Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-12, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. november 2008síða 14

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

MIÐvIkan 22 nr. 218 • 12. nov. 2008 Mikkjali. Har var stova, roykstova og fjós í endanum. Inngongdin var ikki gjøgnum fjósið, men hurð var úr roykstovuni út hagar. Kona Mikkjal var úr Kaldbak, frá Á, framman úr Stovu, og æt Maria. Uppi í Túni Nú koma vit til húsini uppi í Túni. Fyrst eru húsini hjá Jákupi. Har kom man fyrst inn í fjósið, so í roykstovuna, og har var eisini lítil stova. Kona Jákup var úr Kollafirði og æt Súsanna. Hjá Jógvani var eisini so mikið av jarðarmuni, at neytini stóðu í kjallaranum. Har var roykstova, kamar og stova, ið var meira rúmlig men lág. Konan Anna Lísbetta var av Skælingi. Brutu upp um armar Hetta eru menn, ið hava brotið upp um armar og eru farnir undir hetta ódnartak við stórum treysti, meðan teirra konur við børnum vóru eftir í Kollafirði. Teir bygdu fyrst eini hús niðri á Mølini, helst av grót og flag. Har kundu teir húsast saman, meðan teir lagaðu garðarnar, og teir vóru langir, og teir bygdu síni egnu hús. So skuldi jørðin býtast, og so væl varð býtt, at ongantíð hoyrd­ ist nakað klandur um tað teirra millum. Teir býttu, sum lendi var til. Uppi í dalinum var ein tjørn, sum teir veittu vatn úr heilt oman í mølina. Hetta var eitt stórt tak, so allir hava nokk verið saman um tað. Dalurin er tann besta jørðin á Hvítanesi, og hon bleiv býtt millum allar. At byrja við høvdu teir ikki nokk av tøðum. Eingin tari legði upp á Hvítanesi, men á Sandvíkum skóru teir tara í tí fyrra buginum. Teir førdu taran oman á Hvítanes við báti ella bóru hann gjøgnum Sandvíkarrókina. Tað var langt at bera og hartil illgongt. Húsið niðri í Mølini bleiv seinni nýtt til sornhús. Enn seinni komu tvey sornhús afturat, ið stóðu oman móti lendingini. At koma inn í gjónna, har lendingin var, var ikki lætt hjá honum, sum ikki var kendur, tí har lógu boðar út fyri. Í stovu­ vindeyganum hjá Mikkjali høvdu tey altíð ljós brennandi, tá ið menn vóru á útróðri. Tá ið hetta ljósið í vindeyganum kom undan, hildu teir á inn eftir. Tiltiknir smiðir Tað vóru hegnismenn, ið bygdu Hvítanes, og tað sama var við fleiri av eftirkomarunum. Fleiri vóru smiðurnar og eldneistarnir fuku frá, og sást hetta serliga væl í myrkri. Høvuðssmiðurin var gamli Jákup, sum var ættaður av Miðgerði. Hann fekk sær smiðju og var tiltikin góður smiður. Stinu Dánjal, sonur Díðrik, var eisini stak góður smiður, bæði til jarn og træ. Hann bygdi eisini bátar. Christian, sonur ein niðursetu­ monnunum, smíðaði mest fyri handilin hjá Sam Olsen í Havn. Tað var nógv líggjar, knívar og tílíkt, hann gjørdi. Fólk kom nógva staðni frá at fáa ymiskt smíðað ella umvælt. Hetta kundi vera jarnpottar, ið høvdu mist eitt bein, og so kom hol á. Hvítanes Jóannes, ið flutti til Vestmanna, var eisini tiltikin smiður. Tað einu tíðina vóru tríggjar smiðir á Hvítanesi, so har bleiv nógv jarnsmíð greitt úr hondum. So var tað eisini ullin. Har varð bundið og spunnið. Onkur bant fínar handskar at selja í Havn. Í 1837 komu so konur