mikudagur 12. november 2008síða 13
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
miðvikan
Siðsøguligt tilfar
í Sosialinum mikudagar
Nr. 218 • 12. nov. 2008
Um Hvítanes
Tað var amtmaðurin Frederik
Ferdinand Tillisch, sum í síni
embætistíð frá 1830 til 1837
heitti á menn um at fáa búseting
á Hvítanesi fyri at hjálpa fólki, ið
ofta settu upp har. Vanliga vóru
tey illa fyrikomin, tá ið eingin
var at taka ímóti teimum, um tey
slitu land upp á hesum leiðum.
Hetta kundi vera eitt slag av
bjargingarstøð.
Eitt dømi um, at hetta kom at
tæna væl sínum endamáli, var,
tá ið Jørgen av Nesi umkomst
við báti sínum á veg úr Havn inn
á Nes, og tvey av teimum fimm
fólkinum umborð vórðu bjargað.
Ein maður á Hvítanesi helt seg
hoyra neyðarróp. Ein bátur varð
flotaður, og teir funnu tey neyð
støddu í myrkrinum. Trý vórðu
bjargað, men ein av teimum, 12
ára gamli Ginn, hevði svomið so
leingi at leitað eftir systrini, ið
druknaði, at hann var deyður, tá
ið teir komu fram til læknan.
Naena minnist, at hon hoyrdi
ofta sum barn um hendan til
burðin, og tað hevði stórt árin á
hennara barnasinni. Hon minnist
eisini innskriftina á steinin, ið
blev reistur yvir Ginn: “Kæmp
for alt, hvad du har kært, dø om
så det gælder, da er livet ej så
svært, døden ikke heller.”
Teir byrjaðu á berum
Niðursetumenninir fingu í boði
tveir bátar, eitt fýramannafar
og eitt áttamannafar. Hetta
var tað einasta, sum teir fingu
frá tí almenna. Traðirnar vóru
leigutraðir, ið teir keyptu
seinni. Teir fingu torvheiðar av
Hoyvíkshaganum og rætt til
summarbit hjá neytunum.
Í 1837 var Pløyen amtmaður
í Føroyum. Hann stuðlaði væl
hesum niðursetumonnum, tá ið
á stóð.
Hvítanes hevur navnið eftir
tí hvíta sandinum, sum fyrr í
tíðini legðist uppi á Hvítanesi í
stórari mongd. Fleiri av teimum á
Hvítanesi seldu skelsand.
Teir høvdu eisini skyldu til at
lata skelsand til at fríðka um
kirkjugarðin og uttanum kirkjuna
í Havn.
Hvør maður skuldi arbeiða
14 tímar “plikt” árliga at halda
bygdina reina og vegirnar viðlíka
inni í bygdini.
Teir, ið bygdu Hvítanes, vóru
fimm kollfirðingar og ein lamba
maður, Poul á Kinn. Hann hevði
tænt í langa tíð á Dímun, og á
Hvítanesi varð hann kallaður
Lamba Poul.
Hjá Lamba Poul
Fýra av húsunum vóru undir einari
lon og blivu rópt Niðri í Túni.
Tað eystasta húsið átti Lamba
Poul. Har kom man fyrst inn í
fjósið, sum var tað vanliga tá.
Síðan inn í roykstovuna, har var
kovi, og so inn í stovuna. Eisini
har var moldgólv. Inni hjá Lamba
Poul var eisini eitt katólskt kapell,
men tað fara vit at koma aftur til í
eini komandi frásøgn.
Poul var tiltikin kvøðari. Hann
dugdi eisini væl at yrkja, og dóttir
hansara Kyrstin hevði eisini eina
stak góða rødd. Hon var trúlovað
lorvíkingi, sum datt oman og
doyði. Hon bleiv verandi ógift.
Kona Lamba Poul var úr Kolla
firði og æt Kristianna.
Skála Hans giftist inn til teirrra
við Elspu Malenu, dóttir teirra.
Hann var kúlutur, men ógvuliga
raskur til arbeiðis. Hann hevði
verið hjá fyrsta handilsmanninum
í Fuglafirði, kallaður Skála
Jógvan. Har komu altíð enskir sjó
menn inn, so hann dugdi enskt.
Hann hevði eisini eina sera vakra
handskrift.
Hann rakaði húðir, barkaði tær
og skar tær út til skøðir. Bátar
komu við sildagørnum til hansara
at bøta.
Hjá Dánjali, Díðriki og
Mikkjali
Næsta húsið var hjá Dánjali. Tað
var annarleiðis. Har var so mikið
av jarðarmuni, at kýrnar stóðu í
kjallaranum, sum tó var ógvuliga
lágur. Hjá Dánjali var eisini
roykstova, spísikamar, stova og
kamar. At byrja við var eitt petti
millum húsini hjá Dánjali og
Mikkjali, men nakað seinni kom
Díðrikkur, og hann slapp at kleikja
seg niður millum hesi bæði
húsini. Hansara hús gjørdust tískil
sera smá. Men hann slapp so
undan at byggja báðar galvarnar.
Har var bara ein lítil roykstova
og ein lítil stova. Kúgvin stóð í
roykstovuni. Kona Díðrik var úr
Kollafirði og æt Stina.
Tað vestasta húsið
niðri í Túni var hjá
Hvítanes:
Ein bygd verður til
Vit høvdu herfyri í røðini Hendur ið Sleptu eina frásøgn um Skora Pól, sum var uppsitari á
sorinskrivaragarðinum í Norðradali. Pól eigur eina stóra ætt. Vit fara í hesi grein at umrøða eina av
hansara ættargreinum. Tað er henni hjá Honnu Mariu, dóttir Poul. Høvuðsheimildarfólk til hesa
grein er Naena Danielsen. Naena er eitt fróðarfólk, ikki minst tá ið tað kemur til ættarsøgu. Hon
hevði eisini fleiri áhugaverdar ættargreinir úr Gøtu í FF-blaðnum, ta tíð tað var
Óli Jacobsen
olij@sosialurin.fo
Hvítanes um 1900 teknað av Ingálvi av Reyni eftir gamlari ljósmynd
➘
Naena Danielsen er heimildarfólk til hesa frásøgn