týsdagur 4. september 2001síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 169 - 4. september 2001
Men enn hevur FCK
einki sagt. Talan er
bara um ynskilista
hjá Trevor Francis
ÚTISETAR
Jóannes Hansen
Skulu vit trúgva donsku
pressuni, sum hevur tíðind-
ini frá Birmingham Eve-
ning News, so er tað nógv,
sum bendir á, at Birming-
ham City, sum er eitt av
stóru feløgunum í næst-
størsta býnum í Onglandi,
er áhugað í at keypa fleiri
FCK spælarar.
Verjuspælarin, Thomas
Rytter sigst vera ein av
spælarunum, og so verður
tosað um ein sentralan mið-
vallara og ein álopsspælara.
Í pressuni verður sagt, at
miðvallarin
ivaleyst
er
Christian Poulsen, og við at
útiloka aðrar verður roknað
við, at Todi Jónsson er
álopsmaðurin, sum teir í
Birmingham eru áhugaðir
í.
Kendur venjari
Trevor Francis, sum í síni
tíð var ein góður álopsspæl-
ari í høgru á eingilska
landsliðnum,
er
fótbóltsbossur í Birming-
ham City, sum roynir at
stríðast fyri at sleppa úr
næstbestu og upp í bestu
deildina í Onglandi. Tá
FCK og Lazio spældu í
Parkini, var Birmingham
venjarin millum áskoðarar-
nar. Hann hevur síðani vátt-
að, at ørindini vóru at sýna
verjuspælaran Jacob Laur-
sen. Tað tykist kortini ikki,
at Birmingham fer at keypa
henda spælaran, sum fleiri
onnur feløg eisini sigast
vera áhugað í.
– Síðani havi eg og eisini
onnur umboð fyri felagið
hjá okkum sæð nakrar dyst-
ir hjá FCK, og har eru fleiri
spælarar, sum vit fegin
høvdu viljað havt at um-
boða okkum, sigur Trevor
Francis við Birmingham
Evening News.
Todi veit einki
Danska
pressan
hevur
endurgivið hetta, og teir
halda altso, at tað er rættu-
liga sannlíkt, at Todi Jóns-
son er álopsmaðurin. Tað
gera teir, tí teir halda Zuma
vera ov kostnaðarmiklan –
hann verður mettur til 70
milliónir á fótbóltskeyps-
skálanum – og tí teir halda,
at Birmingham neyvan ar
áhugað í at knýta Heine
Fernandez
ella
Patrick
Simpson afturat sær.
Birmingham sigst vera
væl fyri. Í hesi vikuni skal
venjarin leggja síni ynski
fyri leiðsluna í felagnum,
men í Birmingham Eve-
ning News verður ikki hild-
ið, at tað verður nakar
trupulleiki at fáa leiðsluna
við upp á at bjóða upp á
FCK spælararnar.
Um FCK leiðlsan er
sinnað at selja nakrar av
bestu spælarunum, nú teir
fyrireika seg at gera eina
nýggja roynd í Europa Cup,
er ein heilt onnur søga, sum
fjølmiðlarnir ikki enn hava
gjørt so nógv við.
Sjálvur hevur Todi Jóns-
son einki annað hoyrt um
hetta enn tað, sum hevur
verið at frætta í fjølmiðlun-
um. Todi hevur so ofta
hoyrt og lisið um seg sjál-
van, at tað hevur hann ong-
ar viðmerkingar til.
Birmingham er áhugað í Toda
Hóast bløðini hava úr at gera við at bera tíðindini, so veit Todi Jónsson einki um, at hann skal
vera ávegis til bretskan fótbólt
Ikki óvæntað vann
sterki klaksvíkingurin
árligu Íslandssúluna,
men hann fekk tó
harða kapping frá tí
unga Hans Kristian
Simonsen
TALV
Carl Eli Nolsøe Samuelsen
Undan kappingarbyrjanini
varð væntað, at Ólavur
Simonsen uttan trupulleika
kundi telva seg til sigurs,
men javnleikur í fyrsta um-
farinum ímóti Eyðun Lam-
hauge gav hinum ein eyka
møguleika. Eitt nú gav tað
Hans Kristian Simonsen
eina vón um at basa fjórð-
fremsta telvaranum í Før-
oyum.
