mikudagur 12. november 2008síða 22
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 218 - 12. november 2008
tíðindi
Vesturkirkjan var
stúgstappað, tá Blái
Krossur Føroya
leygarkvøldið skipaði
fyri stuðulskonsert
í sambandi við
bygging av nýggjum
blákrossheimi á
Nesi. Konsertin var
ókeypis, men skipað
varð fyri innsavning,
har 52.660 krónur
komu í kassan
TónleikaTilTak
Kári Mikkelsen
karim@sosialurin.fo
Myndir: Álvur Haraldsen
Enn vantar nógvur peningur
í til at fara undir at byggja
nýtt blákrossheim, men tað
fløvaði í kassanum, tá Blái
Krossur Føroya skipaði fyri
eini
sera
væleydnaðari
stuðulskonsert í Vesturkirkj
uni í Havn leygarkvøldið.
Fleiri kend nøvn vóru á
skránni. Til dømis Kristel
Lisberg og pápi hennara,
Jens Lisberg, sum tó ikki
upptraðkaðu saman, troba
dururin úr Vestmanna, Mart
in Joensen, og gospelkórið
VOX.
Blákrossheimið arbeiðir í
løtuni
undir
trongligum
umstøðum í einum stórum
sethúsum í Lynggøtu, har
búfólkini búgva í 23 mans
kømrum uttan wc og bað.
Øðrvísi verður, tá nýggja
heimið einaferð stendur
liðugt. Pláss verður fyri 14
búfólkum, sum tá fáa eina
kamar við wc og bað.
Húsið verður 795 fermet
rar stórt við einum stórum
felagsrúmi í miðjuni, haðani
beinleiðis atgongd er til
kømur, skrivstovurúm og
onnur rúm í húsinum.
Samlaða kostnaðarætlan
in er upp á 10 mió. krónur,
og í løtuni er eginpeningur
millum tvær og tríggjar
mió. krónur. Íroknað er
grundstykki og planering,
ið hevur eitt virði upp á
eina mió. krónur, sum Nes
kommuna hevur latið. Aðrir
stuðlar hava higartil latið
eina mió. krónur. Harafturat
er nakað av innsavnaðum
peningi.
Umframt kømur, skriv
stovur og felagsrúm, sum
eisini fer at virka sum
kantina og forsamligsrúm,
fer nýggja Blákrossheimið
at hava viðgerðarrúm og
eitt venjingarrúm.
Ætlanin var at fara í
gongd við byggingina longu
í fjør, men av ymsum orsøk
um lat hetta seg ikki gera.
Mest tí, at bankarnir settu
krøv um størri eginfígging,
sigur
Sverri
Steinhólm,
sum er formaður í Bláa
Krossi Føroya. Hann torir
ikki at seta tíð á, nær bygg
ingin kann fara í gongd,
men vónar, at tað verður
innan alt ov langa tíð.
Konsertin leygarkvøldið
var ókeypis, men skipað
varð fyri innsavning, sum
tilsamans gav 52.660 krón
ur.
Stappað kirkja til stuðulskonsert
Tað vóru helst eini 900 fólk í Vesturkirkjuni leygarkvøldið
Ásbjørn Berthelsen í hopla, her hann stjórnar teimum ungu
sangfuglunum í VOX
Kórlimirnir úr gospelkórinum VOX sluppu rættiliga
at royna seg – bæði sum kór, men eisini sum
bakgrundsrøddir hjá øðrum av sangarunum
VOX hevur 10 ár á baki. Fyrr í
ár høvdu tey jubileumskonsert í
Norðurlandahúsinum