Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-12, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. november 2008síða 21

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 218 - 12. november 2008 21 Andlát og jarðarferðir Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Mona Haraldsen, Vest­ manna, andaðist í heim­ inum mánadagin, 73 ára gomul. Ragnhild Hansen, Mið­ vágur, andaðist mána­ náttina, 96 ára gomul. Kistan fer av Sýnini mikudagin klokkan 18. Jarðarferðin verður úr Miðvágs kirkju hós­ dagin klokkan 14. Tey, ið vilja minnast Raghild, kunnu lata eina gávu til Miðvágs kirkju. Andlát og jarðarferðir Dagurin 12. november. Torkil. Teir vita ikki um nakað halgi­ menni við hesum navni, men tað er komið við í dansk­ ar álmanakkar frá 1725. Navnið er norrønt og er samansett av gudsnavninum Tórur, og Ketil, sum merkir hattur ella hjálmur. Sunnudagin 9. november doyði føroyavinurin og íslendingurin, Úlfur Hjörv­ ar, í heimi sínum í Keyp­ mannahavn. Úlfur varð borin í heim í Reykjavík 22. apríl 1935. Úlfur hevur skrivað og týtt ein hóp av verkum og fingið tey útgivin á ís­ lendskum ella flutt í útvarpi ella á leikpalli heima í Ís­ landi. Hann týddi bæði leik­ rit, skaldsøgur og yrkingar úr nógvum ymiskum mál­ um til íslendskt. Nevnast kunnu verk eftir Knut Hamsun, Tony Morrison, Karen Blixen, Poul Vad, Dario Fo, Sam Shepard, og William Heinesen Úlfur skrivaði sjálvur leikrit og stuttsøgur. Í 2002 gav hann út stuttsøgusavnið ”Sjö sögur”. Árini 1999­2005 búði Úlfur í Havnini, meðan kon­ an, Helga, var stjóri í Norð­ urlandahúsinum. Árini í Føroyum lærdi Úlfur seg føroyskt og kunnaði seg væl um føroysk viðurskifti m.a. serliga um nýggjar før­ oyskar bókmentir. Úlfur hevur hesi seinastu árini týtt fleiri føroysk verk til íslendskt eitt nú verk eftir Oddvør Johansen, Jóanes Nielsen og onnur. Úlfur Hjørvar verður jarðaður úr Dómkirkjuni í Reykjavík fríggjadagin 21. november kl. 15. Úlfur Hjörvar farin Her er ein mynd frá real­ skúlaframsýningini, sum Jórunn Dánialsdóttir skip­ aði fyri í Kommunuskúla­ num í Havn í 2007. Her er ein millumskúlaflokkur í Kirkjubø í 1941. Sum tað sæst á myndini, so hava tey øll fingið røtur. Vit kenna ikki øll á mynd­ ini, men nøkur av teimum eru: Lilly Lava Olsen, Else­ beth Winther, Maria (hjá Bedingsmeistaranum), Brynhild Eysturlíð, Torfinn Lambaa Olsen, Bette Samuelsen, Hervør Samuel­ sen, Mena Hansen, og Lena Juul. Um onkur hevur hug at ogna sær hesa mynd, ella veit meira um næmingarnar á myndini, er viðkomandi vælkomin at venda sær til Jórunn Dánialsdóttir á telefon: 226024. (mynd nr. 311) Myndaeigari: Duddan Thomsen Millumskúlaflokkur í Kirkjubø 1941