mikudagur 12. november 2008síða 18
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 218 - 12. november 2008
tíðindi
Tá nýggja kommunu
stýrið í Eystur komm
unu, ið verður sett á
stovn fyrsta januar,
verður talan um eina
serliga støðu. Tað
varð nevniliga bara
ein gøtumaður valdur
í gjár
Kommunuval
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
Tá endaliga úrslitið lá greitt
fyri Eystur kommunu vóru
tað, at síggja til seks leir
víkingar og 3 gøtufólk vald.
Hetta kundi borið brá av
onkrum, sum líkist eini
skjótari samansjóðing, men
helst er tað ikki heilt soleið
is. Heldur mann vera talan
um atkvøður, ið tilvildarliga
hava passa seg soleiðis.
Av teimum trimum, ið
eru vald, sum búgva í Gøtu,
eru tvey í eini serligari
støðu. Bæði Hans Mouritz
Foldbo og Hanna Jensen
eru uppvaksin í Leirvík og
síggja seg ofta sum leirvík
ingar. Hetta hevur so við
sær, at Tollakur Joensen
verður
einasti
veruliga
skurin í Eystur kommunu.
Borgarstjórarnir
valdir
Bæði Fríðgerð Heinesen og
Hans Mouritz Foldbo vórðu
í gjár afturvald, og áhugavert
er um nakar av hesum verð
ur borgarstjóri, tí hvørgin
av teimum var á Tjóðveld
islistanum, sum gjørdist
størsti listin við trimum
kommunustýrislimum.
Men
sambært
Fríðgerð
Heinesen, taka fólk ikki tað
politiska so tungt.
Tað kann vera, at nøkur
hava flutt eftir flokkinum, men
nú tey flestu velja onkran
ávísan persón og leggja ikki so
nógv í, hvør flokkur tað er,
sigur Fríðgerð Heinesen.
Helst yngst valdu
Tað kundi meira enn so
hent seg, at Eystur komm
una eisini hevur yngsta
kommunustýrislimin
í
landinum, tí bert 20 ára
gamla
Elin
Vatnhamar
Olsen, var sambært seinastu
tølunum, níggjundi og sein
asti limurin í stýrinum fyri
Eystur kommunu.
Í Eystur kommunu var
ikki langt ímillum fólkini. Í
summum førum var talan
bert um eina atkvøðu, sum
skilti.
Erik Lervig, formaður í
valnevndini, greiðir frá, at
atkvøðurnar verða taldar
umaftur í dag, so ongin ivi
verður um fólkini.
1185 fólk vóru á vali í
Eystur kommunu og 1404
hava valrætt.
Bert ein
gøtumaður
í Eystur
kommunu
Í Runavík eru nógv
nýggj fólk vald.
Arnfinn Langaard
er ein av hesum,
og hann metir
Magnus Rasmussen
vera favoritt til
borgarstjórasessin
Kommunuval
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
Magnus
Rasmussen
úr
Lamba verður mettir at vera
favorittur til borgarstjóra
sessin í Runavík. Eisini er
áhugavert, at sera nógv
nýggj fólk eru vald í komm
ununi. Sjey av teimum ell
ivu eru úr gomlu Runavíkar
kommunu, meðan hini fýra
er spreidd kring bygdirnar.
Ein, ið er valdur fyrstu
ferð í Runavík er Arnfinn
Langaard. Hann var sera
fegin í gjár, og nógv fýrverk
varð skotið úr túninum hjá
honum.
Eg eri bankamaður, so
tað verður helst mest fíggjar
politikkinum eg fari at ar
beiða við. Eg roknaði næst
an við at koma inn, tí tá eg
var liðugur at reka, sá rætti
liga gott út, sigur Arnfinn
Langaard.
Arnfinn Langaard gjørdi
sum nógv onnur í gjár, og
beyð fólki heim til sín, til
ein bita og okkurt leskandi.
Eg havi sagt á arbeiðs
plássinum, at eg ikki komi
til arbeiðis fyrrapartin í
morgin, flenti Arnfinn Lang
gaard í gjárkvøldið.
Arnfinn Langaard beyð, sum
nógv onnur, fólki heim til sín
í gjár. Her stendur konan og
pískar róma
Nógv nýggj í Runavík
Tollakur Joensen, uttast til vinstru, er einasti veruliga gøtumaðurin í kommunustýrinum í Eystur kommunu
Mamma Elina V. Olsen var errin í gjár, tá 20 ára gamla
dóttirin varð vald í kommunustýrið
Nývaldi Arnfinn Langaard var
ein sera fegin maður í gjár
800 tons av sild
Beinir fór at sigla í gjárkvøldið við 800 tonsum
av sild. Beinir fer at landa í Skagen, skrivar
bkv.fo. Hetta er somuleiðis seinasti túrurin fyri
jól. Tað er gott veður á leiðini.