Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-12, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. november 2008síða 17

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 218 - 12. november 2008 17 tíðindi 45 ára gamli lamba­ maðurin Magnus Rasmussen gjørdist tann stóri sigurðs­ harrin á kommunu­ valinum í Runavíkar kommunu í gjár Kommunuval Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo - Hetta er fyrstu ferð, eg stilli upp til kommunuval. Eg hevði vónað, at pláss fór at vera fyri mær í býráðnum, men at eg fór at fáa so stóra undirtøku, kom púrasta óvart á meg. Tað sigur 45 ára gamli lambamaðurin, Magnus Rasmussen, sum á býráðs- valinum í Runavíkar komm- unu í gjár gjørdist topp- skorari millum øll valevnini við tilsamans 219 atkvøðum. Næstur honum í per- sónligum atkvøðum – og á sama lista, lista A – gjørdist Beinta Olsen, sum fekk 162 atkvøður. Úr øllum økinum Magnus heldur, at hann hevur fingið atkvøður úr øllum økinum í Runavíkar kommunu – og ikki bara úr Lamba og miðøkinum. - Atkvøðutalið er Lamba er ikki so stórt, og tí eru atkvøður komnar úr fleiri økjum, sigur hann. Á býráðsvalinum hesa- ferð stillaði Hans Jacob Lamhauge í Lamba ikki uppaftur. Hann hevur sitið í býráðnum í tilsamans átta setur út í eitt, og seinastu tvey árini hevur hann verið borgarstjóri í kommununi. - Jú, eg havi helst fingið nakrar av atkvøðunum, sum Hans Jacob plagdi at fáa, ásannar Magnus, sum ann- ars er lærari við Runavíkar kommunuskúla. Ikki dýrt val Vit spurdu eisini topp- skoraran, um hann hevur gjørt nógv burtur úr undan valinum. - Nei, eg havi ikki leikað so nógv í. Eg havi skrivað tvær greinar í bløðunum, og eg havi sent ein faldara í húsini. Haraftrat var eg við á tveimum valfundum undan býráðsvalinum. Hann sigur, at hetta hevur ikki verið nakað kostnaðar- mikið valstríð fyri seg, og hann vísir á, at hann eitt nú eingi sms hevur sent, sum annars er vorðið ein partur av valstríði. Magnus er giftur Eydnu, sum er úr Fuglafirði, og tey eiga ein drong (13) og eina gentu (10). - Í valstríðnum havi eg serliga lagt dent á tann fíggjaliga partin, eins og eg havi lagt dent á umhvørvi og útjaðaran í kommununi. Hann sigur, at útmeldingin um útjaðaran í kommununi, sum nú fevnir um eitt nógv størri øki enn áður, ivaleyst hevur havt sína ávirkan á atkvøðutalið kring um í bygdunum. - Annars er ilt at siga, hvør høvuðsorsøkin er til, at eg fekk so stóra og púr- asta óvæntaða undirtøku, leggur Magnus aftrat. Borgarstjóri Seinni í dag verður fundur um, hvussu nýggja býráðið í Runavíkar kommunu skal skipa seg. - Tað eri eg, sum taki stig til hendan fundin, og málið hjá mær verður at fáa í lag eitt so gott samstarv í nýggja býráðnum sum gjørligt. Vit spurdu eisini Magnus, um hann tekur við býráðs- formansstarvinum, um tað kemur at standa honum í boði. - Um eg fái hetta høvi, taki eg av, sigur toppskorarin avgjørdur. Valið kom púra óvart á Magnus Soleiðis verður Runavíkar býráð mannað Kommunuval Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Tað vóru tríggir listar til býráðsvalið í Runavíkar kommunu hesaferð, listi A við fólki, sum serliga búgva í miðøkinum í kommununi, listi B við fólki á Skála og í smáu bygdunum norðanfyri í Eysturoy, sum nú eru partur av Runavíkar kommunu – og so listi C, ið var ein søldfjarðarlisti. Listi A fekk sjey umboð: Magnus Rasmussen (219), Beinta Olsen (162), Bjarni Kjeld (128), Anfinn Langgaard (112), Sæunn Ólavsdóttir Hansen (111), Kristian Gaardbo (93)og Kári Jacobsen (86). Listi B fekk trý umboð: Klæmint Østerø (117), Karl Rasmussen (108), Hans Jákup Johannesen (95) og Bárður K. Nielsen (95). Um tað stendur á jøvnum millum Hans Jákup Johannesen og Bárð K. Nielsen, sum á valinum høvdu 95 atkvøður í part, verður lutakast millum teir báðar. Listi C fekk eitt umboð: Fríðbjørg Weihe (86). Av teimum 11 býráðslimunum í Runavíkar býráð, stillaðu bert trý uppaftur á valinum hesaferð. Hans Petur Ellingsgaard, sum hevur sitið í býráðnum í mong ár, fall á valinum hesaferð. Klæmint Østerø og Kristian Gaardbo, sum eisini sótu í undanfarna býráð, vórðu báðir afturvaldir. Nýggja býráðsmanningin í Runavíkar kommunu telir átta nýggj andlit, harav toppskorarin, Magnus Rasmussen, ongantíð hevur verið uppstillaður áður Hann er púrasta ovfarin av góða valinum, har hann fekk tilsamans 219 persónligar atkvøður. – Stendur mær í boði at gerast borgarstjóri, taki eg av, sigur Magnus Rasmussen