og børn teirra í húsini, og nú var Hvítanes grundað. Ein nýggj bygd í Føroyum var veruleiki. Nú byrjaði gerandisdagurin, so hvørt sum tey fluttu inn. Hetta var teirra bygd, og tey vóru góð við hana. Hetta var alt stríðið og knossið vert. Naena lýsir ta tíðina, tá ið seks húski settu seg niður á berar steinar á Hvítanesi millum annað við brotum úr bókini hjá Janus Mohr “Lív og Lutir”. Tað er faðir hansara Olaf Mohr í Hoyvík, ið so nágreiniliga hevur sagt honum frá um viðurskiftini á Hvítanesi. Har er nógv annað forvitnisligt tilfar bæði frá Hoyvík og Hvítanesi frá teirri tíðini. Hendan bókin er ein sonn perla. Daniel Petersen: Ein av niðursetumonnunum Henda frásøgnin skal vera um ein av niðursetumonnunum Dánjal Petersen og ætt hansara frá tí, hann sum nýgiftur saman við konuni Elsubu setti búgv á Hvítanesi. Daniel Petersen var føddur á Miðgerði umleið 1794. Pápi hansara var Pætur í Jósanstovu í Hesti. Hann fekk festið við tað, at Knút Ellingsgaard, svágur hansara, váttaði, at hann hevði lært hann at pløga. Súsanna, mamma Dánjal, var dóttir tann viðgitna Ólav í Garði á Eiði. Dánjal hevði verið húskallur hjá Schrøter presti í Leirum í Hvalba, sum uttan iva hevur tikið væl undir víð búsetingina á Hvítanesi. Hann var bóndasonur úr Danmark og ógvuliga hugaður fyri jarðarbrúki, so Dánjal hevði lært nógv av honum. Dánjal giftist í Havn 23. 10 1837 við Elsubu Bærentdatter, (23.08.1803­1884) sum var fødd í Bø. Foreldur hennara vóru Berint Heinesen og Marie Niclasdatter. Tey búsettust við Kirkju í Miðvági. Berint var uppkallaður eftir abba sínum, Berent Schauten, sum var við hollendska eysturindiufararanum Westerbeck, sum gekk burtur undir Sunnbiarbjørgunum 2. september 1742 á ferð úr Djakarta í Indonesien til Hollands. Við í ferðini vóru 91 menn. Ein partur var hermenn á veg heim til Hollands eftir lidna tænastu. Berent kom fyri barn við gentu, sum arbeiddi í Jansagerði. Olaf Mohr sigur, at bøurin hjá Dánjali var tann best velti á Hvítanesi. Olaf sigur, at hann lærdi at velta av Dánjali. Hann var ofta uppi á Hvítanesi og hugdi eftir seyði. Tá dámdi honum so væl at eygleiða Dánjal, har hann stóð og velti. Olaf helt, at tað mesta hevur verið velt, áðrenn fyrsta ættarliðið hevði lagt árarnar inn. Hetta er undrunarvert, tí at bøurin er rættuliga stórur á Hvítanesi. Dánjal og Elsuba fingu fýra børn: Súsanne Marie Danielsdatter f. 1838 Peter Marius Danielsen f. 1840 Maria Sofie Danielsdatter f. 1842. Bærint Marius Frederik Danielsen f. 1847. Vanlukkan á Kaldbaksfirði Børnini vuksu øll til á Hvítanesi, men Dánjal og Elsuba blivu hart rakt við syrgiligu hendingini inn á Kaldbaksfirði seinnapartin í 19. øld. Bátur, ið var farin at fiska goggu við fýra monnum, var tikin av eini glaðu og hálvdist. Petur, sonur teirra, druknaði. Eisini dóttir teirra Maria misti mannin. Hon sat einkja við tveimum smábørnum. Hon var gift við øðrum av synunum hjá gamla Jákupi, ið æt Pól. Beiggi hansara Símun Pætur druknaði Jacob Jacobsen, sonur gamla Jákup, og Skála Hanus, versonur Lamba Poul Gomul bygdamynd. Lonin vinstrumegin á myndini er Uppi í Túni og lonin høgrumegin Niðri í Túni Niðri á Lending