tók øll á bóli á bygdaráðsvalinum í Hvalba í gjár Kommunustýrisval Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Hvalbingar hava fingið eitt nýtt evni til sessin sum borg­ arstjóri í kommununi tey næstu fýra árini. Tað er greitt eftir bygdaráðsvalið í gjár. Har tók Niels Olaf Eyvindsson alt og øll á bóli við at verða fyrst valdur bygdaráðslimurin við 65 atkvøðum, sum eru fimm fleiri enn Otto West fekk, sum nú er borgarstjóri. Tveir listar vóru til bygda­ ráðið og listin, sum bæði Niels Olaf Eyvindsson og Otto West eru á, fekk fimm av teimum sjey bygdaráðs­ limunum og hevur sostatt meirilutan einsamallur. Niels Olaf Eyvindsson staðfestir eisini, at sum fyrst valdur bygdaráðslimur, eigur hann eisini at vera eitt evni til borgarstjórastarvið. Men hann leggur dent á, at enn er onki avgjørt. So fer framtíðin at vísa, hvat semja fæst um og enn hevur hann ongi stig tikið til at skipa nýggja bygdaráðið. Hann hevur einaferð fyrr verið uppstillaður, tað var á valinum fyri 12 árum síð­ ani, men tá kom hann ikki nær í námind av einum ses­ si í bygdaráðnum. Sjálvur dugir hann ikki at siga, hvussu tað bar til, at hann fekk so góða undirtøku á valinum hesuferð. Hann hevur skrivað nakr­ ar greinar, býtt faldara í hvørt hús og annars tosa við fólk, hann kennir, men annars hevur hann ikki ver­ ið so íðin at raka og egna, sum onkur onnur valevni hava verið. Hann sigur, at hann hevur somuleiðis lagt dent á at føra eitt sakligt valstríð, har hann ikki hevur tveitt runu­ bløk eftir øðrum valevnum. Vilja kanska hava broyting Hann heldur, at úrslitið í Hvalba kann verða ein ábending um, at veljarin vil hava broytingar. ­ Eg ánaði ikki, hvar eg fleyt, so eg eri avgjørt ovfar­ in av úrslitinum, tí framman­ Borgarstjórin í Vági fekk dygga undirtøku á valinum í gjár og hon ætlar sær esini at standa á odda fyri Vágs Kommunu tey næstu fýra árini Kommunustýrisval Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo ­ Hetta gekk nógv betri, enn eg hevði væntað. Kirstin Strøm Bech, borgarstjóri í Vági, er sera væl nøgd við úrslitið av býráðsvalinum í gjár. ­ Eg haldi, at hetta var ein dygg álitisváttan og tað kann eg ikki annað enn fegnast um, leggur hon afturat. Sjálv fekk Kirstin Strøm Bech 118 atkvøður á hesum valinum og á seinasta vali fekk hon 74 atkvøður. Hon er vald í Vágs Býráð fyri Javnaðarflokkin og samstundis sum hon sjálv hevði eitt rimmar val, hevði flokkurin sum heild eisini eitt sera gott úrslit og gjørd­ ust størsti flokkur í Býráð­ num við 42,1% av atkvøðu­ num. Hetta førdi við sær, at Javnaðarflokkurin tvífald­ aði talið á býráðslimum í Vági og fekk fýra býráðs­ limir hesuferð. Næststørsti flokkur varð Tjóðveldið, sum fekk 33,8% av atkvøðunum og varðveitti sínar tríggjar býráðslimir. Uttanflokkalistin fekk 112 atkvøður og ein býráðs­ lim og misti sostatt ein og minsti flokkurin í Vági varð Sambandsflokkurin, sum fekk 10,6% av atkvøðunum og sum somuleiðis misti ein býráðslim, men kortini hevur ein eftir. Styrkti støðuna Kirstin Strøm Bech hevði væntað eitt gott úrslit, tí hon heldur, at tey høvdu ein sera sterkan lista, sam­ stundis sum at annar býráðs­ limurin hjá uttanflokka­ listanum, Poul Augustinus­ sen, hesuferð stillaði upp fyri Javnaðarflokkin. ­ Eg hevði vónað, at vit fingu tríggjar býráðslimir, men eg hevði ikki væntað, at vit skuldu fáa fýra, sigur hon. Tað skerst ikki burtur, at tað hava verið ávís mál, sum hava verið serliga umstrídd og sum hava býtt vágbingar sundur í tveir partar. Her verður serliga hugsað um ætlanina at flyta Miðnámsskúlan til Hovs og at byggja ellis­og røktar­ heim ístaðin. Men tað verður eisini hugsað um kommunusamanlegging, har Kirstin Strøm Bech stutt fyri valinum boðaði frá, at hon hevur broytt støðu og at hon nú tekur undir við at øll Suðuroy verður ein kommuna. Og Kirstin Strøm dylir ikki fyri, at serliga sæð í hesum ljósinum er hon ómetaliga fegin um valúrs­ litið, tí hon følir seg avgjørt sterkari í síni støðu eftir val­ ið í gjár. Hon hevur eisini varhugan av, at í hesum nýggja býráð­ num í Vági, eru tað fleiri býráðslimir, sum hava størri vilja at leggja oynna saman í eina kommunu, enn tað eru í fráfarandi býráðið. Sjálvur hevur Javnaðar­ flokkurin beinleiðis havt tað í síni valskrá og eisini tað hevur umboðið fyri uttanflokkalistan eisini greitt boðað frá uppundir valið. Nú heldur hon, at vit eiga at fara undir eina tilgongd, har allar kommunur í Suður­ oy fara til samráðingar um eitt sáttmála um treytirnar fyri samanlegging. Kortini leggur hon dent á, at tað verður ongin saman­ legging, fyrrenn tann sátt­ málin fyrst er samrtyktur í Býráðnum og síðani er góð­ kendur á fólkaatkvøðu í Vági. ­ So má úrslitið verða, sum úrslitið á fólkaat­ kvøðuni verður, sigur hon. Kirstin fekk dygga álitisváttan Nýggjur atkvøðuslúkur í Hvalba Sjálvstýrisflokkurin kundi vunnið ein sess í Havn Í Tórshavnar Býráð eru 13 býráðslimir. Men sambært kommunulógini, so kann býráðið sjálvt gera av at hækka talið til 17. Um so var, so varð býtið eitt sindur øðrvísi, og so hevði Sjálvstýrsflokkurin aftur vunnið sæti í býráðnum. Út frá valtølunum kunnu vit rokna út, at við 17 býráðslimum hevði Sambandsflokkurin fingið tvey umboð (hevur eitt), Fólkaflokkurin fýra umboð (hevur trý), Javnaðarflokkurin seks umboð, (hevur fimm), Sjálvstýrisflokkurin eitt umboð (hevur einki), og Tjóðveldið hevði varðveitt síni fýra umboð. Sigrun Mohr fekk 314 atkvøður, og hevði komið í býráðið. Kirstin Strøm Bech gjørdist stóri vinnarin í Vági