mikudagur 12. november 2008síða 16
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16 tíðindi
Nr. 218 - 12. november 2008
- Eg eri ikki nøgd
við, at vit bert fingu
tvey umboð av sjey í
bygdaráðið. Eg dugi
heldur ikki at síggja,
at úrslitið hevði
verið øðrvísi, um
vit høvdu kvinnur
á almenna listanum
umframt lista B, sum
bara var mannaður
við kvinnum, sigur
Jansy Olsen, sum
er forkvinna í Tofta
Kvinnufelag
Kommunuval
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Tveir listar vóru til komm
unuvalið í Nes kommunu
hesaferð, listi A, sum varð
gjørdur á almennum fundi í
Tofta skúla – og listi B, sum
var ein reinur kvinnulisti.
Tá leið móti middegi, var
líkt til, at undirtøkan fyri
valinum fór at vera heldur
minni hesaferð enn á vali
num fyri fýra árum síðan.
Men sum seinnaparturin
leið, kom rættilig ferð á, at
nógv fólk streymaðu í høl
ini at velja.
Tilsamans 894 fólk høvdu
valrætt í Nes kommunu, og
tá hølini lótu aftur, høvdu
758 fólk greitt avkvøðu,
sum svarar til 84,8%.
Símun gott val
Listi A, har eitt nú sitandi
borgarstjóri,
Símun
Jo
hannesen,
Petur
Jacob
Petersen (Dakku) og Súni í
Hjøllum, vóru á, fekk
tilsamans 525 atkvøður,
meðan listi B, sum bara var
mannaður við kvinnum,
fekk 231 atkvøður
Úrslitið gjørdist, at listi A
fekk fimm umboð og listi B
tvey.
Tey, sum vórðu vald á
lista A, vóru Símun Jo
hannesen (94), Petur Jacob
Petersen
(81),
Súni
í
Hjøllum (77), Jóhannus
Danielsen (72) og Jákup
Martin Kjeld (58).
Á lista B vórðu Elin á
Torkilsheyggi (61) og Sun
fríð Jacobsen (47) valdar.
Sitandi borgarstjóri hevði
soleiðis eitt rættiliga gott
val, og tá havt verður í
huga, at Jonna Joensen,
sum býr saman við beiggja
hansara,
eisini
var
á
kvinnulistanum, var valið
ikki minni gott.
Petur
Jacob
Petersen
hevði eisini eitt gott val,
eins og Súni í Hjøllum, sum
leingi hevur verið uppi í
kommunalpolitikki og ser
liga hevur sett síni spor í
teknisku nevnd, eisini varð
afturvaldur.
Misnøgdar kvinnur
Meðan upptelingin fór fram
í valhølunum á Toftum,
vóru nakrar kvinnur inni á
gólvinum, og millum hesar
var Jansy Olsen, sum er ein
stríðkvinna
fyri
øktum
leikluti hjá kvinnum. Jansy
var ikki sjálv á lista B, men
eingin ivi er um, at hon
hevur havt ein virknan
leiklut uppundir valið.
Jansy segði seg ikki vera
nøgda við kommunuvalið,
har talið av kvinnum gjørd
ist tvær av sjey bygdaráðs
limum.
Nei, eg eri ikki nøgd,
men dugi heldur ikki at
síggja, at úrslitið hevði verið
øðrvísi, um vit høvdu kvinn
ur á almenna listanum um
framt lista B, sum bara varð
mannaður við kvinnum.
Tóku seg av
Tá almenni listin varð
gjørdur í skúlanum á Toft
um fyri valið, vóru umleið
70 fólk á fundi, og her
vórðu fýra kvinnur at
kvøddar inn á almenna
listan.
Men, sum dagarnir gingu,
gjørdu
kvinnurnar,
sum
vóru komnar á henda listan,
av at taka seg av aftur og
skipa sín egna lista.
Soleiðis var eingin kvinna
á almenna listanum, tá
samanumkom.
Jansy dugir tó ikki at
síggja, at tað hevði broytt
nakað upp á kvinnuligu
umboðanina,
um
fýra
kvinnur vóru á almenna
listanum – og at listi B var
ein reinur kvinnulisti.
Nei, tað trúgvi eg ikki
hevði
gjørt
tann
stóra
munin, sigur ein heldur
vónsvikin Jansy Olsen.
Borgarstjóri styrkti sína støðu
Valluttøkan til kommunuvalið í Nes kommunu var 84,8%
Mynd: Vilmund Jacobsen
Sitandi borgarstjóri í
Nes kommunu, Símun
Johannesen, fekk 94 atkvøður
á kommunuvalinum, sum
má sigast at vera eitt rættiliga
gott val
Mynd: Vilmund Jacobsen
Nógvar hugnaligar løtur eru í valhølunum ein langan valdag, og viðhvørt rungar látur
Mynd: Vilmund Jacobsen