Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-12, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. november 2008síða 20

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 tíðindi Nr. 218 - 12. november 2008 Tey nývaldu umboðini í Sunda Kommunu gjørdu skjótt av, tá tey skul­ du skipa seg. Longu klokkan 23.30 í gjár høvdu tey skipað seg, við Kim Durhuus úr Hósvík sum borgarstjóra og Guðrið Samuelsen úr Haldórsvík sum vara­ borgarstjóra Kommunuval Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Nývalda bygdaráðið í Sun­ da Kommunu bíðaði ikki leingi við at skipa seg. Tríggir listar vóru upp­ stillaðir til kommunuvalið, og vann listi C við Kim Dur­ huus á odda valið við fimm umboðum. Listi A við Guðr­ ið Samuelsen á odda fekk fýra umboð, meðan listi B fekk tvey umboð við Thord­ is Dahl Hansen á odda. So skjótt valúrslitið varð greitt, savnaðust valdu umboðini á ymisku listun­ um og fóru undir samráð­ ingar. Samráðingarnar gin­ gu skjótt og smidliga fyri seg, og skipaðu tey seg við Kim Durhuus úr Hósvík sum borgarstjóra og Guðrið Samuelsen úr Haldórsvík sum varaborgarstjóra. Breið semja var millum allar bygdaráðslimirnar um at býtið skuldi verða soleiðs. Kim Durhuus er ikki ókendur innan kommunu­ politikk. Umframt at hann seinastu fýra árini hevur sitið sum bygdaráðslimur í Sunda Kommunu, sat frá 1989 til 1993 sum bygdar­ ráðslimur í Hósvíkar Kommunu, umframt at hann eitt stutt tíðarskeið sat sum bygdarráðsformaður frá 1.januar 1994, men fór frá, tá hann í august 1994 flutti til Danmarkar. Hann hevði tá sitið hálvtfimmta ár í Hósvíkar Kommunu. Hevur skapt rembingar Kim Duurhus er 41 ára gamal og býr í Hósvík saman við unnustuni Anniku Jacobsen, og hava tey trý børn. Kim Durhuus hevur seinastu nógvu árini arbeitt sum sjálvstøðugur vinnu­ rekandi, har hann hevur virkað sum bindilið millum fiskaseljarar og fiskakeyp­ arar. Síðan Kim Durhuus flutti aftur til Føroya í 2003, hev­ ur hann skjótt arbeitt seg uppeftir og hevur av álvara gjørt um seg. Í 2004 varð hann valdur inn sum bygdarráðslimur á sama lista sum fráfarandi borgarstjórin Heðin Zachari­ assen, ið gjørdi av ikki at stilla uppaftur. Í 2006 var Kim Durhuus nógv frammi í miðlunum, tá hann kom sum ketta úr høvdatroði og varð valdur til stýrisformann í SEV, tá hann og meirilutin í stýri­ num høvdu mist álitið á sitandi stýrisformannin, Leiv Hansen, fyri síðani at siga Klæmint Weihe úr starvinum sum stjóra fyri SEV. Sera nógv varð gjørt burturúr, men endin varð at Kim Durhuus og meirilutin eftir sera drúgt stríð, ikki megnaði at fáa táverandi stjóran í SEV, Klæmint Weihe, frá. Eftir ársskiftið tekur Kim Durhuus við eftir Heðin Zachariassen sum borgar­ stjóri í Sunda Kommunu. Standa saman Í stuttari viðmerking sigur Kim Durhuus í morgun, at eitt av aðalmálunum hjá honum er at fáa skil á fíggjarstýringina í Sunda Kommunu. Afturat tí sigur hann at har er nokk at taka í, og at hann gleðir seg at sleppa til verka. Nývaldu bygdaráðs­ limirnir í Sunda Kommunu hava ikki skipað seg sum meiriluti og minniluti, men taka øll undir við tí býtinum, ið er gjørt, og er talan tí um eina breiða samgongu, sum fevnir um allar bygdarráðs­ limirnar. Sunda Kommuna sá dagsins ljós 1. januar í 2005. Bygdir í kommu- nuni: Hósvík, Hvalvík, Streymnes, Saksun, Langasandur, Haldórs- vík, Tjørnuvík, Oyri, Oyrarbakki, Norðskáli og Gjógv. Fólkatal: uml. 1600 Vídd: 157,5 km2 Skattaprosent: 20,6 FAKTA Kim Durhuus borgarstjóri í Sunda Kommunu Nýggja bygdarráðið Borgarstjóri: Kim Durhuus Varaborgarstjóri: Guðrið Samuelsen Fíggjarnevnd: Kim Durhuus, Sofus Debes Johannesen, Sigrid Christensen, Asbjørn Djurhuus, Hans Dávid Dam Sosiala nevnd: Sigrid Christensen, Asbjørn Djurhuus, Trygvi K. Joensen Mentanarnevnd: Thordis Dahl Hansen, Sofus Debes Johannesen, Elsa Andreasen Umhvørvisnevnd: Finnbogi Midjord, Thordis Dahl Hansen, Elsa Andreasen Byggi-/býarskipanarnevnd: Trygvi K. Joensen, Hans Dávid Dam, Finnbogi Midjord, Guðrið Samuelsen, Mag- nus Pauli Dahl Olsen Fráfarandi bygdarráð Heðin Zachariassen, borgarstjóri Árni M. Dam, varaborgarstjóri Asbjørn J. Djurhuus, bygdaráðslimur (afturvaldur) Guðrið Samuelsen, bygdaráðslimur (afturvald) Jana Mouritsen, bygdaráðslimur (afturvald) Jógvan Mørkøre, bygdaráðslimur Jónleif Samuelsen, bygdaráðslimur Kim Durhuus, bygdaráðslimur (afturvaldur) Kjartan S. Joensen, bygdaráðslimur Sofus D. Johannessen, bygdaráðslimur (afturvaldur) Trygvi K. Joensen, bygdaráðslimur (afturvaldur) SUNDA KOMMUNA Seinastu atkvøðurnar av Oyri, Oyrarbakka og Norðskála verða taldar Kim Durhuus tekur 1. januar við sum borgarstjóri í Sunda Kommunu eftir Heðin Zachariassen, ið valdi ikki at stilla uppaftur Innandurakapping í fótbólti í Vági Innandurðakapping í fótbólti verður í Vágs høll 29. og 30. november. Kappingin verður fyri unglingar, sum eru føddir í árunum 1987 til 1992. Vinnandi liðið fær eitt gávukort á 6.000,­ kr. Við hesum verður nú roynt at fáa tað stóru og vælumtóktu innandurðakappingina í Vági á føtur aftur, og málbólkurin er nú 16 til 21 ára gamlir unglingar. Fimm leikarar kunnu spæla inni í senn. Tó ræður liðið sjálvt fyri hvussu nógvir leikarar eru á hvørjum liði. Um kvøldið – aftan á kappingina ­ skipa fyrireikararnir fyri borðhaldi og dansi. Seinni um kvøldið verða besti spælari, besti málskjútti og besti málverji í kappingini heiðraðir. Kostnaðurin fyri fótbóltskappingina er 150,­ kr. fyri hvønn leikara (borðhald og dansur er ikki íroknað hesum gjaldið). Fyrireikarar vilja fegnir hjálpa leikarum norðaneftir at finna innivist í Suðuroynni. Kelda: www.sudurras.fo