Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-12, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. november 2008síða 19

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 218 - 12. november 2008 19 tíðindi Eitt navn kom ofta fram, meðan tey taldu atkvøðurnar upp við Gjógv. Sofus D. Johannesen fekk nevniliga tveir triðingar av øllum atkvøðunum við Gjógv í gjár Kommunuval Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo - Vit plaga ikki at rópa. Tað kunnu tey gera í Havn, og fólk hava eisini havt kjansin allan dagin, sigur Ester Nónsgjógv, ið er forkvinna í valstýrinum við Gjógv. So staðfest er, at gjáarfólk ikki gera so nógv við júst tann partin um afturlatingartíð. Við atkvøðukassanum gera tey hinvegin nógv burturúr. Klokkan var ikki meira enn farin av átta. Eini tíggju fólk vóru inni í hugna- liga skúlanum við Gjógv. At gita aldurin á fólkunum er torført, men vist er, at talan mest var um eldri fólk, hóast tvey børn eisini høvdu funnið sær vegin inn í valhølið. Tá Ester Nónsgjógv byrj- aði at lesa nøvnini á teim- um, ið gjáarfólk valdu. Var tað serliga eitt navn, sum gekk aftur. Sofus D. Jo- hannesen, so illa kann ger- ast annað enn at staðfesta, at gjáarfólk velja lokalt. Hinvegin eru tað ikki bert gjáarfólk, ið velja Sofus, tí tá alt var talt vóru bara helmingurin av atkvøðunum hjá honum frá Gjógv. Sofus kann tískil síggja fram til fýra ár afturat í kommunupolitikki. Hann hevur millum annað verið borgarstjóri við Gjógv áðrenn bygdin fór uppí Sunda kommunu. Tað eru 36 fólk, ið hava valrætt við Gjógv. 29 av hesum vóru á vali í gjár. Á Eiði gjørdist Rólant Poulsen toppskorari við 53 atkvøðum, og sambært honum sjálvum verður hann maðurin, ið skal fylla skógvarnar hjá Tordi J. Niclasen Kommunuval Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Á Eiði var lítil broyting. Fimm, sum vóru í bygda- ráðnum eru afturvaldir og tað gevur pláss fyri tveimum nýggjum. Nýggju fólkini eru Hans Jákup Johansen og Annvør Jacobsen. Seinna nevnda hevur verið í bygda- ráðnum fyrr, meðan tað er fyrstu ferð Hans Jákup Johansen er valdur. Stóra stríðið í dag, er helst um borgarstjórasessin. Fýra eru valdir av sama lista, og tí kundi væl hugs- ast, at hesin listi fær borg- arstjórasessin. Millum hesar fýra, eru helst allir, ið kundu hugsað sær at verið borgarstjórar, hóast onkur fyrr hevur bor- ið seg undan. Helst verður endaliga stríðið millum Anfinn Kruse og Rólant Poulsen, sum báðir sýnast ynskja sær sessin heilt nógv. - Eg ætli mær at vera borgarstjóri, tá mann fær mest atkvøður á størsta list- anum, er tað nokk so upp- lagt, at mann verður borgar- stjóri, sigur Rólant Poulsen, ið fekk flestar atkvøður í Eiðis kommunu. Sambært Rolanti Poulsen verða fyrstu málini at gera arbeiðini, ið eru í gongd lið- ug og at finna útav, hvat landspolitikkararnir vilja við kommunusamanlegg- ingum og uppgávum til kommununa. Á Eiði var valluttøkan umleið 86 prosent. Lítil broyting á Eiði Gjáarfólk velja lokalt Fráfarandi borgarstjórin á Eiði, Tordur J. Niclasen var millum tey seinastu at greiða atkvøðu í gjár Rólant Poulsen og konan, Magnina. Rólant gjørdist toppskorari á Eiði Klokkan var júst farin av átta, tá Ester Nónsgjógv lat atkvøðukassan við Gjógv upp Soleiðis sá út við Gjógv, hvørja ferð Sofus D. Johannesen fekk eina atkvøðu David valdi fyrstu ferð 578 útlendskir ríkisborgarir kundu velja á kommunuvalinum í gjár. 393 av hesum høvdu valrætt fyrstu ferð, tí teir eru ríkisborgarar í londum uttan fyri norðurlond. Í einum yvirliti frá innlendismálaráðnum sæst, at 48 av hesum eru úr Stóra Bretlandi. Ein av teimum er skotin David Findleton. Suðuroyarportalurin var við, tá 44 ára gamli lastbilaførarin av Tvøroyri var á vali fyri fyrstu ferð í Føroyum. David er ættaður úr miðskotsku bygdini Fife. 22. novembur í ár eru 22 ár liðin síðan, at David á fyrsta sinni kom til Føroyar. David er kendur millum tvøráfólk sum ein raskur og framfýsin maður, ið hevur sínar avgjørdu meiningar um ymisk viðurskifti. Tó hevur hann ongantíð havt valrætt. David hevur ongantíð havt tann stóra áhugan í landspolitikki, men nærdemokratiið hevur hansara áhuga, og tí var tað ein stórur dagur fyri hann, at hann slapp á kommunuval. Hann sigur, at nú kennir hann seg at hava ávirkan á viðurskiftini í tí býi hann sjálvur býr, virkar og hevur familju í. - Tað hevur stóran týdning fyri fólkaræði, at øll sum búgva og virka í nærdemokratiinum eisini sleppa til orðana 4. hvørt ár, tá kommunustýri skulu veljast, sigur David Findleton við Suðuroyarportalin.