Ólavur reistist tó og vann
øll síni seks næstu talvini,
harav eitt ímóti júst Hans
Kristiani. Ólavur segði
undan kappingarbyrjanini,
at hann visti væl at fleiri av
okkara sterkastu telvarum
ikki kundu luttaka og at
hann tískil fór at vera stór-
favorittur. Hann vildi bert
hava
dystarvenjing,
og
sjálvsagt eisini vinna kapp-
ingina. Hetta er rætti hug-
burður, tí ikki eru teimum
mongu sum dámar alt ov
væl favorittrolluna í før-
oyska talvheiminum.
Ólavur hevði nærum 300
meiri ratingstig enn næst-
ovasti
luttakarin,
Hans
Kristian, og sjálvt um hann
misti bert hálvt stig, so
misti hann 2,5 ratingstig.
Men lógin sigur at um tú
vinnur eina kapping ber
ikki til at missa rating og tí-
skil stendur Ólavur í stað á
ratinglistanum.
Hann
endurvann við hesum sigri-
num
Íslandssúluna
frá
1999.
Hans Kristian tapti bert
tað eina talvið, og fekk tí
heili seks stig av teimum
sjey møguligum og rukku
stigini til eitt trygt annað
pláss.
Nýtt stjørnuskot
Eins og stríðið um fyrsta
pláss varð drúgvt, var stríð-
ið um triðja pláss bæði
drúgvt og spennandi. Og
serliga prógvaði tann sera
ungi
havnardrongurin
Rógvi Mortensen at hann
uttan iva verður stóra navn-
ið í framtíðini. Hann telvaði
respektleyst, og hevði hann
ikki tapt í javna og áhuga-
verda talvinum ímóti tí
roynda Sámal Christiansen,
ja so hevði hann møguliga
átt triðja plássið einsamall-
ur. Rógvi kann vera heilt
nøgdur við úrslit sítt, eitt
deilt triðja pláss saman við
Johan E. Hansen og Ingolf
Debes, sum eisini óvæntað
ognaði sær triðja plássið.
Hesir tríggir fingu fýra stig,
og lógu beint framanfyri
nøvn sum Sámal Christian-
sen, Kára Durhuus, Brand-
ur Jacobsen, Jákup Andrea-
sen og Eyðun Lamhauge.
Hesin seinasti fekk eina
sera góða byrjan, men
dovnaði eitt petti í seinnu
helvt.
Íslandssúlan í ár varð ikki
eins sterk sum væntað, og tí
hevur Havnar Telvingarfel-
ag lovað at leggja hana bet-
ur til rættis komandi árini,
soleiðis at útisetar eisini
kunnu luttaka. Væntandi
verður hon telvað í juli
næsta ár, ella tíðliga í au-
gust
Ólavur Simonsen vann Íslandssúluna 2001
Hans Kristian Simonsen mátti lúta fyri favorittinum, Ólavi Simonsen, men ungi kollfirðingurin
vann sær tó eitt trygt annað pláss í kappingini um íslandssúluna
Simonsen,Ó (2235) - Dur-
huus ,K (1755)
Íslandssúlan 2001 (4),
26.08.2001
Fronsk byrjan
1.e4 e6 2.d4 d5 3.Nd2 c5
4.Rigf3 Ric6 5.Bb5 a6
6.Bxc6+ bxc6 7.c3 cxd4
8.cxd4 Bb4 9.0-0 Bxd2
10.Bxd2 a5 (Ólavur hevur
altíð lagt nógvan dent á
útvikling, sjálvt um tað
møguliga kostar finnur)
11.Rie5 Bd7 12.Fg4 g6
13.Ff3
Ff6
14.Fg3
(Frúgvaavbýting
gevur
svørtum meira javnt spæl)
14...h5
15.Bg5
Fg7
16.Rixd7 Kxd7 17.Rac1!
