mikudagur 12. november 2008síða 15
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 218 - 12. november 2008
15
nøvn
Tær smærru
bygdirnar stóðu
seg rættiliga væl við
kommunuvalið í
gjár. Í fleiri bygdum
gjørdust valevni úr
teimum smærru
bygdunum toppskor
arar –í Vatnsoyrum,
Lamba, Leynum
og Lopra. Aðrar
bygdir so sum Gjógv,
Selatrað, Dalur og
Válur fingu umboð í
kommunustýrini
Kommunuval
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Lokalt: Skal nakar persónur
takast burtur úr hesi mongd
ini, má tað vera Magnus
Rasmussen úr Lamba.
Sum ein politisk komét,
ið stillaði upp á fyrsta sinni,
fekk hann flestar atkvøður í
Runavíkar kommunu, hóast
hann skuldi kappast við
tríggjar av verandi býráðs
limum.
Magnus Rasmussen fekk
ikki færri enn 219 atkvøður,
og er ikki óhugsandi, at
hann kann gerast tann nýggi
býráðsformaðurin í trið
størstu kommunu okkara.
Við valið í Runavík varð
gjørt eitt stórt taktiskt
arbeiði fyri at fáa so breiða
umboðan
sum
gjørligt.
Sigast kann, at hetta eydn
aðist til fulnar:
Í býráðnum, sum tekur
við á nýggjárinum, eru
eisini umboð úr Rituvík og
úr Søldarfirði. Á Skála
stendur á jøvnum millum
tvey av valevnunum, men
greitt er kortini, at Skálafólk
fáa sín mann valdan í
Runavíkar býráð.
Úr øllum bygdum
Eisini í Sunda kommunu,
ið kanska ikki telist millum
tær allarstørstu kommunur
nar í fólkatali men heldur í
vídd, var talan um eina
breiða umboðan.
Í nývalda bygdaráðnum
eru umboð úr flestu bygdum
í kommununi – millum
annað úr Gjógv, Tjørnuvík,
Norðskála og Oyri. Har
aftrat kann nevnast, at tann
nýggi borgarstjórin, Kim
Durhuus er úr Hósvík og
eftir ætlan verður Guðrið
Samuelsen úr Haldórsvík
varaborgarstjóri.
Í Tórshavnar Kommunu
hendi eisini tað serstaka, at
tvær av teimum smærru bygd
unum fingu umboð vald.
Serligur spenningur var í
Kollafirði, har Vagnur Jo
hannesen vantaðu bert seks
atkvøður í at verða valdur
seinast. Hesaferð fekk hann
eitt sera gott úrslit og varð
valdur við 286 atkvøðum á
fólkaflokslistanum.
Sama hendi á Velbastað,
har Anfinn Brekkstein varð
valdur sum einasta umboð
fyri Sambandsflokkin við
262 atkvøðum. Eitt annað
serstakt í hesum sambandi
er, at hann var í síni tíð
granni við eitt annað umboð
í býráðnum, Marin Katrinu
Frýdal sum nú býr í Havn
og er vald í býráðið fyri
Tjóðveldi.
Toppskorari
úr Leynum
Í
Klaksvík
var
stórur
spenningur um valið, nú
fíggjarliga støðan hevur
víst seg at vera rættiliga
vánalig.
Óhugsandi var ikki, at
tað fór at enda við eini
rættiliga stór útskifting og
so varð. Ein av teimum
afturvaldu var Atli Justinus
sen úr Árnafirði sum saman
lagt fekk 130 atkvøður á
fólkaflokslistanum.
Hin
vegin er ikki óhugsandi, at
Trøllanes eisini fær sítt
umboð í kommununa:
Í løtuni er Signhild Joen
sen nr. 3 á listanum, og fer
Eyðgunn Samuelsen at velja
løgtingið framum, kemur
Signhild inn sum eykalimur
á javnaðarlistanum.
Í
Sjóvar
kommunu
eydnaðist tað fólkinum í
vestastu bygdunum at fáa
eitt umboð valt, nevniliga
Súsannu
Andreasen
á
Selatrað, sum fekk 62
atkvøður. Við undanfarna
val hevði Kolbeinagjógv
sítt umboð, men hesaferð
stillaði Meinhard Jacobsen
ikki uppaftur.
Sumbiar kommuna fevnir
eisini um bygdirnar Lopra
og Akrar. Her hendi tað, at
Brynleif Bech úr Lopra
gjørdist toppskorari við 40
atkvøðum.
At enda kann verða nevnt,
at Soffi Egholm í Leynum
gjørdist
toppskorari
við
valið til Kvívíkar kommunu
við 53 atkvøðum, og at
Tórarin
Didriksen
av
Válunum varð valdur við
37 atkvøðum.
Gott val hjá smærru bygdunum
Miðvágur: Eg trúgvi at
fólk hava sett prís uppá, at
eg eri ein typa sum vil hava
nakað at henda!, sigur
borgarstjórin í Miðvági.
Við hetta valið gjørdist
hann nevniliga fyrstvaldur í
teirri
nýggju
Vága
kommunu, ið fevnir um
bygdirnar
Vatnsoyrar,
Miðvág og Sandavág.
Tað serstaka við hesum
er, at Jóhannes er búsitandi
í minstu bygdini í komm
ununi, Vatnsoyrum, har tað
bert búgva 56 fólk. Leggjast
kann aftrat, at hann er ikki
tann fyrsti borgarstjórin úr
bygdini í teirri fyrrverandi
Miðvágs kommunu.
Jóhannes Klein er heldur
ikki tann einasti bygda
ráðslimurin úr eini lítlari
bygd, sum gjørdi eitt gott
val í gjár. Fleiri dømi eru
um hetta sama, og verður
víst á tað aðrastaðni á
síðuni.
Í politikki haldi eg tað
sum eg lovi, og royni altíð
at arbeiða breitt og ikki taka
ein ávísan bólk burturúr,
sigur Johannes Klein, sum
tó leggur dent á, at hann
hevur eitt serligt hjarta fyri
teimum ungu familjunum.
Hóast
framúr
góða
valúrslitið,
liggja
stórar
avbjóðingar fyri framman í
nýggju kommununi. Ein av
teimum av trupulleikin við
flakavinnuni, sum millum
annað hevur ført til at
flakavirkið í Miðvági lat
aftur tíðliga í summar og
framvegis er afturlatið.
Tað eru fleiri sum eru
áhugaðir at keypa virkið.
Men prísurin er enn so
høgur, at tað tykist verða
trupult hjá teimum at fáa
tað at bera seg, slær borgar
stjórin fast.
Hann sat annars sum
vanligur bygdaráðslimur í
bygdaráðnum, men tók við
starvinum sum borgarstjóri
í vár, tá undangongumaður
hansara gjørdist sjúkur og
segði starvið frá sær.
- Eg vil hava nakað at henda
Við valið í Kvívík eydnaðist tað teimum smærru bygdunum at fáa tvey umboð í bygdaráðið
– Tórarin Didriksen av Válunum og Soffi Egholm úr Leynum, sum fekk flestar atkvøður við valið
Mynd: Jens Kristian Vang
Hans Jørgensen ynskir
Jóhannesi Klein (sitandi)
tillukku við valinum.
– Her er nógv hent, men
nógv er eftir at gera í
nýggju kommununi, sigur
hann
Mynd: Jens Kristian Vang