(Eitt snøgt finnuoffur,
sum Ólavur hevur roknað
seg fram til) 17...Fxd4
18.exd5 exd5
19.Rxc6!!
(Avgerandi
rókaoffur, sum vinnur
forserað)
19...Kxc6
20.Rc1+ Kd7 21.Fc7+
Ke6
22.Rc6+
Kf5
23.Fxf7+ Rif6 24.Rxf6+
Fxf6 [24...Kg4 25.h3+
Kxg5
26.Fxg6+
Kh4
27.Fg3#] 25.Fxf6+ Ke4
26.f3+ og Kári við svarta
fólkinum
valdi
ikki
óvæntað at gevast í hesari
taptari støðu. Sera snøgga
rókaoffrið
hjá
Ólavi
avgjørdi talvið. 1-0
Talvið hesa vikuna
C
M
Y
K
22
Nr. 169 - 4. september 2001
23
Uppsetan og skipan
av barrum
Brúdleyp
Rundar føðingardagar
Starvsfólkaveitslur
Ársveitslur
Reseptiónir
og tílíkt
Til:
Hans á Lag Sp/f
Tlf. 21 93 83
hanslag@post.olivant.fo
Sosialurin 311820
Projektkapping um
miðnámsskúla í Suðuroy
Mentamálastýrið bjóðar við hesum til kapping um uppskot til nýggjan mið-
námsskúla í Suðuroy.
Endamálið við kappingini er at fáa fram uppskot til skúla, ið kann gerast tíðar-
hóskandi karmur um fjølbroytt og framkomin útbúgvingartilboð fyri ung og
tilkomin. Skúlin skal samstundis hava umstøður at gerast virkin partur av sam-
felagnum og geva møguleikar fyri at binda saman undirvísing, mentan, ar-
beiðslív og vinnulív í oynni.
Kappingin er almenn projektkapping, útskrivað sambært kappingarreglunum
hjá Arkitektafelagi Føroya.Talan er um eina opna kapping, har øll, ið halda seg
hava førleika at vera við, kunnu lata inn uppskot.
Til virðislønir og møgulig keyp av uppskotum hevur dómsnevndin kr. 200.000
at ráða yvir. Av hesi upphædd skal tó ein 1. virðisløn verða latin, til støddar ikki
minni enn kr. 100.000.
Tilfar og treytir fyri kappingini fáast við at venda sær skrivliga til
Arkitektafelag Føroya
postboks 1293
110 Tórshavn
Tórshavn, tann 4. september 2001
Mentamálastýrið
Mentamálastýrið
Vinnu- og miðnámsskúladeildin
Søkt verður eftir
tímalærara til
el-deildina
Umsøkjarin skal hava sveinabræv sum elektrikari,
hava prógv sum el-installatørur og minst 2 ára
starvsroyndir innan yrki. Umsøkjarar við hægri út-
búgving hava fyrimun. Eisini er áhugi fyri stødd-,
alis- og evnafrøði, og nýtslu av EDV, ein fyrimunur.
Lønin verður sambært sáttmála millum Føroya
Landsstýri og FTL.
Starvið skal setast skjótast tilber og í seinasta lagi
15. sept. 2001.
Skrivlig umsókn við upplýsingum um útbúgving,
viðmælum og starvstíð skal verða skúlanum í hendi
í seinasta lagi 10. sept. 2001.
Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til
skúlan, tlf. 311957.
Tekniski skúlin í Tórshavn
Marknagilsvegur 75, postsmoga 239
FO-110 Tórshavn
Tlf. 311957 · Telefaks 316621
E-post: tst@tst.fo
23